Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 175 - 12. september 2006 Fær Mentamálaráðið sín vilja, verður eldra­ røktin í Føroyum sett nógv ár aftur í tíðina, sigur Ása Ol­sen, forkvinna í heilsuhjálpara­ felagnum Eldrarøkt og útbúgving Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Mentamálaráðið hevur hildið okkum fyri tað turra spott. Àsa Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum hvørki vil ella kann góð­ taka framferðina hjá Menta­ málaráðnum. – Mentamálaráðið er í ferð við at oyðileggja heilsu­ útbúgvingarnar í Føroyum og tað vilja vit ikki finna okkum í, sigur hon. Rættiligt stríð hevur tik­ ið seg upp ímillum Heilsu­ hjálparafelagið og Menta­ mála­ráðið um fram­tíðina hjá heilsuút­búgv­ing­unum í Føroyum. Og Heilsuhjálparafelagið tekur málið so álvarsliga, at tey hava skrivað hvørjum ein­støkum tinglimi og hvørj­um landsstýrismanni skriv í eini roynd at steðga mentamálaráðnum. –Vit hava áður roynt at fáa svar frá mentamálaráðnum, men tey øna okkum ikki aftur, sigur hon. Tað, sum felagið sipar til, er uppskotið, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, legði fyri tingið tíðliga í vár um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar – Hetta er ein lóg, sum ein arbeiðsbólkur hjá Menta­ málaráðnum hevur ar­­beitt við síðani í mai 2003 og har endamálið var at end­ur­ nýggja lógina um út­­búgv­ing til heilsuhjálpara og heilsu­ røktara, sigur Àsa Olsen – Endamálið hjá arbeiðs­ bólk­inum var, at talan skuldi vera um tvær beinleiðis yrk­is­­førleikagevandi út­ búgv­­ingar, eina eitt árs heilsu­hjálparaútbúgving og eina longri heilsu­røktara­ útbúgving. Men hon sigur, at nú menta­málaráðið er í ferð við at orða kunngerðirnar, sum útbúgvingarnar skulu vera eftir, er ætlanin, at heilsu­ hjálparaútbúgvingin ikki skal vera ein yrkisførleikagevandi útbúgving, men einans skal vera eitt fyrireikandi støðisár til eina a longri útbúgving. – Tað merkir, at tey, sum bara taka tað eitt árs longu heilsuhjálparaútbúgvingina, skulu ikki longur kunna brúka hana til at søkja sær ar­beiði við á sama hátt sum nú, men einamest kunnu brúka hana sum eina fyri­reiking til eina longri útbúgving. Ása Olsen sigur, at tey hvørki vilja ella kunnu góð­ taka, at mentamálaráðið ætl­ar at redusera heilsu­ hjálp­­araútbúgvingina til eitt støðis­ár. – Heilsuhjálpara­út­búgv­ ingin er ein bein­leið­is før­ leikagevandi yrkis­út­búgv­ing og kann tí als ikki líknast við eitt støðisár. Forkvinnan í heilsu­hjálp­ ara­felagnum sigur, at í Før­ oy­um hava vit onki, sum eitur eitt støðisár í hesum sam­bandi, akkurát, sum tey hava í Danmark. – Tað mettu vit vera óneyð­ ugt, tí tey flestu hava 10. flokk. Í Danmark var støð­is­ árið gjørt til tey, sum komu úr 9. flokki og tað er nakað annað. Har hava tey eitt støð­ is­ár, áðrenn tey fara undir heilsuhjálparaútbúgvingina. Ása Olsen sigur, at tey føla seg hildin fyri gjøldur, nú mentamálaráðið er farið at meta heilsuútbúgvingarnar sum eina vanliga mið­náms­út­ búgving ístaðin fyri at meta tær sum tvær sjálvstøðugar útbúgvingar. – Vit hava brúkt nógva orku og tíð við at sita í hesum arbeiðsbólki fyri at gera eitt so gott lógaruppskot sum gjørligt. – Og lógin, sum nú er sam­tykt, nevnir als onki um nakað støðisár, so vit vilja hava at vita, hvaðani mentamálaráðið hevur fing­ ið hetta støðisárið frá, sigur Ása Olsen. Hon vísir á, at tey næstu 15 árini fara eini 250 fólk úr starvi fyri aldur og hjá heilsurøktarafelagnum er støð­an nakað tað sama. – Skal heilsuhjálpara­út­ búgv­ingin nú avtakast og gera hana til eitt fyrireikandi støðisár, verður støðan í eldra­økinum nógv verri, enn hon var, tá ið útbúgvingin varð sett á stovn fyri fimm árum síðani. Hon minnir á, at út­­búgv­ ingin varð sett í gongd í Føroyum, tí at tørvurin á útbúnum fólki var sera stórur og tað er hann enn. – Og síðani útbúgvingin kom, er øll eldrarøktin lyft upp á eitt nógv hægri støði við hesi útbúgving, sigur Ása Olsen. – Er støðan tann, at ein ætlar at fara aftur til støð­ una, ið var áðrenn nøkur út­búgving var í Føroyum, eigur mentamálaráðið at siga tað greitt og pakka tað inn soleiðis, leggur hon afturat. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Mentamálaráðnum áðrenn blaðið fór til prentingar. Mentamálaráðið heldur okkum fyri tað turra spott Mentamálaráðið er í ferð við at oyðileggja heilsuútbúgvingarnar í Føroyum og at seta eldrarøktina í Føroyum fleiri ár aftur í tíðina, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum åLeygarkvøldið verður DJ-Show og karaoke- kvøld í Kelduni í Skálavík. Útvarpmaðurin frá Rás 2 og tónleikarin James Olsen skipar fyri karaoke, har Sandingar fáa høvið til at verða stjørna í eitt kvøld. Eisini verður diskotek, har DJ-Markman fer at spæla nýtt og gott gamalt Bussur koyrur úr Skopun um Sand og til Skálavíkar. Tiltakið byrjar kl. 23:30. Tað er 15 ára aldursmark. nud Karaoke í Skálavík