Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2006 27 tíðindi Sheringham kanska til Svøríkis Svenska meistaraliðið Djurgården sigur, at felagið umhugsar at leiga enska álopsspælaran Teddy Sheringham úr West Ham. 40 ára gamli Sheringham spældi í 1985 í Djurgården, sum leigaði hann út Millwall. Nú hevur Sheringham trupulleikar við at koma á liðið í West Ham, sum hevur fingið millum annað Carlos Teves til felagið, og tí kann koma upp á tal, at West Ham fer at leiga hann út. Í øllum førum ætlar Djurgården at liggja framvið. Harley fór út við skaða Harley Bertholdsen var við aftur á KÍ-liðnum í gjár, eftir at hann sat yvir við leikbann í sein­asta dystinum. Men Harley spældi ikki leingi, og hesaferð var orsøkin ikki, at Eiler Rasmussen, sum gav Harley reytt kort í næstseinasta um­farið, sendi Harley av vøll­ inum. Tað var hinvegin ein skaði í baklærinum, sum fekk høgra bakkin hjá KÍ at gevast. Harley toygdi seg eftir einum bólti, sum varð spældur upp um KÍ-verjuna, og tá var tað, at skaðin kom. Harley royndi at spæla víðari eina løtu, men hann noyddist gevast nakrar minuttir seinni, og fyri hann kom Kristoffur Jakobsen á vøllin. Nenad sá reytt Nenad Faric var ikki sørt óheppin í dystinum ímóti KÍ í gjár. Innan góðar hálvan tíma fekk hann tvey gul kort, sum kanska bæði kunnu diskuterast. Fyrst fekk Nenad gult kort fyri at stilla seg fyri, tá KÍ skuldi taka eitt skjótt fríspark á miðjum vølli. Dóm­ arin bríkslaði fyri frí­ sparki, sum hann so av misgáum gav til ÍF. Hann rættaði mistakið, peikaði hinvegin, og so royndi KÍ at senda skjótt í gongd. Nenad setti fótin fyri, og tað fekk hann gula kortið fyri, hóast dómarin kanska kundi havt steðga spæl­inum, so ÍF fekk møguleika at verja fyri frísparki, heldur enn at skula taka eitt fríspark. Seinna gula kortið fekk Nenad, tí dómarin helt, at hann royndi at filma seg til eitt brotsspark, tá KÍ-verjuspælari fór niður í glíðandi takling í egnum brotsteigi. Nú nærkast hjá Andrew Andrew av Fløtum hevur ikki spælt fyri Fremad Amager í hesum kappingarárinum enn, men hann er við at koma fyri seg aftur eftir skaðaæ. Andrew er farin at venja spakuliga aftur, og hann roknar við, at hann kann spæla aftur um einar tvær vikur. Um vikuskiftið spældi Fremad Amager ímóti Kolding FC á útivølli, og dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Millum málskjúttarnar hjá Kolding var Karsten From, sum fyri nøkrum árum síðani spældi fyri HB og NSÍ. Klaksvíkingar vunnu rudduligan sigur á ÍF, men tað var ikki fyrrenn fuglfirðinar høvdu mist ein mann, at tað rættuliga glapp í Klaksvík KÍ-ÍF Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið klaksvíkingar fóru til hús seint seinnapartin sunnudagin, var hýrurin góður. Bara tvær ferðir fyrr í ár hava teir havt trý stig við sær til hús, eftir at KÍ hevur spælt á heimavølli. Í báðum førum hevur tal­ an ikki verið um serliga sannførandi sigrar. Í dag var øðrvísi. KÍ vann 3-0 móti ÍF, og tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, kundu trúgvu heimaáskoðararnir staðfesta, at úrslitið var sum í gomlum døgum, tá ið KÍ so at siga hvørja ferð vann sannførandi á heimavølli. Frá fyrsta bríksli bendi einki á, at talan skuldi verða um trivaligan heimasigur. ÍF legði bragdliga fyri. Teir gravaðu seg ikki nið­ ur í og kring egnan brots­ teig. Í staðin royndu teir at hótta heimamálið. Christian Soelberg var stinnur í vinstru, og mitt fyri stríddist