mánadagur 11. september 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 174 - 11. september 2006 ]
AB og KÍ eru
best fyri
Eftir fyrra finaluumfarið í
kappingini millum gentur
10-12 ár er einki avgjørt.
Tað verður ikki fyrrenn
eftir seinna FM umfarið,
sum verður á Argjum um
eina viku, at FM vinnarin
verður funnin.
Eftir fyrra umfarið,
sum var í Klaksvík leyg
ardagin, bendir nógv tó
á, at tað fara at verða AB
og KÍ, sum fara at stríðast
um meistaraskapið.
Bæði AB og KÍ vunnu
sínar dystir móti ÍF og
B36, og í innanhýsis
dystinum millum KÍ og
AB endaði tað 2-2.
FM-bólkur, Gentur
10-12
Úrslit, fyrra finaluumfar
KÍ-ÍF 3-1
AB-B36 2-0
KÍ-AB 2-2
ÍF-B36 2-1
KÍ-B36 3-1
AB-ÍF 2-0
Støðan
1. KÍ 3 2 1 0 8-4 5
2. AB 3 2 1 0 6-2 5
3. ÍF 3 1 0 2 3-6 2
4. B363 0 0 3 2-7 0
B68 størst
úrtøku
Tað hevur hilnast illa
hjá B68 og VB/Sumba
í Formuladeildini í ár.
At tað væl kann vera, at
toftamenn og vágbingar
um nøkur ár fara at fáa
góða tilgongd, kundu B68
og VB/Sumba avrikið
í FM-finalubólkinum í
smápiltadeildini bent á.
Fyrra finaluumfarið var
í Klaksvík leygardagin,
og har vann B68 allar
sínar dystir og er tískil
oddalið undan seinna fin
aluumfarinum, sum verð
ur í Vági leygardagin
FM-bólkur, smápiltar
Úrslit, fyrra finalu
umfar
KÍ-VBS
1-3
B68-HB
3-2
B68-KÍ
1-0
HB-VBS
1-4
KÍ-HB
0-2
VBS-B68
0-4
Støðan
B68
3 3 0 0 8-2 6
VB/S 3 2 0 1 7-6 4
HB
3 1 0 2 3-5 2
KÍ
3 0 0 3 1-6 0
Nygaard aftur á vøllinum
Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á
Tvøroyri, spældi um vikuskiftið sín fyrsta dyst fyri besta
liðið hjá Queens Park Rangers í hesum kappingarárinum.
Marc hevur verið skaddur, og í farnu viku spældi hann
ein hálvleik við eykaliðnum. Leygardagin byrjaði Marc
Nygaard í álopinum hjá QPR, sum spælir í næstbestu ensku
deildini, og hann spældi til langt inn í yvirtíðina, tá ið hann
varð skiftur út. Dysturin var ímóti Plymouth á útivølli, og
úrslitið var 1-1.
Zlatan skoraði í
fyrstu royndini
Svenski álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic spældi um
vikuskiftið sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið Inter, og
tað gekk væl. Inter vann dystin ímóti Fiorentina 3-2, og
Zlatan skoraði eitt av málunum. Zlatan hevur annars verið
í miðdeplinum fleiri ferðir í summar, og í seinastu viku
var hann sendur heim frá svensku landsliðsleguni, tí hann
hevði verið í býnum saman við tveimum liðfeløgum. Inter
var á odda 3-0 í dystinum, men Luca Toni skoraði tvey mál
seint í dystinum.
Við sigrinum
leygardagin
hevur Helgi Dam
Ziska nú vunnið
føroyameistaraskapin
í snartalvi trý ár á rað.
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í frálíkum umstøðum í
Læraraskúlaauluni kappað
ust 35 telvarar um føroya
meistaraskapin í snartalvi.
Undan kappingini hevði Talv
samband Føroya aðalfund,
har millum annað greitt varð
frá einum hendingaríkum og
góðum talvári. Virkisfýsna
nevndin varð sum væntað
afturvald.
