Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2006 11 Hjá okkum hoyggjaðu vit upp á tann gamla mátan. Seinni kom okkurt, teir nevna súrhoyggj. Nú eru so fleiri farin at balla. BALLA: (úttalast badla). Eg hoyri fleiri bøndur og traðarmenn siga, at teir balla (ll) hoyggj. Hetta kann ikki vera rætt, so segði viðar­ eiðiskonan eisini. Badla mugu vit úttala orðið á før­ oyskum! Orðabókin sigur, at balla merkir: at leggja eitt tætt uttan um eitt. Har verður tosað um eina dýnu; men tað man eisini bera til at balla hoyggj, ella hvussu? Um hoyggj sigur orða­ bókin, at balla merkir: at nulva ella klúka, so orðið kann brúkast um hoyggj eisini. BALLINGUR, sigur orða­bókin, merkir: fast sam­ anrullaður bøllur av hálv­ turrum hoyggj, so tað, sum onkur nevnir rullubyrðu, kann kanska eisini eita ein ballingur!?! Ballur (ll) ber ikki til at siga! Niðurstøða: at balla (dl) hoyggj og ein ballingur ella rullubyrða! Ballast (ll) er okkurt ann­ að! Hoyrdi onkran siga, at skipið hevði ballast. Tað skuldi vera barlast. HOYTALARI: Aftur til hoyggið. Nógv tosa um hoy­ talarar. Kenni fleiri hoy- orð: hoyterri, hoysoppur, hoytjóvur, men hoytalari, hvat er tað fyri ein talari? Sjáldan munnu talur verða hildnar, tá hoyggjað verð­ ur!? SEPTEMBUR: Okkurt blað skrivar septembur. Latið okkum nú í heyst fara at skriva mánaðirnar við ur-ending! Stuttligt hevði verið, um Dimmalætting ella Sosialurin høvdu torað at skrivað ta meiri føroysku endingina, -ur! Við hoykvøðu frá partvíst hoyvíkingi Ballandi hoyfólk, hoytalarar og septembur Eyðun á Borg Vilja fáa samband við føroyingar Eini týsk hjún hava vent sær til okkara, tí tey ógvuliga fegin vilja koma at kenna onkran føroying. Maðurin, Uwe Menne, er 34 ár og fysioterapeutur. Konan Aneta er 31 ár og tannlæknamedhjálp. Tey hava ein tvey ára gamlan son, Laurent. Uwe hevur frá ungum árum havt stóran áhuga fyri Føroyum. Hjúnini høvdu verið ovurfegin, um tey kundu knýtt vinarband við ein føroying, kanska onkran lesandi, sum kundi givið teimum upplýsingar um Føroyar. Tey skriva bæði týskt og enskt. Adressa: Uwe Menne, App. 200, Geyersberg 41, 94078 Freyung (Deutschland). Tíðindaskriv Eysturoyar Tjóðveldisfelag Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag Hósdagin 14. september vera 60 ár liðin síðani føroyingar á fólkaatkvøðu fingu høvið at gera greiðu á hvør politiska fram­ tíðarstøða landsins skuldi verða. Valið stóð ímillum danskt stjórnaruppskot og loysing. Meiriluti var fyri seinra møguleikanum. Hesin seksti ára gamli vilji fólksins er framvegis ikki settur í verk, og fer dagurin at vera markaður og hildin soleingi Føroyar eru danskt hjáland. Í hesum sambandi hava Eysturoyar og Norð­ streymoyar Tjóð­veldis­ felag í felag valt at stevna øllum áhugaðum til fundar í EB-húsinum á Eiði hóskvøldið kl. 1930, bæði fyri at minnast dagin, fyri at ýta av frameftir og hartil verður møguleiki fyri at hoyra heldur óvanlig sjónarmið ein dag sum hendan. Annfinnur í Skála, søgu­ frøðingur, sum um­framt nógv onnur skriv­lig av­rik hevur lagt úr hond­ um bókina: Stjórnar­skip­ anarmálið 1946, keldur til Føroya søgu, fer at halda fyrilestur við støði í søguligu keldunum. Bæði teimum honum vóru kunnugar tá bókin varð skrivað, og keldum sum seinri eru komnar undan kavi. Sambandstingmaðurin í Eysturoy, Edmund Joen­ sen, sum eisini er løg­tings­ formaður, fer eftir umbøn at flyta fram røðu um síni og Sambandsfloksins sjónarmið viðvíkjandi fólkaatkvøðuni. Hann fer somuleiðis at hugleiða um hesi seksti árini, og hvussu hann heldur at samfelagið politiskt skal skipast frameftir. Tingmaður Tjóð­veldis­ floksins í