Hanus Eliasen væl. Miðvallarin Høgni Zachariassen legði eisini væl fyri, men sum tíðin leið fánaði hann ikki so lítið. Veruleikin øðrvísi enn konseptið KÍ avrikið var leingi dovis­ ligt. Tað minti nógv um, soleiðis sum tað hevur verið flestu ferðirnar fyrr í summar. Uppstillingin bendi á, at ætlanin var at fáa bilbukt við ÍF í borðunum. Marek var leikbannaður, og í hansara stað var Heðin á Lakjuni vongverji í vinstru. Harley Bertholdsen var vongverji í høgru. Tá ið hann eftir ein hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum, varð Kristoffur Jacobsen settur inn. Ætlanin var, at vongverj­ arnir skuldu flyta fram á vøllin, tá ið KÍ hevði bóltin. Síðuskift og skjótt samanspæl skuldu splitta ÍF, sum klaksvíkingar ivaleyst roknaðu við fóru at pakka seg niður á egnari hálvu. Soleiðis myndaðist tað ikki í 1. hálvleiki. Fugl­firð­ ingar við klaksvíkinginum Jón Simonsen á beinkinum vóru óimponeraðir. Teir lupu á við nógvum fólki, tá ið kjansur var til tað, og tað bilti ikki so nógv, um teir mistu bóltin. Tað gekk ikki skjótt fyri seg, tá ið KÍ royndi at fara í álop, og Bartal Eliasen og Símun Elisaen høvdu saman við hinum fuglfirðingunum ikki stórvegis trupulleikar. Eftir hvíldina var tað øðrvísi. Tá hevði KÍ bóltin mesta partin av tíðini. Men spælið var sjáldan flót­andi ella hugflogsríkt. Spælararnir vóru ov góðir við bóltin, og teir mistu fleiri ferðir í uppspælinum, men ÍF hevði lítla tyngd í álopspartinum, og Atli Danielsen var óførur at rudda upp, tá ið Hanus Eliasen næstan var við at gerast vandamikil. KÍ mintist ikki konseptið. Ov nógv gekk fyri seg mitt á, og tað bar við sær, at ÍF leingi megnaði væl at verja, sjálvt um teir vóru undirmannaðir. Mál og møguleikar Í 19. minutti hevði ÍF sín besta møguleika. Christian Soelberg var leysur í vinstru og smekkaði til, men vinkulin var spískur, og Meinhardt Joensen bjarg­ aði. Í 29. minutti var KÍ nær við. Verjukendi miðvallarin Høgni Madsen fór til bak­ linjuna í høgru og legði innnfyri. Christian Lund­ berg leyp upp um bóltin, og Clapson smekkaði til, men beint á málmannin. Í 32. minutti broyttist fyri­treytirnar nógv, tá ið miðvallarin hjá ÍF Nenad Faric sá reytt. Fyrst sá hann gult fyri at steðga skjótari frísparksroynd, og seinni fekk hann gult fyri at royna at filma seg til brotsspark. Fýra minuttir seinni fekk KÍ hol á. Eftir horna í vinstru ferðaðist bólturin aftur um handara stólpan til Atla Danielsen, sum legði innfyri, har Christian Lundberg setti fótin á og so var 1-0. Kring steðgin hevði Hanus Eliasen tveir møgu­ leikar. Fyrst smekkaði hann uppum, og síðani var støðan ikki so galin í kontra, men skotroyndin var ov veik. Tjúgu minuttir und­an leik­loki økti Christ­ian Lund­berg, sum framman­ undan hevði misnýtt góðan møguleika. Paul Clapson stakk fram til álopsfelagan, ið lyfti upp um ÍF málverjan og so var 2-0. Áðrenn KÍ staðfesti rimm­ ar sigurin, hevði Hanus Eliasen góðan møguleika, men Meinhardt Joensen bjargaði væl. 3-0 málið stútaði Símun Joensen eftir horna úr høgru frá Heðini á Lakjuni. Í fyrra førinum sendi hann í tvørtræið, men tað bilti ikki so nógv, tí hann var fyrstur á retur­ bóltinum, sum hann stýrdi í meskarnar. Tað var sum í gomlum døgum Soleiðis myndaði tað seg ofta í seinna hálvleiki. Hanus Eliasen royndi at sleppa í álop, og Atli Danielsen jagstraði. Oftast var tað Alti, sum hevði munin ímóti vandamesta ÍF-spælaranum Mynd: Kjartan Madsen ÍF KÍ