mánadagur 11. september 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 174 - 11. september 2006 ]
Fríggjakvøldið
var kappast í FM
í einkultstarti í
súkkling. Ungi Torkil
Veyhe hevði ein
góðan dag og vant
tí burturúr hinum
súkklarunum.
Súkkling
Tíðindaskriv
Tórshavnar
Súkklufelag
skipaði í vikuskiftinum
fyri FM í einkultstarti og
landavegkoyring.
Fríggjakvøldið
varð
kappast
í
einkultstarti.
Teinurin var 40 km langur
og koyrt varð frá Kollafirði
til
rundkoyringina
við
Streymin og aftur til Kolla
fjørð.
Fitt av vindi var, og
hetta ávirkaði úrslitið hjá
flestu súkklarunum, men
ikki øllum. Ikki Torkil,
sum allarhelst koyrdi sín
besta einkultstart higartil.
Hann var í einum klassa
fyri seg fríggjakvøldið
og vann hann við meira
enn tveimum minuttum á
nummar tvey.
Hann koyrdi teir 40
kilometrarnar uppá ein
tíma og ein minutt, og tað
gevur eina meðalferð sum
er beint undir 40 km/t.
Eitt frálíkt úrslit hjá
einum so ungum súkklara,
og verður gongdin sum
hon hevur verið higartil,
er Torkil allarhelst eitt gott
boð upp á ein av manningini
sum skal manna føroyska
landsliðið komandi summ
ar, tá Oyggjaleikir verða á
Rhodos.
Úrslitið hjá Torkil var
sum sagt sera gott. Tað
sama kann sigast um
avrikið hjá Súsonnu Skylv
Sørensen. Hon koyrdi teir
40 kilometrararnar uppá
ein tíma 19 minuttir, og
gevur tað eina miðalferð
beint yvir 30 km/t.
Eftir ein avsmurning
fríggjakvøldið
ressaðist Gunnar
aftur sunnudagin
tá tað eydnaðist
honum at vinna
landavegkoyringina.
Súkkling
Tíðindaskriv
Tað bleiv til nógva súkkl
ing um vikuskiftið. Fríggja
kvøldið varð kappast í 40 km
einkultstarti og sunnudagin
í 90 km landavegkoyring.
Tórshavnar Súkklufelag
hevði í ár avgjørt at gera
rutuna so flata sum tilber,
og tí bleiv teinurin í ár nógv
øðrvísi enn hann hevur
verið seinastu mongu árini,
tá koyrt hevur verið av
Toftum, uppum Eiðisskarð,
eftir Oyggjarvegnum til
Havnar. Upp um dalar og
fjøll hini árini, men ikki
í ár.
Í ár bleiv koyrt frá Plantu
søluni við Hvítanesvegin,
gjøgnum
berholið
til
Kollafjørð, til Hvalvík/
Streymnes. Har bleiv vent,
og leiðin gekk síðan aftur til
Havnar gjøgnum berholið.
Komnir til Plantusøluna
við Hvítanesvegin gekk
leiðin eftir vegnum Yviri
við Strond har vent varð við
Skansan. Síðan bleiv koyrt
niðan til Rundkoyringina
við Vegin Langa. Leiðin
gekk so oman aftur til
Plantusøluna. Hesin teinur
skuldi koyrast tvær ferðir
áðrenn menn sloppu av
súkkluni.
Torkil væl koyrandi
Aftur
sunnudagin
var
Torkil í essinum. Torkil
fór eftir the double, ongin
ivi um tað, men Gunnar
ætlaði tað øðrvísi. Gunnar
ætlaði ikki at kappingin
skuldi avgerðast við einum
endaspurti, og tí royndi
hann fleiri ferðir av avgera
kappingina tíðliga, við ferð
eftir ferð at stinga av frá
feltinum. Men Torkil var
væl koyrandi og megnaði
hvørja ferð at koyra Gunnar
inn aftur.
Gunnar gav kortini ikki
upp, men tað gjørdi Torkil
heldur ikki. Søgan endurtók
seg fleiri ferðir. Móti
endanum av kappingini
sá tað tó út til at fara at
eydnast Gunnari. Niðan úr
Hvítanesi gjørdi Gunnar
enn eina roynd, og hann
fekk eitt gott ”hol” aftur
til Torkil uppá 50 til 100
metrar. Hendan støðan helt
sær leingi, men tá umleið 8
km vóru eftir á mál hevði
Torkil fingið Gunnar aftur.
Kappingin bleiv tí avgjørd
við einum endaspurti, ið
Gunnar vann.
Á einum flottum triðja
plássi kom Kjartan Egholm
á mál, bert 35 sekundir eftir
Gunnar og Torkil.
Miðvís venjing
gevur úrslit
Sigmund Olsson hevur, eins
og Torkil Veyhe, eisini vant
nógv í ár, og hevur hetta
nú givið úrslit. Tá menn
royndu at sleppa undan
hvør øðrum, var tað ikki
bara Torkil og Gunnar, ið
stríddust. Sigmund taldist
eisini millum teir, ið tóku
lessið, og ein sá skjótt at
eisini Sigmund hevur ment
seg nógv í ár. Sigmund er
gott eitt ár yngri enn Torkil,
og tað er ikki onki tá mann
er tannáringur. Miðvísa
venjingin hjá Sigmundi í
ár hevði við sær at hann
kom á mál sum nummar
fimm, bert ein minutt og 44
sekundir eftir vinnaran.
