týsdagur 12. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 175 - 12. september 2006
Formaðurin í Starvsmannafelagnum spyr , hvør skal
góðskumeta almennu umsitingina. Hetta kemur í
kjalarvørrinum av útsagnum hjá strategibólki undir
Vinnuhúsinum. Nú er tað sjálvandi ikki Vinnuhúsið,
ella ikki bara Vinnuhúsið í hvussu so er, ið skal meta
um arbeiðið, ið gjørt verður í tí almenna. Øll hava
gagn av at verða góðskumett viðhvørt. Eisini almenn
starvsfólk. Spurningurin er bara, sum Gunnleivur
Dalsgarð so púra beint sigur, hvør skal gera hetta.
Tann sjálvskrivaði parturin at gera hesa góðsku
meting, er sjálvandi tey, ið brúka og gjalda almennar
tænastur. Tað má verða skattgjaldarin, ið skal meta um
góðskuna av tí almenna. Tað er hóast alt skattgjaldarin,
ið hevur syrgt fyri, gjøgnum atkvøðuseðil sín, at vit
hava tann almenna bygnaðin, vit hava í dag.
Skattgjaldarin ynskir almennar tænastur sum heima
hjálp oa., og tí er sjálvsagt, at sami skattgjaldari og ikki
minst tey, ið hava tørv á t.d. heimahjálp, verða spurd,
hvussu hetta riggar. Vit eiga at spyrja brúkarnar av
t.d. Landssjúkrahúsinum, Apoteksverkinum, Bileftir
litinum. Hjálpartólamiðstøðini o.s.fr., hvat hesir halda
um tænastuna. Hvat hesi halda um upplatingartíðir,
telefontíðir o.s.fr. Í síðsta enda er tað skattgjaldarin,
ið eigur at merkja, at hann fær tær tænastur, hann
hevur ynskt og goldið fyri. Ansast má eisini eftir, at
tað almenna ikki stovnsetir tænastur, ið eingin hevur
biðið um, ella við grundgevingum sum, at hetta hevur
man í Danmark. Ei heldur mugu stovnsetast nýggjar
tænastur innan eitt øki, har verandi tænastur ikki eru
góðar nokk vegna tilfeingistrot. Tað nyttar einki at
byggja uppí, um fundamentið ikki er í lagi.
Fundamentið í vælferðarsamfelagnum er, at øll fáa
eina skúling og at tey gomlu, sjúku og veiku fáa
tað, teimum tørvar. Borgarin ynskir eitt heilsuverk
uttan bíðilistar. Tað hevði man áðrenn kreppuna við
minni skattainntøkum, enn í dag. Man hevði eitt
veganet uttan brúkaragjald. Tað hava vit ikki í dag,
hóast vegskattur og skattainntøkur eru hægri enn
nakrantíð. Tann parturin av tí almenna, ið td. fæst
við skattainnkrevjing er ikki nakað, ið man skal hava
sum mál, men sum eina neyðugheit, ið skal rekast so
bíligt og effektivt sum møguligt, so almennir pengar
primert fara, har borgarin beinleiðis merkir teir. Lat
okkum fáa eina góðskumeting av tí almenna, har
skattgjaldarin skal meta um tænasturnar, hann fær.
Vit hava hóast alt ongantíð goldið so nógvar milliónir
ínn í landskassan í skatti, sum nú. Lat okkum tosa
um, hvat vit fáa fyri hetta.
Sosialurin
Hvør skal góðskumeta
almennu umsitingina?
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov@
sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tað vísir seg, at serfrøðingar
ferð eftir ferð koma við
teorium, sum bert bera
hálvan sannleika, tí hesar
teoriir byggja á einoygdan
vinkul á veruleikan.
Eg havi stórar trupulleik
ar at taka Jan Mortensen
fyri fult eftir tilmælið,
sum hansara strategibólkur
legði fram um stuðul til
fiskivinnuna. Hetta inni
bar bæði feilir og uppspunn
ar veruleikar, og endaði Jan
við at úttala seg um, at
hann væntaði ikki nakað
seriøst ískoyti til málið,
men harafturímóti væntaði
hann persónlig álop.
Fyrst kundi eg hugsað
mær at fingið at vita, hvat
Jan kallar seriøst, og nær
tað er persónligt. Eg havi
valt at skriva fyri tann
arbeiðandi og kroysta bólk
in í landinum, og vóni eg,
at eg verði tikin seriøst.
Síðan kann eg ikki annað,
enn rætta mítt svar móti
Jan Mortensen hesum við
víkjandi av teirri einfaldu
grund, at tað er hann,
sum kemur við hesu veru
leikafjaru teori. So má Jan
sjálvur avgera, um eg eri
persónligur ella óseriøsur.