Eysturoy, Tór­ bjørn Jacobsen, og vara­ maður hansara á tingi, Olaf í Garði Joensen, av Eiði, fara at flyta fram røðu. Kvívíkingurin Leivur Grækarisson fer at siga frá sínum minnum og upp­livingum frá hesi hendaríku tíð í Føroya søgu. Tónleikinum fer gjáar­ maðurin, Jónsvein Olsen, at standa fyri. Hann er kendur frá tíðini tá ið hann og Birgir Nónsgjógv, sáli, plagdu at spæla og syngja saman og hugna um manga løtuna har fólk komu saman. Felagssangur verður eisini á skránni. Fundurin er almennur, og eina verður lagt við, at øll eru hjartaliga væl­ komin. Fólkaatkvøðan var fyri allar føroyingar. Soleiðis verður tað eisini við hesum fundinum, sum tey bæði grannafeløgini báðumegin Sundalagið í felag skipa fyri - á Eiði hóskvøldið. Søgulig- og politisk bráðpanna á Eiði 14. september kl. 19.30 Vit hava hesi seinnu árini hoyrt nógv um tørvin á rávøru til tey virkir, sum framleiða burtur úr livur og rognum. Rávøran verður hildin at vera til, men kemur ikki upp á  land saman við fiskinum. Nógv uppskot hava verið frammi um at eggja ella beinleiðis noyða skipini til at taka livur og rogn við til lands. Hetta átti ikki at verið neyðugt. Lógin um vinnu­ ligan fiskiskap áleggur okk­um øllum at gagnnýta liv­andi tilfeingið á før­ oysku landleiðunum (§ 1) og heimilar lands­ stýris-manninum í fiski­ vinnumálum í kunngerð “at seta bann fyri at blaka veiðu útaftur” (§9, stk. 7).   § 10, stk. 4 sigur beinleiðis, “ at tað er ikki leivt at blaka veiðu fyri borð”. “Tilfeingi” merkir eftir míni orðabók “nøgd av til­fari ella ríkidømi íð er til taks” – serstakliga í náttúruni. Tað er í míni sál eingin ivi um, at bæði livur og rogn og fyri tann skuld allir innvølir koma undir heiti “tilfeingi” og soleiðis eru fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað hevur uttan iva eisini verið hugsanin hjá teimum, sum í síni tíð gjørdu lógina og tí er tað eftir hesi lóg ólógligt at lata nakran part av fiskinum fara í havi aft­ ur. Fiskiveiðueftirlitið, sum skal ansa eftir, at lógin verð­ur hildin, hevur eina ómøguliga uppgávu. Teir kunnu bert síggja, hvat íð hendir, um teir hava eyg­ leiðara á hvørjum skipi. At trýsta livur og rogn til lands við eini eygleiðaraskipan er ein dýr og problematisk loysn. Eg havi útvegað mær inn­ lit í livraprísir á donsku fiska­ uppboðssølunum seinasta vár. Har var príslegan fyri toskalivur kr. 12 – 15 / kg og fyri seiða- ella upsalivur kr. 5 – 8 / kg. Fyri at taka rognaprísin við, so var hann fyri bæði sløgini kr. 25 – 30 / kg. Livur til henda prís skal hava ein ávísan feskleika, sum tað er trupult at hava fyri føroyska livur á útlendskum marknaðum. Men útlendsk konservesvirkir hava eisini tørv á livur og rognum sum rávøru og ein møgueliki kundi tí verið at fingið tílík virkir hendavegin ella sjálvir at seta slík virkir á stovn sum undirleverandørar til útlendsk virkir íð hava framleiðsluserkunnleikan og inngongd til markn­að­ irnar. Vit hava okkurt virki, men helst ov fá til at fáa kapping um vøruna. Tað er fyri mær nakað undarligt í, at man kryvur ein upsa, førir tann sløgda upsan til lands og selur hann fyri 3 – 4 kr. / kg , men livrina til 5 – 8 kr. / kg  og rognini til 25 – 30 kr. / kg  blakar man í havi aftur. Her er okkurt spinnandi gali. Eg trúgvi lítið upp á, at meira lóggáva hjálpir her. Hugburðsbroytingar, upp­ lýsing um lóggávu og virðir og krøv frá reiðara kunnu leiða fram á mál. Um vit seta livrina til at vera 9 % av einum seiði ella upsa, so eigur eitt par, sum í sesongini kemur við 100 tonsum av seiði ella upsa hvør at hava  18 tons av livur tilsamans, sum við kr. 6 / kg hevur eitt virði upp á kr. 