mánadagur 11. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 174 - 11. september 2006 ]
Sjarapova vann US Open
19 ára gamla Maria Sjarapova vann um vikuskiftið stóru
tenniskappingina US Open. Russiski tennisspælarin, sum
seinnu árini hevur búð í USA, spældi finaluna ímóti Justine
Henin-Hardenne, og hon vann 2-0. Settini endaðu 6-4 og
6-4, og ikki minst vóru tað hørðu servurnar hjá Sjarapova,
sum vóru truplar hjá Henin-Hardenne at standa seg ímóti.
Hetta var fyrsti sigurin hjá Sjarapova í eini grand-slam
kapping, síðani hon vann Wimbledon í 2004.
Gongur strúkandi
hjá Bendtner
Danski álopsspælarin Nicklas Bendtner verður roknaður sum
ein av mest spennandi ungu álopsspælarunum í enskum fótbólti
í løtuni. Bendtner er sáttmálabundin við Arsenal, men er í
løtuni leigaður til Birmingham, sum spælir í næstbestu ensku
deildini. Har hevur Bentner skorað trý mál í fimm dystum og
hevur annars veruliga gjørt vart við seg.
– Nú kenna øll Nicklas Bendtner, tað gjørdu tey ikki fyri fýra
vikum síðani. Trupulleikin hjá okkum er bara, at jú betur hann
spælir, jú størri er møguleikin fyri, at hann fer aftur til Arsenal
at spæla, sigur Birmingham-venjarin, Steve Bruce.
Intensa toppupp
gerðin endaði við
javnleiki, eftir at
B71 hevði verið
frammanfyri 2-0.
Í botninum tykist
størsti spenningurin
at snúgva seg um,
um tað eydnast at fáa
dystirnar frá hondini
ella ikki
1. DEILD MENN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
22. umfarið broytti ikki
serliga nógv um støðuna í
deildini. B71 og AB býttu
stigini millum sín á Sandi.
LÍF vann, meðan TB tapti.
Tað ber við sær, at B71 og
AB framvegis eru stór fav
orittar at flyta upp, meðan
LÍF hevur lagt seg trý stig
framum TB í kappingini um
bronsumerkini.
Í botninum er størsti spenn
ingurin, um tað eydnast at
fáa dystirnar avgreiddar.
Hesa ferð varð uppgerðin,
sum sambært skránni skuldi
verið spæld í Vági, ikki fing
in frá hondini.
Fyrrapartin í vikuni
gjørdi kappingarnevndin
av, at VB/Sumba skuldi
strikast úr kappingini, eft
ir at liðið ikki hevði møtt
upp til tveir útidystir. Men
eftir at VB/Sumba hevði
sagt formanninum í kapp
ingarnevndini, at teir høvdu
boðað frá, at teir ikki fóru at
møta til dystin í Sandavági
fyri nøkrum vikum síðani,
varð avgjørt, at VB/
Sumba skuldi halda fram í
kappingini.
Men sørvingar vóru ikki
í Vági, sum tað annars var
ásett í skipanini, at teir
skuldu vera. Í tíðindaskrivi
boðaði SÍ leygardagin frá,
at teir fingu boðini um, at
teir kortini skuldu til Vágs,
á middegi fríggjadagin. Tá
høvdu teirra spælarar lagt
aðrar ætlanir fyri vikuskiftið
enn at spæla fótbólt. Tað
høvdu teir boðað frá, og teir
vilja hava, at dysturin verður
spældur eina aðra ferð.
B71-AB
Í tveimum teimum fyrstu
innanhýsis uppgerðunum,
sum báðar vóru á Argjum,
hevði AB fingið øll stigini.
Í 1. hálvleiki var tað týðuligt,
at B71 ætlaði sær at fáa
stigini hesa ferð. Heimaliðið
legði bragdliga fyri, B71 var
fyrri á bóltinum, sandoyingar
vunnu nærdystirnar, og tað
vóru teir, sum áttu møgu
leikarnar.
Jónsvein Thomsen setti
hol á fyri B71 eftir eitt
korter. Magnus Olsen átti
innleggið úr vinstru, og
Magnus Poulsen hevði tvær
framúr hálvbjargingar eftir
Clayton Soares royndir, áðr
enn Jónsvein Thomsen setti
bóltin í málið.
Lítið korter seinni økti
B71. Hesa ferð var tað væl
upplagdi Wellington Soa
res, sum úr høgra horni á
málteiginum sendi millum
beinini á væl upplagda AB
málverjanum. Aftur hesa
ferð var Clayton Soares við
í uppspælinum.
AB var leingi um ein háls.
