Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2006 5 tíðindi Løgmaður ásannar, at landsstýrið hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at tryggja at skipini hjá Strandferðsluni kunnu sigla, eisini tá ið arbeiðssteðgur er Arbeiðssteðgir og Strandferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrið hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni kunnu sigla, hóast arbeiðs­ steðgur er. Tað viðurkennir Jóannes Eidesgaard, løgmaður – Men tað positiva er, at vit hava tikið málið upp og arbeiða fyri at finna eina loysn, leggur hann afturat. Í morg harrans ár hava pol­ itikarar tosað um at gera eina skipan, so vit sleppa undan, at skipini hjá Strandferðsluni í heilum verða løg, tá ið arbeiððsteðgur er. Tað eru mest Sandoy og serstakliga Suðuroy, sum hava merkt sviðan av ar­beiðs­­steðgum, tí har er alt ferðasamband mangan kvett av til stóram ampa hjá ferða­ fólki, ítrótti, mentan og serliga hjá vinnulívinum. Tað eru heili fimm fak­ feløg, sum varða av Smyrli og hvørja ferð eitt av teim­ um er í arbeiðssteðgi, liggur hann. Tey feløgini eru Skip­ ara-og Navigatørfelagið, Starvs­­­­mannafelagið, Maskin­ meist­­­arafelagið, Havnar Ar­­­beiðsmannafelag, sum eig­­ur mannin, ið bindur Smyril í Havn og Føroya Ar­ beiðarafelag, ið eigur mann­in, ið bindur Smyril í Suðuroy. Fyri tveimum árum síðani lógu skipini aftur, men tá varð Løgtingið at markinum til at leggja upp í fyri at áleggja pørtunum við lóg at hava strandfaraskipini í sigling. Men tað kom ikki so langt, tí partarnir funnu saman aftur og funnu eina loysn, áðrenn ein politisk upp í legging kom upp á tal. Men tá lovaðu fleiri politik­ arar við plikt og bót, at nú skuldi alt gerast fyri at finna eina skipan, so at skipini ikki aftur fóru at verða løgd av einum arbeiðssteðgi. Ongan veg komin Men nú sita Fíggjarmálaráðið aftur við samráðingarborðið og tá er altíð vandi fyri, at tað endar í arbeiðssteðgi. Men framvegis er ongin skipan funnin, sum tryggjar, at skipini kunnu sigla, skuldi landið aftur enda í verkfalli ella verkbanni. Vit hava spurt løgmann, hvat varð av ætlanini at finna eina skipan, sum skuldi tryggja siglingina hjá Strandferðsluni í arbeiðs­ steðgum. Hann sigur, at málið er tikið upp, men hann ásannar eisini, at tað er alt ov lítið hent á hesum øki. – Hetta er ikki nóg gott, tí hetta kundi verið munandi meiri intensivt, sigur hann. Um hetta er eitt nefs til Bárð Nielsen, landsstýrismann, ella ikki, kunnu ymsar mein­ ingar verða um. Í øllum førum var tað lands­stýrismaðurin í fíggjar­ málum, sum skuldi standa fyri arbeiðnum. – Landsstýrið og partarnir á arbeiðsmarknaðinum høvdu ein fund fyrr í summar og har løgdu partarnir síni sjónarmið fram. – Har førdu vit fram, at tað var sera óheppið, at tað er so ójavnt, sum arbeiðssteðgir raka ymisk øki í landinum. Løgmaður sigur, at hin­ vegin er verkfall ein rættur sum fakfeløgini hava og tað hevur sín prís at geva ein rætt frá sær. Harafturat tosaðu vit um, at tað var neyðugt at viðgera málið. – Í øðrum londum eru loysnir funnar, so tað eigur eisini at bera til her hjá okkum, sigur løgmaður. À tí fundinum varð eisini avtalað, at Bárður Nielsen skuldi kallað partarnar inn aftur sítt í august mánað. Men nú eru vit í sep­tem­ ber og ongir partar eru inn­ kallaðir. Hetta er so tað, sum er hent í málinum hesi seinastu tvey árini, síðani skipini hjá Strandferðsluni seinast lógu í einum arbeiðssteðgi…. Ongin fundur enn Bárður Nielsen, lands­stýris­ maður í fíggjarmálum, sig­ ur, at nýggjur fundur við fak­feløgini verður neyvan fyrrenn nýggjur sáttmáli er undirskrivaður. – Vit samráðast í løtuni við Starvsmannafelagið og at kalla partarnar saman nú at við­gerða spurningin um at Strandferðsluni undan ar­­beiðs­ steðgum, kann órógva sam­ ráðingarnar, heldur hann. Hann sigur annars, at á fund­ inum fyrr í summar, játtaðu fakfeløgini