týsdagur 12. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2006
7
tíðindi
lamisheimið í Vágum, søgdu
tey, at Alma var væl fyri.
– Tá ið hon vaknaði,
spurdi hon, hví vit ikki
høvdu vakt hana fyrr í
morgun. Jú, lagið er gott.
Hon er ógvuliga glað,
serstakliga takksom og væl
fyri í morgun.
Í Vágum siga tey, at
Alma er púra klár. Hon
veit, hvørji øll síni eru – og
hesi eru vorðin rættiliga
mong í tali, sum árini eru
gingin.
– Eygu og oyru eru farin
at bila hjá henni, men Alma
er uppi at kalla hvønn dag,
og hon tekur eisini stokk
arnar í hondina og bindur
okkurt lætt, tá ið hon styttir
sær stundir.
Eftirkomarar
Alma Frederiksen, fødd
Heinesen, er ættað úr
Sandavági.
Foreldur hennara vóru
Maria og Nicodemus Heine
sen.
Í 1938 giftist hon Sig
mundi Frederiksen, sum
var miðvingur. Maðurin
doyði í 1980.
Hon og maðurin búsett
ust í Miðvági, har Alma
búði, til hon fyri fýra árum
síðan í oktober fór á Ellis-
og Avlamisheimið í Vág
um.
Tvey av børnum hennara
búgva í Vágum, eitt í Suð
uroy, og trý búgva í Dan
mark.
Ígjøgnum eitt so langt
lív, eigur Alma ein heilan
hóp av eftirkomarum. Hon
eigur nevniliga 26 ommu
børn, 62 langommubørn og
11 oldurommubørn.
Góðar hendur
Sum flestar kvinnur tá á
døgum var Alma Frederik
sen heima øll árini, eftir at
hon var gift og hevði fingið
børn at taka sær av.
Men á ungum árum var
hon í Havn og lærdi tað,
sum tey tá á døgum róptu
”sløjd”.
Hon lærdi at binda eitt nú
kurvar, stólar og borð úr
bambus, og hon tók eisini
tað óvanliga stigið tá á
døgum at hava kvøldskúla
í Sandavági.
Alma hevur havt góðar
hendur og hevur bundið
nógv pløggini í langa lívi
sínum.
Ein sermerkt løta í lívi
num hjá henni var í fjør
summar, tá ið hon slapp at
hitta Margrethu drotning
og Heindrik prins, sum
stukku inn á gólvið á Ellis-
og Avlamisheiminum á
Føroyavitjanini í fjør.
Sosialurin ynskir Almu
Frederiksen og familju
hennara hjartaliga tillukku
við degnum.
Úr Vágum siga tey, at eini 250 fólk nýttu høvi at heilsa Almu á føðingardegnum
Mynd: Jens Kr. Vang
Alma Frederiksen er væl fyri eftir høga aldrinum. Hon er klár og veit, hvørji øll hennara eru – og
tey eru mong í tali
Mynd: Jens Kr. Vang
Fyrrapartin í gjár var gudstænasta,
har David Johannesen, prestur,
prædikaði
Mynd: Jens Kr. Vang