Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 175 - 12. september 2006 tíðindi Í gjár var stórur føðing­ar­ dagur hildin á Ellis-og Av­ lamisheiminum í Vágum. Føðingardagsbarnið var Alma Frederiksen, sum 11. september fylti 100 ár. Dagurin byrjaði við gudstænastu klokkan 10.30, har David Johannesen, prest­ur, prædikaði fyri Almu, børnum hennara, sum øll vóru hjástødd, bú­­ fólkum og starvsfólkum á heiminum. Um middagsleitið bjóð­ aði Ellis-og Avlamisheim­ ið føðingardagsbarninum, børnum hennara saman við búfólki og starvsfólki døg­ urða, og døgurðin var júst eftir ynskjunum hjá Almu sjálvari. Henni dámar ógvuliga væl fleskasteik og sitrón­ fromasju, og hetta var eis­ ini matarskráin. Undir borðhaldinum segði Alma Frederiksen, sum eftir høga aldrinum er rættiliga væl fyri, nøkur orð, har hon takkaði fyri døgurðan og tað, sum tey høvdu gjørt burtur úr. 250 fólk Tann almenni parturin av føðingardegnum var mill­ um klokkan 15 og 18 í gjár. Úr Vágum verður sagt, at eini 250 fólk nýttu høvi at heilsa Almu og familju hennara á degnum. Millum tey mongu vóru løgmaður, Jóannes Ejdes­ gaard, landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm og borg­ arstjórarnir í Vágum, Na­ poleon Magnusen úr Mið­ vági, Jákup Súni Lauritsen úr Sørvági og Rósa Samuel­ sen úr Sandavági. Onnur umboð vóru eisini fyri tað almenna, og Alma fekk bæði heilsanir, blómur og onkra peningagávu. Øll tey mongu, sum nýttu høvi at heilsa føðingar­ dagsbarninum, fingu gott smyrjibreyð, kaffi, te og køkur. Stórar køkur vórðu bor­ nar á dyrnar, sum settu sín dám á fjølbroytta køku­ borðið. Alma takkaði Undir borðhaldinum vóru røður og sangur, og eisini her nýtti Alma høvi at siga nøkur orð. Hon takkaði fyri alt, sum fólk høvdu gjørt burtur úr degnum, og hon takkaði øllum teimum mongu, sum komin vóru at heilsa henni. Ein serstøk tøkk fór til løgmann fyri vitjanina, og tað er ikki undrunarvert, tá ið onkur hevur sagt okkum, at Alma áður hevur verið stillari hjá Javnaðar­flokki­ num. Í røðu síni segði Alma eitt sindur um langa lívið hjá sær, sum hevur havt eitt sindur av hvørjum við sær, bæði góðum og minni góðum. Av níggju børnum, sum hon hevur borið undir belti, eru trý farin. Øll hini seks vóru við til føðingardagin. Hon takkaði øllum, sum høvdu gjørt hendan stóra dagin so góðan og hugna­ ligan. Væl fyri Í morgun, tá ið Sosialurin tosaði við Ellis-og Av­ 100 ára føðingardagur: - Hví vaktu tit meg ikki fyrr í morgun? – Tá ið Alma Frede­rik­ sen vaknaði heldur seint í morgun, spurdi hon, hví vit ikki høvdu vakt hana fyrr. Jú, lagið er gott. Hon er væl fyri og er ógvu­ liga glað og takksom fyri dagin í gjár, siga tey á Ellis-og Avlamis­ heiminum í Vágum Løgmaður heilsar føðingardagsbarninum á 100 ára degnum Mynd: Jens Kr. Vang 100 ár Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo