Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2006 3 tíðindi Farna vikuskifti luttóku 150 fólk á útimissións­stevnu í leguhúsinum í Nesvík, sum Heimamissiónin skipaði fyri. Nógv ymiskt var á skránni, og møtisalurin var mestsum fullsettur til møtini um kvøldarnar ÚTIMISSIÓNS­STEVNA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Heimamissiónin skipaði í vikuskiftinum fyri úti­ missi­ónsstevnu í Nes­vík. Evnið fyri allari stevn­uni var útimissión, og fyri­ skipararnir høvdu gjørt nógv burturúr at fáa umhvørvið til at stuðla boðskapinum. Forhøllin í leguhúsinum var prýdd við øllum møguligum forkunnug um úr ymiskum londum, sum føroyskir trú­ boðarar eru í. Millum annað stóð eitt modell av einum afrikanskum stráhúsi mitt á gólvinum. Ymsir felagsskapir høvdu básar í forhøllini, millum annað YWAM og OM, og tríggjar uppvørpur stóðu í hvør sínum horni. Har vóru vístar myndir frá føroysku trúboðarunum í teimum ymsu londunum, og eisini var kunning um, hvørji fólkasløg ikki hava hoyrt boðskapin um Jesus. Forkunnugur døgurði Leygardagin var for­kunn­ ugur døgurði við rættum úr Afrika og Ukraina. Fólk vóru biðin um at vaska hendurnar áðrenn mál­ tíðina, tí at tey skuldu eta við fingrunum. Eisini vóru áhugatímar á skránni, har ið millum annað fyrrverandi og núverandi trúboðarar undirvístu. Thormod Engelsviken tal­aði til møtini, sum vóru um kvøldarnar. Seinni á kvøldunum vóru ung­dóms­ tiltøk við lívligari sangi og framførlsum. Leygar­ kvøldið høvdu tey ymisku toymini, sum vóru úti í summar, framløgu við liv­ andi myndum. Millum annað greiddu umboð frá tí eftirhondini landskenda Ísraelstoyminum frá túrin­ um, har ið tey endaðu mitt í einum stríði millum ísraelsku stjórnina og Hiz­ bollah. Les meira um Úti­missións­ stevnuna á síðu 16. Forkunnug útimissións­ stevna í Nesvík Leygardagin var for­ kunnugur døgurði við rættum úr Afrika og Ukraina. Fólk vóru biðin um at vaska hendurnar áðrenn máltíðina, tí at tey skuldu eta við fingrunum. Her eru tað trúboðararnir Jórun og Nurlan Malaikev, sum njóta døgurðan saman við soninum og foreldrunum hjá Jórun. Jórun og Nurlan arbeiða millum gøtubørn í Kiev í Ukraina. Mynd: Frants Jensen, Trúboðin Forhøllin í leguhúsinum var prýdd við øllum møguligum forkunnug um úr ymiskum londum, sum føroyskir trúboðarar eru í. Millum annað stóð eitt modell av einum afrikanskum stráhúsi mitt á gólvinum. Mynd: Frants Jensen, Trúboðin