108.000. Reiðaríið eigur smb. allar sáttmálar meira enn helvtina av hesum eis­ ini. Tað mátti verið góður betalningur fyri at møtt upp á støðni, tá íð skipini koma ella bert at hugt eftir tá íð avrokningin kemur frá uppboðssøluni, um livur er við. Reiðarin hevur – eins og samfelagið -  møguleika fyri revsing av monnum, sum blaka tilfeingi fyri borð aftur. Ella er nakað gali við sáttmálanum mill­ um reiðaríini og mann­ing­ arfeløgini? Hava tey ikki somu áhugamál ella eru skipini undirmannaði til at taka hetta tilfeingi? Sambart upplýsingar frá Fiskirannsóknarstovuni eru kanningar gjørdar, sum vísa, at í meðal er vektin av livur av øllum tí landaða toskinum 6 % og av øllum tí landaða upsanum 9 %. Seinastu 5 árini hevur livur sostatt í fyrsta liði givið møguleika fyri at býta millum 40 og 60 mió. kr. netto millum reiða­rí og manning. Eitt sind­ur, men ikki nógv av livur kundi komið frá øðrum fiskasløgum sosum hýsu, brosmu, longu og blá­longu. Tað er hugvekjandi, at okkurt ári kundi virði av livur og rognum nærkast helvtini av virðinum á veidd­ um upsa. Tosaði onkur um stovnsrøkt? Havi ikki enn havt møgu­ leika fyri at gera rognini upp, men væntuliga vísa tey tølini seg í minsta lagi á støði við livrina og helst meira. Niðurstøða: 1. Tað er ólógligt at blaka tilfeingi útaftur – eis­ini livur og rogn 2. Lógarverkið er nøktandi og skal bert handhevjast. Fiskimálaráðið skal upp­ lýsa um hetta og gera Fiski­ veiðueftirlitið ført fyri at fylgja við í hvønn mun til­ feingið verður blaka útaftur – eisini annað enn livur og rogn. 3. Bæði Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eiga at fremja upplýsing um virðini av tí, sum ikki kemur upp á land og harvið vera við til at fremja eina hug­burðsbroyting 4. Sáttmálarnir eiga at verða eftirhugdir 5. Man hevur við kryvji­ maskinum burtur­rationali­ serað eitt inntøkupotentiali Hevði hetta ikki verið vert at hugsa eitt sindur nærri um nú sesongin skjótt er í hondum? Kanska kundi okkurt munagott verið gjørt áðrenn. Nú summarfrítíðin er farin afturum bak, hava vit fingið nakrar afturvendandi trupuleikar, um húsdjór, sum ikki sleppa við á feriu. Serliga eru tað kettur og hundar, sum hava verið fyri vanbýti, nú familjan skal uttanlands at ferðast, ella onkrastaðni, har djórið ikki kann koma við. Tað er ikki so lætt at lata onkran vin í famlijuni hava kettuna heima hjá sær, tí tað tímur kettan aloftast ikki. Hon rýmur, og kemur á stongdar dyr, og fer tí heldur at vála, har hon kann koma í kløtur av politinum. Trupulleiki er við hund­ um. Um hundurin er ov stórur, er ikki lætt at lata hann verða hjá nøkrum með­ an familjan fer at ferðast. So hava summi gjørt tað, at fólk eru komin at »vitja« hundin nakrar feðir um dagin, og kanska hava gingið túr við hundinum. Um fólkini hava ein garð til hundin, hevur hann staðið og goy allatíðina í sorg yvir at húsfólkið er burtur. Fólk sum vilja hava hús­djór skulu hugsa seg rætti­liga væl um, áðrenn tey velja sær slag, stødd, ymiskan tørv og so víðari. Um eingin kann ansa hestinum ella dunnunum meðan tit eru burtur, so er tað ikki hest ella dunnu tit skulu hava. Sama um hundurin er so stórur, at eingin hevur pláss fyri hon­ um, so er loysnin kanska ein minni hundur. Um trupulleikar eru hvørja ferð tit skulu ferðast, so áttu tit kanska at umhugsað ikki at hava húsdjór enn, men kanska seinni í framtíðini. Hugsið tykkum tí væl um, áðrenn tit fáa tykkum húsdjór!!! Djóraverndarfelagið tlf. 504533 djoravernd@hotmail.com Húsdjór og summarfrítíðin Livur og rogn eru eisini tilfeingi og tí fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap Atli Hansen