týsdagur 12. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 175 - 12. september 2006
tíðindi
Prísurin á olju er lækkaður um
20% síðan miðan august. Brent
oljan kostar nú um 64 dollarar
fyri tunnuna. Tað tykist serliga
vera støðan í Iran, sum elvir
til lækkandi prísin. Iranar eru
blotnaðir, og hava nú bjóðað ES
at steðga við kjarnorkuroyndunum
í tveir mánaðir. Í hesum sambandi
er eisini vert at leggja til merkis, at
OPEC heldur fast við at framleiða
28 mió. tunnur um dagin, hóast
prísurin er nógv lækkaður. Ótti
var annars fyri, at OPEC kundi
minka um framleiðsluna, so hvørt
sum prísurin lækkaði. Enn eru
tó ikki tekin um, at lækkingin í
oljuprísinum er av. Hóast hann
væntandi fer at hækka aftur, verður
torført at koma upp um 80 dollarar
fyri tunnuna í bræði.
Lánsbrævarentur støðugar
Lækkingin í lánsbrævarentunum
steðgaði í farnu viku. 10-ára
rentan hækkaði 0,07% til 3,86%.
Renturnar eru tó ikki farnar at
hækka av álvara aftur.
Partabrøv eru sum
heild lækkaði
Partabrøv hava sum heild staðið
seg illa seinastu vikuna. Eitt nú
eru Norðurlond lækkað 2,7%
og Evropa er lækkað 1,9%. Eitt
undantak er Danmark, sum er
óbroytt seinastu vikuna. Orsøkin
er, at A. P. Møller – Mærsk hevur
staðið seg væl seinastu vikuna, við
eini hækking á 1,2%.
Ein orsøk til lækkingina er, at
partabrøv stóðu seg væl frá 13.
juni, tá marknaðirnir náddu botnin
eftir lækkingina, ið byrjaði fyrst í
mai. Frá botninum 13. juni til 4.
sep. hækkaði t.d. Evropa yvir 12%.
Onnur grund til lækkingina er ótti
um, at búskapurin í USA er um at
vikna. Havast skal í huga at USA
hevur staðið seg væl og at ein lítil
afturgongd tí ikki er vandatekin.
Samstundis vinna virkini enn
góðan pening.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verður evropiski
prísvøksturin væntandi í andgletti.
Annars eru ikki tey stóru hagtølini
á skránni, og íleggjarar fara tí aftur
hesa vikuna at fylgja við gongdini
á oljuprísinum.
Marknaðarrák
Oljuprísurin lækkar
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
- Hetta er eitt høgt
mál at seta okkum.
Men vit síggja greitt,
hvussu talið av
ferðafólkum økist
ár undan ári, sigur
Magnus Oddsson,
oddamaður fyri
ferðavinnustevnuna
Vestnorden Trvael
Mart.
Stóra ferðavinnu
stevnan byrjaði
í gjárkvøldið í
Laugardalshøllini
í íslendska høvuðs
staðnum. Hetta er
21. ferðin at henda
stevnan verður hildin.
Ferðavinnustevna
Orð og mynd: Snorri Brend
Reykjavík: - Hesi seinastu
árini er talið av ferðafólkum
í Norðurhøvum tvífaldað ár
undan ári.
- Hetta er nakað sum vit
fegnast um. Samstundis setir
hetta stór krøv til okkum
um at hava nakað at bjóða
teim ferðandi. Tað er ikki
nóg mikið bara at fáa tey
til okkum. Tey mugu eisini
sleppa at uppliva okkurt,
sigur Magnus Oddsson.
Vøksturin í talinum av
ferðafólkum hevur verið so
stórur, at higartil í ár hava
eini 500.000 vitjandi íalt
verið í Føroyum, Íslandi,
Hetlandi og Grønlandi.
Her verður gjørt eitt
stórt arbeiði fyri at hava
so nógv og so fjølbroytt
úrval av tilboðum til tey
ferðandi. Ein tann størsta
avbjóðingin er helst hon
at fáa hesi ferðafólkini at
koma til londini gjøgnum
alt árið.
Hetta
hevur
eydnast
í Íslandi, har ein í vetur
hevði fleiri ferðafólk enn
í summar. Og sum skilst
eru eisini ætlanir um
hetta í hinum londunum í
hesum samstarvinum innan
ferðavinnuna.
Eisini í Føroyum hevur ein
merkt hesa somu gongdina
sum hjá grannunum fyri
norðan og fyri sunnan.
- Hetta hevur verið eitt
gott ár hjá føroysku ferða
vinnuni á øllum økjum –
kanska tað besta nakrantíð,
sigur Per Hansen, stjóri í
Ferðaráðnum.
Stór øking
Á tíðindafundi í morgun
vísti Per Hansen á, at bæði
innan samferðslu, gist
ing og í talinum av ferða
mannaskipum.
Hann vísti á, at vøksturin
í flogferðsluni hevur verið
13 %, 30 % hjá Smyril
Line, 10 % í gistingum og
10 % fleiri ferðamannaskip
hava verið her í mun til í
fjør.
- Hetta gevur okkum áræði
at halda fram í arbeiðinum
at menna okkum sum
ferðavinnuland, legði hann
dent á.
Ein slíkur vøkstur kemur
ikki av sær sjálvum, men
er eitt úrslit av teirri markn
aðarføringini sum hevur
verið gjørd tey seinnu árini
– á ymiskum støðum og á
ymiskan hátt.
Eisini tær støðugu íløg
urnar innan samferðsluna
hava gjørt sítt hertil:
FaroeJet er farið at flúgva.
Atlantsflog hevur økt túra
talið. Norðoyatunnilin er
latin upp. Nýggjur Smyril
er komin. Íløgur verða
gjørdar innan hotell- og
gistingarhúsini í Føroyum.
Eitt stórt arbeiði verður
eisini gjørt á mongum
støðum kring landið, har
fólk við áræði og hugskotum
fara undir tiltøk til tess at
bjóða teim ferðandi nøkur
serstøk upplivilsir.
- Ein partur av føroysku
marknaðarføringini
eru
eisini teir nógvu tónleika
festivalarnir kring oyggj
arnar. Her koma bæði kend
útlendsk og heimlig nøvn
fram, og er hetta eisini við
til at marknaðarføra okkum
sum
ferðamannaland,
segði Per Hansen á tíðinda
fundinum.
Fótbóltur og ferðafólk
Nú er summarið farið at
halla og fólk innan ferða
vinnuna eru so smátt farin
at hugsa um komandi
summar.
Eitt sum heilt víst fer at seta
dám á ferávinnuna komandi
ár er fótbólturin – í hesum
føri undankappingin til
heimsmeistarakappingina í
fótbólti.
- Komandi ár fáa vit
vitjan av bæði Skotlandi,
Ukraina og av Fraklandi.
So hetta fer at geva okkum
stóra umtalu úti í heimi,
segði Per Hansen.
Vinna vit onkran dyst
ella fáa gott úrslit ímóti
Fraklandi, so fer tað av
álvara at seta okkum á
heimskortið!
1 mió. ferðandi til Norðurlond í 2016
Vika 37
Nógvir løkir smáir gerast stórar áir. Hetta ger seg eisini galdandi innan ferðavinnuna í Føroyum. – Vit hava havt okkara besta ár
nakrantíð, sigur Per Hansen (uttast høgrumegin), stjóri í Ferðaráðnum