Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 174 - 11. september 2006 ] Sjeyfaldi heimsmeist­ arin og mest vinnandi formil 1 koyrarin nakrantíð Michael Schumacher gevst sum koyrari, men heldur fram í øðrum leikluti hjá Ferrari Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað var ein sera rørdur Schu­macher, ið á almenna tíðindafundinum eftir koyr­ ingina á Monza gav boðini um, at hann velur at gevast nú. Hann segði, at hann kendi, at hetta var rætta løtan at gevast. Hann segði, at hesi 30 árini, ið hann hevur verið í motorítróttinum, høvdu verið heilt serlig fyri hann. Og at hann hevði elska hvørja løtu, bæði tær góðu og tær ringu. Við trygga sigrinum í dag, vísti Schumacher, at hann enn hevur nógv at geva ítróttinum, men hann velur altso at gevast á toppinum. Hetta er ein stórur missur hjá Ferrari og hjá øllum hesum ítróttinum. Michael Schumacher við­ gekk, at avgerðin at gevast hevði verið trupul, men at hann kendi, at hetta var rætta stundin. Hann segði, at hann langt síðan hevði fingið at vita, hvør avloysari hansara var, og tað var ein koyrari, ið hann var glaður fyri, at tað var hesin sum skuldi avloysa hann. Michael Schumacher vildi ikki siga, hvør avloysari hansara var, men stutt eftir varð al­mannakunngjørt, at talan var um Kimi Räikkönen, ið verður liðfelagi við Felipe Massa komandi kapp­ ingarár. Räikkönen hevur sáttmála fram til og við 2009, meðan Massa hevur longt sín núverandi sáttmála fram til og við 2008. Avgerðin at gevast nú, var eisini knýtt, at Felipe Massa, ið var ein ómetaliga góður liðfelagi, og átti at fáa møguleikan at velja at halda fram í Ferrari, segði Schumacher. Á almennu heimasíðuni hjá Ferrari sigur bil­skap­ arin, at tá hetta kapp­ingar­ árið endar, fer liðið sum vant at kunngera hvussu liðleiðslan verður komandi kappingarár, og millum ann­ að verður nýggi leikluturin hjá Michael Schumacher í liðnum kunngjørdur. Michael Schumacher er meira enn nakar annar vorðin ímyndin av formil 1. Nú gevst hann sum aktivur formil 1 koyrari. Hetta eftir yvir 15 ár í formil 1, harav 11 kappingarár hjá Ferrari. Michael Schumacher held­ ur nærum øllum metum í ítróttinum, frá 7 koyrara heimsmeistaraheitum, lut­ tøku í at vinna 7 liðmeist­ araheiti, 90 sigrum, 68 fyrstu byrjunarstøðum, 75 skjótastu umførum og 1354 stigum í sínum higartil 247 koyringum. Við at gevast nú, er tað samstundis eitt met, ið Schu­macher ikki fer at taka, hetta er metið fyri flestu koyringar. Eftir eru einans 3 koyringar hetta kappingarárið, so samlaða talið verður 250 koyringar, hetta er seks færri enn Ricardo Patrese, sum frá 70’árunum til 90’árini koyrdi 256 koyringar, skriv­ ar ferrariworld.com. Nistelrooy gjørdi hattrick Ruud van Nistelrooy er langt frá liðugur at gera mál, hóast hann er vrakaður bæði í Manchester United og á hollendska landsliðnum. Nistelrooy spælir nú fyri spanska stórfelagið Real Madrid, og hann var rættiliga upp á spæl í dystinum um vikuskiftið. Real Madrid spældi ímóti uppflytarunum úr Levante og vann tryggan 4-1 sigur. Nistelrooy skoraði fyrsta málið i dystinum, og eftir at støðan síðani varð blivin 2-1 til Real Madrid, skoraði hann tvær ferðir afturat. Frem vann á oddaliðnum Eingin føroyskur spælari var á vøllinum, tá ið Frem í gjár vann á oddaliðnum Fredericia í næstbestu donsku deildini. Jónas Tór Næss, sum hevur verið fastur maður á liðnum hjá Frem, er farin út í kuldan, og Gunnar Nielsen sat sum vanligt á beinkinum allar 90 minuttirnar. Frem skoraði einasta málið í dystinum, og tað gjørdi Christian Brødnum eftir ein tíma. Frem liggur nummar fýra í donsku 1. deild, tvey stig aftanfyri oddaliðið Lyngby. Michael Schumacher gevst á toppinum Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Veruligur spenningur kom aftur í HM kappingina í formil 1 í dag, tá sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher megnaði at vinna koyringina á Monza, meðan kappingarneyti hans­ ara um HM heitið Fernando Alonso koyrdi útav við einum útbrendum motori. Ein sigur á italsku heima­ breytini hjá Ferrari Monza var besta farvæl gávan, ið Michael Schumacher kundi geva sínum trúgvu tifosi, ið hava tikið týskaran til sín, sum var hann ein av teirra egnu. Men tá núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso, ið hevði koyrt seg upp á triðja pláss, knappiliga steðgaði upp í einum rokið av roykið og motor pettum, við 10 umførum eftir, fór veruliga at kóka á heimavøllinum. Munurin millum Alonso og Schumacher er nú einans 2 stig, og við Ferrari í topformi, so tykjast sann­ líkindini góð fyri, at Micha­ el Schumacher verður 8. faldur heimsmeistari, tá han um tríggjar formil 1 koyringar parkerar Ferrari bilin í pitgaraguni á síðsta sinni. Koyringin í dag var hend­ingarík, við nógvari tættari koyring. Michaels Schumacher og Kimi Räik­könen, ið byrjaði fremst­ur, vóru tættir alla koyringa Men eftir at Micha­el Schumacher kom framvið Räikkönen í fyrsta pittsteðginum, so var einki Räikkönen veruliga kundi gera. Michael Schumacher hevði frá byrjanini eitt sindur meira av bensini í sínum bili, so tá Räikkönen fór í pitt á 15. umfari, so fekk Michael Schumacher við tveimum skjótum um­førum, syrgt fyri, at hann kom framvið Räikkönen. Nýggi maðurin í BMW Robert Kubica tók øll av bóli. Hann byrjaði øgiliga væl, og lá á triðja plássi mest sum alla koyringina, inntil hann misti plássið til Alonso í síðsta pittsteðginum, men tá Alonso var noyddur at gevast, fekk Kubica triðja plássið aftur. Hann er fyrsti pólendingur, ið hevur koyrt formil 1, og er longu vorðin ein stjørna. Felipe Massa lá beint aft­ an fyri Alonso og Kubica, tá motorurin hjá Alonso fór í spønir, Massa gleyð í pettunum og oljuni frá Renault bilinum, og oyði­ legði sær høgra framhjól í hendingini. Hann var tí noyddur í pitt, hetta kostaði honum stig, tí hann datt av 4. niður á 9. pláss. Giancarlo Fisichella koyrdi í mál sum fjórð bestur við bert einum pittsteðgi, í mun til tveir sum allir hinir fremstu koyrararnir høvdu valt. Úrslitið av formil 1 koyringini á Monza breytini í Italia Nr. Bilførari Bilur Byrjunarstøða 1 Michael Schumacher Ferrari 2 2 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 1 3 Robert Kubica Sauber-BMW 6 4 Giancarlo Fisichella Renault 9 5 Jenson Button Honda 5 6 Rubens Barrichello Honda 8 7 Jarno Trulli Toyota 11 8 Nick Heidfeld Sauber-BMW 3 9 Felipe Massa Ferrari 4 10 Mark Webber Williams-Cosworth 19 11 Christian Klien RBR-Ferrari 16 12 David Coulthard RBR-Ferrari 14 13 Scott Speed STR-Cosworth 15 14 Ralf Schumacher Toyota 13 15 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 17 16 Takuma Sato Super Aguri-Honda 21 17 Christijan Albers MF1-Toyota 18 18 Tiago Monteiro MF1-Toyota 20 Givnir Fernando Alonso Renault 10 Pedro De La Rosa McLaren-Mercedes 7 Sakon Yamamoto Super Aguri-Honda 22 Nico Rosberg Williams-Cosworth 12 HM fyri koyrarar eftir Monza 1 Fernando Alonso Spania 108 2 Michael Schumacher Týskland 106 3 Felipe Massa Brasilia 62 4 Giancarlo Fisichella Italia 57 - Kimi Räikkönen Finnland 57 6 Jenson Button Ongland 40 7 Juan Pablo Montoya Kolumbia 26 8 Rubens Barrichello Brasilia 25 9 Nick Heidfeld Týskland 20 10 Ralf Schumacher Týskland 18 11 Pedro de la Rosa Spania 14 - David Coulthard Skotland 14 13 Jarno Trulli Italia 12 14 Jaques Villeneuve Kanada 7 15 Robert Kubica Póland 6 - Mark Webber Avstralia 6 17 Nico Rosberg Týskland 4 18 Christian Klien Eysturríki 2 19 Vitantonio Liuzzi Italia 1 HM fyri lið eftir Monza 1 Ferrari 168 2 Renault 165 3 McLaren-Mercedes 97 4 Honda 65 5 Sauber BMW 33 6 Toyota 30 7 Red Bull Racing Ferrari 16 8 Williams-Cosworth 10 9 STR-Cosworth 1 Nú er veruliga vorðið spennandi Michael Schumacher Mynd: Scanpix.dk