Manglandi vitan í
strategibólkinum og illa
upplýst avleiðing
Tað er gaman í at upplýsa
fyri Føroya fólki, at stuðul
er eitt ókvæmisorð. Eg vil
fara so langt sum at siga,
at hetta er uttan iva tað
lættasta at fáa undirtøku
fyri frá fólki, sum ikki
føla seg beinleiðis tengd at
stuðlinum. Serfrøðingarnir
bera teirra veruleikafjaru
teoriir fram, sum um, at
ein og hvør stuðulsskipan
ikki hoyrir nútíðini til. Fara
vit at hyggja eftir øllum
stuðulsskipanunum, sum
eru í Føroyum í dag, kemur
ein á fleiri skipanir, sum
beinleiðis ella óbeinleiðis
halda lív í samfelagnum.
Góðu føroyingar, tað er
kanska bara spurningur
um tíð, til serfrøðin hevur
samansett ein setning, sum
vit øll svølgja, soleiðis
at hesar neyðugu stuðuls
skipanir verða niðurlagdar.
Eg kann ikki lata vera við
at sláa Jan á fingrarnar, eftir
at hann frustreraður legði
Óla Jacobsen undir at siga
ósatt. Í sama innslagi velur
Jan sjálvur at siga ósatt, tá
ið hann sigur seg umboða
vinnuna, sum er beinleiðis
ósatt. Jan umboðar bert
tann pengagramma partin
av vinnuni.
Jan sigur, at tað eru ov
nógv fólk í fiskivinnuni.
Kann strategibólkurin upp
lýsa mær eitt einasta skip,
sum siglir yvirmannað í
flotanum?
Fyri at vit skulu vera
færri fólk í fiskivinnuni,
má skipatalið eisini minka.
Tað løgna við hesum er,
at serfrøðin heldur, at um
vit hava færri skip, sum
fiska minni, so fáa vit størri
úrtøku. Eg má flenna at
hesum uppspunnu teori.
Tað, ið eftir míni bestu
sannføring hendir, tá ið
føroyski fiskiflotin verður
skerdur, er, at tá fjarðar í
landskassanum.
Um vit skerja meir av
flotanum, koma vit eis
ini at skerja meir av okk
ara inntøku. Hetta tí,
at Føroyar bert eru ein
evarska lítil partur av heims
marknaðinum. Eitt dømi:
um vit valdu at fiska 20.000
tons minni komandi ár,
hevði tað ikki á nakran hátt
rakt heimsmarknaðin, og
tískil hevði prísurin ikki á
nakran hátt tillagað seg eftir
hesum. Tað vil siga, at vit
høvdu havt eina munandi
minnu inntøku til Føroya
land
Tað áhugaverda við hes
um er, at verður tað, sum
onkur kallar stuðul til fiski
vinnuna, tikin av, kemur
hetta at verða bani teirra
smáu. Ein og hvør veit, at er
ein lítil í Føroyum í dag, so
er tað at rokna fyri at vera
veikur, og er ein veikur,
so skal ein fara natúrliga
úr vinnuni, sum serfrøðin
so ørvitisliga kallar tað.
Trupulleikin, sum eg síggi,
er, at vit hava serfrøðingar,
sum ikki síggja virðið í
teimum smáu, sum klára
seg. Heldur velja teir at
spenna bein fyri hesar,
og kemur hetta at hava
álvarligar
avleiðingar.
Eftir koma at sita nakrir
tungir dreingir við øllum
tilfeinginum í Føroyum,
og koma hesir beinleiðis at
stýra Føroya landi. Tá hava
Føroyar ikki ráð at missa
hesar stóru fyritøkur, tí um
tað tá gongur galið, eru vit
í fríum falli...
Samstundis
haldi
eg
ikki, at tað kann vera til
fyrimuns fyri nakran arbeið
andi á landi, um vit fáa
eina innrás av sjófólki,
sum tekur arbeiði frá
verkafólkinum á landi, tí
tá er arbeiðandi fjøldin á
landi ikki ein virðismikil
vøra fyri arbeiðsgevaran
longur. Hetta roknistykkið
nýtist ikki at skerast út
úr pappi. Tað er einfalt at
hugsa sær, hvør fær ágóðan
av tí, tað er nevniliga
arbeiðsgevarin.
Tað mest álvarsama er,
at serfrøðin hevur livað
sum eitt heilagt og lýtaleyst
fyribrigdi í Føroyum í alt
ov langa tíð. At hava prógv
innan eina ella aðra serfrøði
er ikki nokk til at melda
seg fullkomnan. Vit hava
nógv av útbúnum fólki í
Føroyum, men tað merkir
ikki at øll eru feilfrí. Vit
kunnu hava ein útbúnan
handverkara, sum ikki kann
nýtast til nakað. Vit kunnu
hava ein við skiparaprógvi,
sum ikki kann brúkast. Vit
kunnu eisini hava lærarar,
sum eru minni dugnaligir.
Soleiðis kundi eg hildið
fram. Eingin hevur reist
spurningin, um vit eiga
óbrúkiligar búskapar- ella
fiskifrøðingar. Fyri meg er
hesin spurningur sera hug
vekjandi.
Ein seriøs viðmerking til Jan Mortensen
Eyðstein
Poulsen