Sum ein múrur
Skipanin varð soleiðis, at
níggju dupultumfør skuldu
telvast. Tað vil siga, at hvør
telvari hevur hvítt og svart
móti sama mótstøðumanni,
og hetta gevur samanlagt 18
talv.
Eftir fyrstu trý umførini
var líkt til, at kappingin fór
at standa millum Helga D.
Ziska og John Rødgaard.
Teir hittust í 4. umfari, og
Helgi vann 1,5 – 0,5. Aftan á
hetta streyk Helgi frá hinum.
Rødgaard misti - eins og allir
hinir í toppinum - okkurt
óvæntað stigið á vegnum.
Einans Helgi telvaði støðugt
og sannførandi. 16,5 stig av
18 møguligum!
Martin
Poulsen
gav
Helga bestu mótstøðuna.
Teirra uppgerð endaði 1-
1. Men annars var Helgi
sum ein múrur. Har var
einki hol og ógjørligt var
at bróta grótmúrin niður.
Ein ósvikaliga uppiborin
FM-sigur til unga havnar
mannin.
Finnbjørn
blandaði seg
Snarmeistarin frá ár 2000
hevði eina fram úr góða
kapping. Størsta styrkin hjá
Finnbirni Vang er snartalv,
men kortini er hansara 2.
pláss eitt sindur óvæntað.
Finnbjørn fekk 14 stig.
Á 3. plássi kom Rødgaard,
3,5 stig aftanfyri Helga og
1 stig aftanfyri Finnbjørn.
Rødgaard segði seg als ikki
vera nøgdan við sítt avrik.
Torkil Nielsen og Martin
Poulsen vóru beint niðan
fyri heiðursplássini. Ungu
synirnir hjá Torkili, Rógvi
E. Nielsen og Høgni E. Niel
sen, blandaðu seg í toppin
við ávíkavist 10,5 og 10
stig.
FM í snartalvi 2006
Nr. Telvari
Rating
Stig
1
Ziska, Helgi Dam
2352
16,5
2
Vang, Finnbjørn
2109
14,0
3
Rødgaard, John
2364
13,0
4
Nielsen, Torkil
2046
12,5
5
Poulsen, Martin
2306
12,0
6
Simonsen, Ólavur
2093
10,5
7
Samuelsen, Carl E.Nolsøe
2247
10,5
8
Petersen, Terji
2021
10,5
9
Nielsen, Rógvi E. (Ratingvl. 2)
1565
10,5
10 Thorsteinsson, Sjúrður (Ratingvl. 1)
1941
10,0
11 Andreasen, Andrias
1833
10,0
12 Joensen, Jógvan
1702
10,0
13 Joensen, Óli
1749
10,0
14 Nielsen, Høgni E.
1250
10,0
15 Andreasen, Jákup á R.
1946
9,5
16 Ziska, Andrias
1876
9,5
17 Dalsgarð, Arnbjørn
1588
9,5
18 Lamhauge, Eyðun
1707
9,5
19 Jógvansson, Hjalti T.
1476
9,5
20 Reinert, Regin
1803
9,0
21 Dam, Vagnur
1151
9,0
22 Jacobsen, Heiðrikkur T.
1483
8,5
23 Berg, Margeir
1559
8,5
24 Hansen, Hanus Ingi
1520
8,5
25 Næsborg, Jens Ole
1700
8,5
26 Skorastein, Símun (Ratingv. 3)
1000
8,0
27 Hansen, Herborg
1333
7,5
28 Jacobsen, Rúni T.
1000
7,5
29 Hentze, Jóhan
1013
7,0
30 Simonsen, Jan
1174
7,0
31 Hansen, Dánjal K.
1000
7,0
32 Nielsen, Janus E.
1000
6,5
33 Andreasen, Eydna J.
1000
6,0
34 Olsen, Sára
1000
5,0
35 Poulsen, Petur
1000
3,0
Helgi vann í stórum stíli
Helgi Dam Ziska vann FM í snartalvi sannførandi, hóast nógvir aðrir sterkir telvarar vóru við í
kappingini