Kappingarárið hjá Tórs
havnar
Súkklufelag
er
nú um at verða at enda
komið. Tey vaksnu eru
liðug við sínar kappingar,
men børnini eru eftir. TSF
skipar í næstum fyri FM í
landavegsúkkling fyri børn.
Gongst sum ætlað verður
kappingin leygardagin 30.
september.
Sum sagt er kappinarárið
hjá teimum vaksnu liðugt,
men eftirsum 2007 er eitt
sokallað ”Oyggjaleikaár”
heldur venjingin fram.
Nevnd og venjarar fara í
felag at leggja eina ætlan
fyri veturin, og er ætlanin
sjálvandi,
at
umframt
miðvísa venjing, so verða
kappingar eisini á skránni.
Vetraskráin
verður
í
næstum
kunnað
á
heimasíðuni hjá felagnum,
www.tsf.fo.
EB/Streymur ætlar
sær at vinna FM
Marni Djurhuus, verjuleikari og ein av málskjúttunum
hjá EB/Streymi sunnudagin, heldur ikki, at føroya
meistaraheitið er tryggjað, men sigur tó, at málsetningurin
er at vinna felagnum fyrsta FM-heitið nakrantíð.
- Nei, FM er á ongan hátt komið í hús. Vit hava fimm
dystir eftir, og tað gongur skjótt hvønn vegin. Hinvegin
kann eg siga, at vit ætla okkum at vinna FM, men tað
krevst so, at vit fáa nakrar sigrar aftrat og tað ætla vit at
gera, greiðir Marni Djurhuus frá eftir dystin, sum hann
mátti eygleiða frá síðulinjuni seinastu minuttirnar.
Í einum luftdysti rendu hann og ein mótstøðuleikari
høvdini saman, og úrslitið var, at Marni Djurhuus
skræddi vørrina so mikið, at hann varð seymaður og
fekk tvær pentur.
Um dystin annars sigur Marni Djurhuus, at sigurin
á ongan hátt var ov stórur og at teir vóru tað betri enn
VB/Sumba.
- Vit vóru í hvussu so er hasi málini betri enn VB/Sumba,
og høvdu vit eisini møguleikan fyri fleiri málum aftrat.
Tá vit hava skorað til 4-0 fáa teir eitt sindur meiri spæl
og sindur meiri pláss og skora so eisini, men eg haldi
ikki at sigurin var ov stórur, staðfestir Marni Djurhuus,
sum longu mikudagin aftur skal í eldin saman við
restini av EB/Streyma-liðnum, tá steypadysturin móti
HB skal spælast.
-rwd
Bretar vinna Champions
League
Skotski venjarin hjá Manchester Untited, Sir Alex Ferguson,
heldur, at tey fýra ensku liðini í Champions League hava góðan
møguleika at vinna kappingina í ár.
- Eg ivist ikki í, at Premier League-feløgini verða við til tað
síðsta í kappingini. Ensku feløgini betra seg allatíðina, og tí
kann eitt av ensku feløgunum saktans vinna, sigur Sir Alex
Ferguson.
Umframt hansara egna felag, eru eisini Chelsea, Arseanal
og Liverpool við í Champions League í ár. Bólkaspælið byrjar
týskvøldið.
Birgir Jørgensen og VB/
Sumba høvdu tó meiri pláss
nú, enn teir høvdu havt
allan dystin annars, og í
yvirtíðini fingu teir umsíðir
bóltin í netið.
Marni Djurhuus sat uttan
fyri, tí hann hevði fingið
ein snudd í andlitið, og EB/
Streymaliðið var av tí sama
ikki væl skipað hesa løtuna.
Hetta gagnnýtti VB/Sumba
við at flyta bóltin niðan
í borðinum, áðrenn hann
síðani varð spældur inn í
vøllin. Ein skotroynd varð
send avstað, men bólturin
tók í ein verjuleikara og
broytti kós, til púra leysa
Birgir Jørgensen, sum við
handaru
stong
lættliga
kundi stúta bóltin í netið til
endaliga úrslitið 4-1.
Eftir dystin stendur so
eftir, at EB/Streymur vann
ein rættiliga sannførandi
sigur á VB/Sumba. Uttan
at fara í smálutir kunnu vit
staðfesta, at oddaliðið hevði
fleiri stórar møguleikar til
fleiri mál, men meðan Sorin
Anghel aftur fann leiðina
til málið, so átók Arnbjørn
Hansen sær leiklutin sum
dagsins brennivargur.
VB/Sumba hevði fræg
astu løtuna í dystinum, tá
teir vóru aftur úr við fýra
málum, men kundu teir
ikki gera nakað sum helst
við sannførandi avrikið frá
oddaliðnum.
Spenningur til síðsta sekund
Torkil setti allar
uppá pláss
Holst fekk av at vita í Århus
Tað gekk illa hjá Lyngby, tá ið oddaliðið í næstbestu
donsku deildini vitjaði í Århus í gjár. AGF verður roknað
sum helst sterkasta liðið í 1. deild, og í øllum førum var
AGF nógv tað betra liðið í dystinum ímóti Lyngby. Úrslitið
gjørdist 4-1 til AGF, eftir at liðið hevði verið á odda 4-0
stutt fyri leiklok. Christian Lamhauge Holst spældi allan
dystin fyri Lyngby, men hesaferð gekk tað einki serligt hjá
Holst og liðfeløgunum, sum tó framvegis liggja fremst í
1. deild.