Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2006 9 tíðindi Visjón 2015, alheimsgerð: Fríhandil og alheimsgerð avgerandi fyri búskaparligan vøkstur Seinnapartin mánadagin var Visjónstorg fyri al­­ heimsgerð hildið á Hotel Føroyum. Strategibólkurin hevði sum yvirskipað mál, at Føroyar skulu vera mill ­ um tey lond, sum í uttan­ ríkissamvinnu á fjøl­tátt­ aðum grundarlagi vinna sum mest í heiminum í mun til íbúgvaratalið Eisini setti strate­gi­bólk­ urin fram ítøkilig mál um, at Føroyar innan fyri eitt ávíst áramál hava fingið limaskap, atlimaskap og gjørt sáttmálar við lond og felagsskapir, soleiðis at týðandi forðingarnar fyri samhandli mill um Føroyar og onnur lond eru burtur. Kortini vóru tað ikki øll , sum vóru samd við strate­ gibólkin um, at teirra visj­ ónir nú vóru rættar ell a ikki nóg ambitiøsar. Mill ­ um annað Høgni Hoydal var atfinningarsamur mót­ vegis bólkinum, og hansara viðmerkingar kunnu lesast aðrastaðni á síðunum. Løgmaður helt hinvegin, at uppleggið var gott og at bólkurin hevði gjørt eitt gott arbeiði. – Hetta er eitt gott pappír, og tað mest gleðiliga í øll um hesum er, at tað er gongd í næstan øll um nevndu málum, segði Jóannes Eidesgaard Limaskapur í altjóða felagsskapum Eftir at hava greitt frá yvir­ skipaða málinum hjá bólki­ num, fór Herálvur Joensen at greiða frá limaskapi í altjóða felagsskapum og sáttmálar við onnur lond. Fyrsti nevndi limaskapur var EFTA. Bólkurin vón­ aði, at Føroyar í 2009 høvdu fingið limaskap har. Herálvur Joensen greiddi víðari frá øðrum sáttmál­ um og limaskapum, sum Før­oyar skulu hava sum mál at røkka. Longu í 2008 eiga vit at hava fingið limaskap ell a komin í eygleiðarastøðu hjá WTO, sum skal tryggja Føroyum innlit og royndir, har heimsfatandi reglur um samhandil og búskap verða tilevnaðar. Somuleiðis í 2008 skulu vit helst hava fingið atlima­ skap í FAO, sum er matvøru og landbúnaðar felags­ skapurin hjá ST. Í 2009 er málið at hava fingið atlimaskap í UNES­ CO, og í 2010 skulu Føroy­ ar hava fingið ein yvir­ skipaðan sáttmála við ES í lag, um tey fýra frælsini og onnur samstarvsøki. Eisini er 2010 árið, har Føroyar skulu hava fingið eygleiðarastøðu í OECD. Her segði Herálvur Joen­ sen sjálvur, at tað kanska var í so nasadjarvt av bólki­ num at seta sær tað sum mál, men segði hann sam­ stundis, at tað var nakað Føroyar eiga at miða fram ímóti. Tvískattaavtalur Føroyar hava í dag tví­ skattaavtalur við tilsamans níggju lond. Tað eru øll Norðanlondini og so India, Eysturríki og Sveis. Í løtuni verður arbeitt við at fáa eina tvískatta­ avtalu við Ongland, men hetta tekur tíð. Bólkurin vísti á, at hetta er eitt arbeiði, ið vit eiga at halda áfram við og eisini eiga vit at senda fleiri umsóknir avstað. Óli Breckmann vísti í hesum sambandi á, at tá arbeiði við at fáa tví­ skattaavtalur í lag er so drúgt, so áttu vit at arbeitt fyri at fingið avtalur við lond, sum Danmark longu hevur avtalur við framman undan. Síðani nevndi bólkurin, at Føroyar skulu hava ein meiri skerpaðan uttan­ ríkisprofil. Her spurdi Høgni Hoydal um, hví vit ikki seta á stovn eitt føroyskt uttanríkisráð við einum landsstýrismanni. Jóannes Eidesgaard svaraði honum og segði, at hann helt tað ikki vera bestu loysnina, tí júst har hevur løgmaður størst tyngd, var hansara meting. Føroysk umboðan í øðrum londum Sum eitt síðsta punkt á skránni nam bólkurin við týdningin av