Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 174 - 11. september 2006 ] Steðgurin sløkti B68 Hóast B36 royndi at søkja at málinum hjá B68 frá byrjan í dystinum, kom einki mál í fyrra hálvleiki. – Vit kláraðu at verja fyri í fyrra hálvleiki, men tá ið vit ikki eru klárir til seinna hálvleik, verða vit revsaðir og tapa dystin, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68. B36 sló til beint eftir steðgin, og áðrenn tveir minuttir vóru gingnir av seinna hálvleiki, heima­ liðið skorað tvær ferðir, og so var einki at gera hjá útiliðnum. Eingin ivi um sigurin Hanus Thorleifsson helt eftir dystin, at tað kundi bara verða ein vinnari í Gundadali sunnudagin. – Í hesum dystinum vóru vit nógv tað betra liðið, og eg haldi ikki, at B68 gjørdi tað stóra fyri at vinna dystin. Høvdu vit fingið hol á í fyrra hálvleiki, kundi sigurin blivið enn størri, men vit gjørdu so tað, sum var neyðugt fyri at vinna, sigur hann. – Tað verður trupult at fáa EB/Streym aftur, men vit skulu gera okkara. Í øllum førum skulu vit hava næstfremsta pláss­ið, og vit hava steypa­kapp­ ingini eftir at spæla um, sigur Hanus Thor­leifsson. Julian skoraði aftur Julian Johnsson, sum varð aftur var á landsliðnum, tá ið Føroyar spældu í Skotlandi fyri góðari viku síðani, hevur veru­liga ligið fram við sum málskjútti seinastu dyst­irnar. Í gjár skoraði hann fyri triðja dystin á rað, og enn einaferð var tað við einum stútara. Julian skoraði í javnleikinum hjá B68 í Gøtu 21. au­gust, hann var aftur upp á spælinum í tapinum ímóti KÍ 27. august, og í gjár minkaði hann til 4-1 ímóti B36. B36 kom sum eitt óløgi út til seinna hálvleik, skoraði tvær ferðir í tveir minuttir, og so var dysturin ímóti B68 avgjørdur B36-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo B36 brúkti ein hálvleik til at hita upp, tá ið B68 var í Gundadali sunnudagin. Oddaliðið úr Havn hevði nógv spæl fyrru trý korter­ ini, men tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at teir fingu hol á málskjótingina. B68 var komið til Havn­ ar fyri at leggja dent á verju­partin. Onkrar dystir í seinnu hálvu hevur B68 roynt at fara fram at gera mál frá dystarbyrjan, men í gjár royndu teir fyrst og fremst at hugsa um at halda tætt í verjupartinum. Tað eydnaðist í 45 minuttir, tí í fyrra hálvleiki kom einki mál. B36 sat á mesta spælinum, men heimaliðið hevði ilt við at spæla seg til stórar ella opnar málmøguleikar. Einu ferðina var veruligur vandi á ferð, og tað var tá ið miðvallarin Hanus Thorleifsson sendi eitt skot á stongina. B36 avgjørdi Seinni hálvleikur fekk eina lívliga byrjan, tí B36 kláraði upp á tveir minuttir at gera tað, sum teir ikki høvdu klárað í trý korter frammanundan – teir skoraðu tvey mál og avgjørdu dystin ímóti botnliðnum av Toftum. Tað var minni enn ein minuttur farin, tá ið fyrra málið kom. B68 leyp á í høgru síðu, bólturin varð spældur til Fróða Benja­ minsen, sum spældi álops­sinn­aður miðvallari, hann fór fram við einum verjuspælara og legði bóltin fyri føturnar á Sylla, sum smekkaði bóltin í málið til 1-0. Minuttin seinni skoraði Fróði Benjaminsen sjálvur. Hann varð sendur avstað í einum kontraálopi, og so skoraði hann ímóti sínum bygdamonnum. 10 minuttir seinni var Sylla aftur upp á spæl. Hann varð sendur av stað nakað til vinstru, dróg fram ímóti B68-málinum, og áðrenn nakar varnaðist tað, hevði Sylla sent ein bólt út um málmannin og inn við handaru stong. So var 3-0 til B36, og allur ivi um sigurin í dystin var beindur av vegnum. B68 fekk troystarmál Toftamenn vóru sera tamir í hesum dystinum, men í seint í dystinum minkaðu teir um munin. Jann Ingi Petersen sendi eitt fríspark innfyri, og so var Julian Johnsson aftur á rætta staðnum og stútaði bóltin í málið. Hetta var triði dysturin á rað, at hann skoraði fyri B68. Sigurin hjá B36 var fult uppiborin, tí tað kundi bert verða ein vinnari av dystinum, har B36 royndi at leypa á, og B68 royndi at verja. Toftamenn hava eina strævna uppgávu fyri framm­an. Teir eru eitt av trimum liðum, sum stríðast ímóti niðurflytingini, og nú fækkast umførini av álvara. Í løtuni hevur VB/ Sumba frægastu støðuna í botninum, men innanhýsis dystir eru eftir millum botn­liðini, og teir verða av­gerandi fyri, hvør skal yvirliva í bestu deildini. B36 hongur í har frammi á stigatavluni, men hetta vikuskiftið broyttist einki, tí øll tey fremstu liðini vunnu sínar dystir. Bretar vinna Champions League Skotski venjarin hjá Manchester Untited, Sir Alex Ferguson, heldur, at tey fýra ensku liðini í Champions League hava góðan møguleika at vinna kappingina í ár. – Eg ivist ikki í, at Premier League-feløgini verða við til tað síðsta í kappingini. Ensku feløgini betra seg allatíðina, og tí kann eitt av ensku feløgunum saktans vinna, sigur Sir Alex Ferguson. Umframt hansara egna felag, eru eisini Chelsea, Arseanal og Liverpool við í Champions League í ár. Bólkaspælið byrjar týskvøldið. B68 B36 Holst fekk av at vita í Århus Tað gekk illa hjá Lyngby, tá ið oddaliðið í næstbestu donsku deildini vitjaði í Århus í gjár. AGF verður roknað sum helst sterkasta liðið í 1. deild, og í øllum førum var AGF nógv tað betra liðið í dystinum ímóti Lyngby. Úrslitið gjørdist 4-1 til AGF, eftir at liðið hevði verið á odda 4-0 stutt fyri leiklok. Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin fyri Lyngby, men hesaferð gekk tað einki serligt hjá Holst og liðfeløgunum, sum tó framvegis liggja fremst í 1. deild. B36 fekk sær luft í hálvleikinum B36 brúkti ein hálvleik til at hita upp, men beint eftir hálvleikssteðgin skoraðu teir tríggjar ferðir ímóti B68