týsdagur 12. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2006
13
Jacobina Berg, Hvalba, vanliga nevnd Bina, andaðist
á Landssjúkrahúsinum leygardagin 9. september, 83
ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju
mikudagin klokkan 13.00. Tey, sum vilja minnast
Binu kunnu lata eina peningagávu til missiónshúsið
í Hvalba, konta í peningastovninum.
Joen Peter Ellingsgaard, vanliga nevndur Pedda
í Garði, á Eiði, andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 9. september, 85 ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Eiðis kirkju mikudagin klokkan 14.00. Tey,
ið vilja minnast Pedda, kunnu lata Eiðis kirkju eina
gávu. Konto í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøkk
Hjartans tøkk til øll, sum mintust
Jón Gulak Jacobsen
Hvalba
tá hann doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri sýnt hjálpsemi í sambandi við andlát og
jarðarferð.
Jákup, Jóna, Poul Laust, Marnar og Dania
Dagurin í morgin
13 september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann
kristin og varð tvey ár sinni valdur til biskup. Hann skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit hansara eru
týdningarmiklar keldur til søguna hjá fornkirkjuni. Hann var tikin av døgum undir Valerianus keisara.
Hósdagin 7. september var
hátíðarhald á Sjóbjarging
arstøðini MRCC í Havn í
sambandi við at Heri Olsen,
telegrafistur, hevði 40 ára
starvsdag á Tórshavnradio.
Heri er 57 ára gamal og
havnarmaður. Hann fór
sum 17 ára gamal í læru á
Telegrafstøðini ella rættari
hjá SNTS (Store Nordiske
Telegraf Selskab) og tók
prógv sum telegrafistur í
1969, og tað hevur verið
hansara starv øll árini.
Afturat hesum hevði hann
eisini eina tíð ábyrgd av
uttanlandskaðalunum, til
hetta var yvirtikið av Tele
fonverkinum. Heri hevur
gott innlit og gongur hundrað
prosent upp í sítt arbeiði og
vil at tingini skulu fungera.
Foreldrini hjá Hera eru:
Oda, f. Gaard Hansen, úr
Havn, og Ólavur Olsen úr
Fuglafirði. Heri er elst av
trimum brøðrum, hinir eru
Ove og Kári, sum báðir
arbeiða í Útvarpinum,
har teir hava ríkað alt
Føroya fólk við sínum
mongu tónleikasendingum.
Familjan er kend innan tón
leikalívið í Føroyum, serliga
fyri sín leiklut í Havnar
Hornorkestri, har ein stórur
partur av familjuni eisini
spælir.
Heri er giftur Jóhonnu,
f. Poulsen, av Skála, ið er
útbúgvin og arbeiðir sum
pedagogur. Jóhanna og Heri
eiga tvey børn og hava júst
nú verið í Italia í brúdleypi
hjá dóttrini Oddvør, sum
giftist har við einum skota.
Sonurin, Tróndur, er á veg
til Bretlands at fáa sær eina
tónleikaútbúgving.
Heri var í síni tíð radio
amatørur men fæst nú mest
við tónleik, og harafturat
fer nakað av hansara frítíð
í bátinum, einum AWI 27,
sum hann eigur saman við
einum starvsfelaga. Teir eru
ofta í fjørðinum og rógva
eisini út á Norðhavinum, tá
umstøður eru til tað.
Heri Olsen, telegrafistur:
40 ára starvsdag á
Sjóbjargingarstøðini MRCC
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður,
fosturpápi, verfaðir, abbi, langabbi, bróður
og svágur okkara
Joen Peter Ellingsgaard
vanliga nevndur Pedda í Garði, á Eiði,
andaðist á Landssjúkrahúsinum 9. september, 85 ára
gamal.
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Sonja, Poul og Hans Petur
Tey, ið vilja minnast Pedda kunnu lata Eiðis kirkju eina gávu,
konto í peningastovnunum.
Lesið Sosialin - so eru tit við