føroyskari umboðan í øðrum londum. Bólkurin vísti á, at Før­ oyar sjálvsagt ikki kunnu hava umboð og sendistovur í øll um londum, men segði, at vit skulu vera umboðaðar í londum, ið hava størstan vinnuligan, búskaparliga og politiskan týdning fyri Føroyar. Yvirskipað mál fyri Alheimsgerð: Føroyar viðurkenna, at fyri eitt land við stórum samhandli við umheimin, hevur fríhandil og alheimsgerð avgerandi týdning fyri búskaparligan vøkstur. Føroyar skulu tí vera millum tey lond, sum í uttanríkissamvinnu á fjøltáttaðum grundarlagi vinna sum mest í heiminum í mun til íbúgvaratalið. Forðingar fyri at flyta vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi skulu takast burtur ella minka so líðandi. Føroyar skulu hava skikkaðan og sjónligan leiklut á økjum, har tær hava serligar fortreytir og tørv. Partmál: 1. Mest týðandi forðingar fyri samhandli Føroya við onnur lond skulu takast burtur. Føroyar skulu vera við, har tær fáa týdningarmikla vitan og politiska ávirkan. Føroyar skulu gerast sjónligar á økjum, har tær í serligan mun hava líkindi og tørv á at gera seg galdandi. 2. Samfelagsskipanir skulu stimbra føroyskum vinnulívi og føroyingum at virka og gera íløgur uttanlands, samstundis sum tær eggja bæði føroyskum og útlendskum borgarum og fyritøkum at gera íløgur og at nýta nýggja tøkni og vitan í Føroyum. 3. Føroyar skulu verða umboðaðar í londum, ið hava størstan vinnuligan, búskaparligan og politiskan týdning fyri Føroyar. FAKTA Seinnapartstorgið í Visjon 2015 ætlan­un­ um var um alheims­ gerð. Strategibólkurin vísti á týdningin av limaskapi í altjóða felagsskapum og at hava sáttmálar við onnur lond. Viður­ skiftini í Føroyum vórðu umrødd og eisini føroyska um­ boðanin í útlondum var havd á lofti VISJÓN 2015 Orð & myndir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Formaður tjóðveldis­floks­ ins, Høgni Hoydal, eftir­ lýsti spurningin um ríkis­ rættarligu støðu Føroya í samband við uppleggi frá strategibólkinum um al­­ heimsgerð. Sambært hon­ um, so høvdu fleiri av teimum forðingum og tru­ pull eikum, ið kunnu upp­ standa í samband sam­ handli og avtalum við onnur lond, ikki verið, um ríkisrættarligi spurning­ur­ in var avgreiddur. Høgni Hoydal helt, at uppleggið í alt ov stóran mun var ávirkað av, at bólkurin ikki vildi koma í stríð við sitandi samgongu, og skýrdi hann uppleggið at vera óambitiøst og heimastýrisligt og helt hann, at tað breyt ov fá mørk. Høgni Hoydal tosaði nógv um EFTA og ES og eisini nevndi hann EBS- sáttmálan, og segði hann seg sakna eina analysu av, hvar vit eru í øll um hes­ um. Løgmaður, Jóannes Eid­ es­gaard, svaraði Høgna Hoydal aftur og segði, at vit mugu viðurkenna tann veruleikan vit eru í, og at tað ikki nyttar at tosa út frá einum veruleika, sum ikki er til. Og formaðurin í strategibólkinum, Marjun Hanusardóttir segði, at ríkisrættarligi spurn­ing­ urin avgjørt ikki er úti­ lokaður, tá strategiirnar skulu gerast. Høgni Hoydal: Óambitiøst, heimastýrisligt og brýtur fá mørk Høgni Hoydal var mest atfinningarsama røddin móti strategibólkinum fyri alheimsgerð. Hann skýrdi uppleggi at vera óambitiøst, heimastýrisligt og helt tað bróta ov fá mørk VISJÓN 2015 Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Luttakararnir í strategibólkinum: Marjun Hanusardóttir, formaður Ben Arabo Halla N. Poulsen Herálvur Joensen Herluf Sigvaldsson Johannes Jensen Karin Toftegaard