týsdagur 12. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2006
15
Fríggjadagin 8. sep
tember var móttøka í
nýggju hølunum hjá
Suðuroyar Sparikassa
í N. Finsensgøtu í
Havn. Sparikassin
hevur havt eina deild í
Havn síðan september
1998
Móttøka
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Suðuroyar Sparikassi í Havn
er fluttur longur niðan í N.
Finsensgøtu, frá nr. 7 til nr.
31, har sparikassin nú heldur
til í nýggjum stásiligum høl
um. Í hesum sambandi var
almenn móttøka fríggjadagin
8. september.
Lars Djurhuus, formaður í
umboðsráðnum, og Rúni H.
Johannesen, deildarleiðari
í Havn, søgdu nøkur orð í
sambandi við móttøkuna.
Eisini var ein gávukekkur
upp á 20.000 krónur latin
Blá Krossi Føroya, ið er ein
av nærmastu grannunum hjá
sparikassanum.
Lars Djurhuus segði
eitt sindur um søguna
hjá sparikassanum, hann
segði m.a. at undir seinna
heimsbardaga var tað heilt
skilligt, at tørvur var á einum
peningastovni í sunnaru
helvt av Suðuroy, tí eingin
peningastovnur var í oynni
uttan Føroya Banki, ið hevði
deild á Tvøroyri. Einki vega
samband var tá millum Vág
og Tvøroyri, so trupult var
hjá fólki í sunnaru helvt av
oynni at fáa avgreitt síni
peningaviðurskifti, tá eingin
peningastovnur var.
Á vári í 1943 varð kallað
saman til fundar í Vági
við tí endamáli at kanna
eftir, um møguleiki var
fyri einum peningastovni í
sunnaru helvt av Suðuroy.
Úrslitið varð, at Suðuroyar
Sparikassi gjørdist veruleiki
og byrjaði sítt virksemi 1.
oktober 1943.
Eitt av høvuðsendamálum
sparikassans var at veita lán
til sethúsabygging í Suðuroy,
og hevur hann í hesi skjótt 63
árini verið ein høvuðsstuðul
til, at suðuroyingar og nú
eisini fólk norðan fyri Suð
uroyarfjørð hava fingið høvi
til at seta føtur undir egið
borð.
Deildin í Havn læt upp í
september 1998. Hjá Suð
uroyar Sparikassa arbeiða
tilsamans 22 fólk. Umframt
høvuðsdeildina í Vági og
deildina í Havn er eisini ein
deild á Tvøroyri, sum lat upp
27. januar í ár.
Suðuroyar Sparikassi:
Móttøka við
gávuhandan
nøvn
Nøkur av starvsfólkunum á deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn, ið nú hava fingið bestu arbeiðsumstøður
Deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn er flutt í nýggja bygningin hjá
Bjarna Wilhelm í N. Finsensgøtu. Bygningurin er i trimum hæddum
Poul Jacob Lundsbjerg (v.m),
leiðari á Blákrosskaféini, fær ein
gávukekk upp á 20.000 krónur
handaðan frá deildarleiðaranum
í Suðuroyar Sparikassa í Havn,
Rúna H. Johannesen
Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, og Johan
Simonsen, stjóri í Faroe Jet
Lars Djurhuus, formaður í umboðsráðnum
Nógv fólk vóru til móttøkuna hjá Suðuroyar Sparikassa seinasta fríggjadag