Men fram móti steðginum
fótaðu argjamenn sær, og
eftir hvíldina vóru teir
ágrýtnari og greitt omaná.
B71 misti samanspælið og
flytingarnar burtur, og AB
var meiri ágangandi.
Eftir stóran tíma fekk AB
brotsspark eftir innlegg.
Dómarin metti, at Allan
Mørkøre varð togaður niður.
Veteranurin sendi sjálvur í
málið. So luktaði AB blóð,
og trettan minuttir undan
leikloki javnaði innskifti
Tummas Hans Rubeksen.
Jón Nielsen legði flatt innfyri
úr vinstru, og Tummas Hans
smekkaði flatt inn við nærra
stólpanum.
2-2. Báðir partar høvdu
møguleika at avgera, men
tað eydnaðist ikki, og úrslitið
mundi vera at liva við.
KÍ-Royn
Eftir at tað leingi hevði verið
rættuliga javnt, vann KÍ 4-1
á Royn, sum ikki koppaði,
fyrrenn minni enn eitt korter
var eftir.
Í 1. hálvleiki kom bara eitt
mál. Tað skoraði Jósup Hen
riksen miðskeiðis í 1. hálv
leiki eftir uppspæl í høgru.
Níggju minuttir eftir steðg
in misti KÍ Hans Michael í
Mittúni, sum fekk beinleiðis
reytt kort. Minuttin eftir
javnaði Frits Eið fyri Royn
við fínum langskoti heilt upp
í hornið, og so var Royn væl
við, uttan at hvalbingar tó
vóru serliga vandamiklir.
Trettan minuttir undan
leikloki legði innskifti Álvur
F. Christiansen KÍ framum,
tá ið hann eftir góða sending
fram í høgru rann verjuna av.
Tíggju minuttir undan leik
loki varð Aleksander Djor
djevic, sum hevur ábyrgdina
av næstbesta KÍ liðnum og
hevði sett seg sjálvan inn,
leysur í brotsteiginum, og
so var 3-1 til KÍ.
Fýra minuttir undan leik
loki varð Frits Eið hjá Royn
rikin av vøllinum, eftir at
hann fyri aðru ferð hevði sæð
gult, og í næstsíðsta minutti
slerdi Álvur F. Christiansen
4-1 heimasigurin fastan, tá
ið hann varð leysur í brots
teiginum.
TB-HB
Kanska hava tað verið TB
viðhaldsfólk, sum hava
droymt um, at teirra lið longu
næsta ár skuldi verða partur
av bestu deildini. Hetta var
eitt skifti ivaleyst av røttum,
tí tað gekk væl hjá TB.
Leygardagin varð staðfest
á Sevmýri, at TB ikki verður
partur av bestu deildini í
2007. Næstbesta liðið hjá
HB vitjaði, og gestirnir
høvdu størri tyngd í. TB
hevði bóltin væl meiri, enn
HB hevði hann, men tað
gekk syndarliga illa hjá
heimaliðnum at spæla seg
til málmøguleikar.
HB lúrdi eftir møguleikum
at fara í snarálop, og teir
vóru fleiri ferðir tætt við at
fáa mál. Tað eydnaðist teim
um eina ferð at fáa bóltin
í TB málið, og tað var nóg
mikið.
Stívliga tíggju minuttir
eftir steðgin gjørdist Krzy
stof Popczynski leysur eftir
skjótálop, og so var eingin
bøn hjá TB. 1-0 til HB.
LÍF-FSVágar04
Hóast fólkaatkvøðu um
kommunusamanlegging og
eitt lot so fylgdu leirvíkingar
trúfastir sínum fótbóltsliði,
og tað loysti seg, tí LÍF vann
1-0 móti FSV04.
Einsamalla málið fekk
LÍF, tá ið smáir tíggju min
uttir vóru farnir. Leikandi
venjarin, Hans Fróði Hansen,
var fyrstur á hornasparks
innleggi, og við høvdinum
sendi hann bóltin í málið
aftanfyri Trúgva.
Tað tóktist lætt hjá LÍF at
spæla seg ígjøgnum í borð
unum í 1. hálvleiki, men tað
tættnaði hjá FSV04, tá ið teir
skiftu frá 3-5-2 og til 4-4-2
leikháttin.
Eftir steðgin hevði FSV04
lotið undan. Gestirnir høvdu
greiða leikliga yvirvág, og
teir høvdu møguleikar at
gera mál, men tað eydnaðist
teimum ikki at fáa mál.
Stavn um stavn á Sandi
Toppliðini B71 og AB spældu javnleik, hóast B71 var á odda 2-0 eitt skifti