at tey eru sinnað at viðgera spurn­ingin, men tey vilja ikki lova nakað. Skammiligt Fyri tveimum árum síðani, var Gerhard Lognberg, løg­­tingsmaður fyri javn­ að­ar­flokkin í Sandoy, ein teirra, sum var til reiðar at fáa Løgtingið at samtykkja við lóg, at skipini skuldu sigla, tá ið arbeiðssteðgurin tá var. Hann fegnaðist um, at sam­­gongan tá settu sær fyri at finna eina varandi skip­­an, so at Strandferðslan verður undantikin ósemjum á arbeiðsmerknaðinum. Men hann ásannar, at tað er onmki hent á økinum og tað heldur hann er skammiligt. – Eg havi reist málið í sam­ gonguni fleiri ferðir, men hvørja ferð eri eg biðin um at taka tað róligt, tí arbett var við málinum. – Talan kundi ikki vera um at gera nakað við lóg, tí vit skuldu finna eina skipan, sum fakfeløgini kundu góð­ taka fyri ikki at taka verk­ falsrættin frá teimum. Hann staðfestir, at orsøkin til so lítið er gjørt, er rætt og slætt tann, at hetta hevur ikki havt nóg stóran áhugað hjá landsstýrinum. – Var hetta eitt mál, sum landsstýrið brendi fyri, var eisini meiri hent í málinum, so orsøkin kann ikki vera onnur enn manglandi áhugi. Somuleiðis hevur Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum eisini er í samgongu, reist málið við jøvnum mill­ um­bili, men eisini hann má staðfesta, at onki er gjørt og tað harmast hann um. Hergeir Nielsen, sum um­boðar tjóðveldisflokkin í Suðuroy, er í andstøðu í Løgtinginum, men hann sigur, at hann royndi at fáa undanfarnu samgongu at taka málið upp, men tað varð av ongum. Somuleiðis hevur hann merkt sær, at hendan sam­ gong­an hevur tosað um at gera nakað við málið, men tað er harmiligt, at onki er komið burturúr. Løgmaður: Hetta er ikki nóg gott Nú skuldi tað vera- men næstan onki er hent og um ein mánað er vandi fyri, at Strand­ferðslan aftur verur løgd lamin í ar­beiðssteðgi og tað fer at raka sandoy­ingar og serstakliga suðuroyingar, serstakliga meint Dramatiskur Deiggj føðingar­ dagur á Tvøroyri Tá Deiggj trummu­ leikarin gjørdist ov seinur til Smyril leygarkvøldið, mátti tyrla setast inn fyri at bjarga 25 ára føðingardegnum hjá navnframa Suðuroyarbólkinum Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Deiggj leygarkvøldið fór á pall í Tvøroyrar Klubba, at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá bólkinum, í staðnum har alt byrjaði fyri 25 árum síðan, var hýrurin munandi betur, enn hann hevði verið nakrar fáar tímar frammanundan. Umstøðurnar hjá Deiggj, minna ikki sørt um teir trupulleikarnir, ið Summ­arfestivalurin og G! Festivalurin høvdu í summar. Í tveir og ein hálvan tíma hildu limirnir í bólkinum, at teir skuldu spæla uttan at vera fullmannaðir. Trummuleikarin Herluf, bass­leikarin Sverri og ljóm­ borðsleikarin Pætur skuldu allir koma suður við Smyrli kl. 20 leygarkvøldið, men tá Smyril legði frá landið, vóru einastu deiggjararnir umboð Pætur og Sverri, með­ an Herluf stóð á bryggjuni eina lítla løtu ov seinur. Lagið á Deiggja var ringt hesa løtuna. Bólkurin fekk spælt, tí hann er somikið væl stillaður, at sangarin Dennis er gamli trummuleikarin í bólkinum, men hetta fór at merkja spæliskránna, og teir fingu tí ikki spælt nógv av tí, ið teir ætlaðu at spæla. Fróði Vestergaard viðgongur at lagið var í botni hesa løtuna. – Hvat hendi, jú ,klokkan 22.35 kemur Tyrlan hjá Al­tantsflog flúgvandi út úr myrkrinum og út stígur Herluf. Hann hevur leiga sær Tryluna, sigur Fróði. Hinir sótu tá og fingu okkum ein betri bita heima hjá Dennis, ið inntil hetta hevði eitt kvøld handan trummurnar í væntu. – Tað lætnaði og humøri vendist 180 gradir, sigur Fróði. Deiggj spældi síðan alt kvøldið fyri einum klubba, ið var á tremur við fólki. Teir mundu ikki sloppi av pallinum aftur, tí øll vildu hava eitt eykalag, greið­ir Fróði Vestergaard væl nøgdur frá. Fróði sigur, at hóast tað var dýrt at leiga tyrluna, so var tað allar pengarnar vert.