týsdagur 12. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 175 - 12. september 2006
Mikukvøldið 6. sep
tember var Pension
istafelagið í Havn
saman fyrstu ferð
eftir summarsteðgin.
Fólk hugnaðu sær
við sangi, tónleiki og
góðum mati
Felagsskapur
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Pensionistafelagið í Havn er
eitt sera virkið felag. Limirnir
koma saman hvørja viku og
hava nógv ymiskt á skránni
sum t.d. bingo, filmskvøld,
ella fyrilestrar. Tað eru bæði
limir í felagnum og fólk
uttan í frá, sum halda hesar
fyrilestrar, sum t.d. onkur frá
heilsuverkinum ið tosar um
ymiskt, sum tey eldru kenna
frá sínum dagligdegi.
Hølini vóru fullsett, og
fólk veruliga hugnaðu sær
við sangi, tónleiki og góðum
mati.
Suni Joensen, formaður í
felagnum, var orðstýrari og
kom við onkrum stuttligum
viðmerkingum, og hann
hevði sína tulking av “Visión
2015”.
Í Pensionistafelagnum
í Havn eru tilsamans 160
limir.
Pensionistafelagið í Havn byrjað aftur
Nevndarlimir í Pensionistafelagnum í Havn, f.v.: Torgerð Joensen, Anna Jacobsen, Selma Gaard, Sverri Petersen, Hans Samuelsen,
Árni Johannesen og Suni Joensen
Suni Joensen er formaður í Pensionistafelagnum í Havn