týsdagur 12. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 175 - 12. september 2006
tíðindi
Leygardagin klokkan 14
var áhugavert panelorða
skifti á útimissiónsstevnu
ni í Nesvík. Heimamissión
in hevði bjóðað Ole Wich
til Nesvíkar at siga sína
hugsan. Hin parturin var
Bergur Debes Joensen,
prestur.
Kirkjurnar fyrst upp
Evnið fyri orðskiftinum
var "Er missión skaðilig
fyri lokalsamfeløgini". Ole
Wich legði út við sínum
uppleggi. Hann vísti á, at
tað er nógv vánalig missión,
sum oyðileggur lokalu
mentanina í londunum,
sum missionerar verða
sendir til. Summir missio
nerar koma í eitt samfelag,
sum hevur brúk fyri føði
og reinum vatni, men missi
onerarnir byggja kirkjur í
staðin og liva sjálvir sum
greivar.
– Kirkjurnar koma fyrst
upp, hóast tørvurin liggur
aðrastaðni. Tú eigur ikki at
prædika fyri fólkum, sum
svølta og líða neyð, segði
Ole Wich.
Ole kom eisini inn á, at
øll menniskju eru fjølbroytt
og eiga at hava rættin til at
vera fjølbroytt. Tað eru
nógvar ymiskar meiningar
um, hvør Gud er, og øll
eiga at hava rætt til at
úttrykkja sítt trúarlív, eins
og tey vilja, heldur hann.
Ymiskar lívsáskoðanir
Síðani fekk Bergur orðið,
og hann kundi bara taka
undir við nógvum av tí,
sum Ole Wich hevði ført
fram. Tó vísti hann bein
anvegin á, at teir hava
ymiskar lívsáskoðanir.
– Eg havi bíbliuna sum
grundarstøði, meðan Ole
Wich hevur humanismuna,
staðfesti Bergur.
Bergur viðurkendi, at tað
er sera óheppið, tá ið missi
ónin ikki verður framd á
rætta hátt. Hann legði dent
á, at gerðirnar mugu fylgj
ast við orðunum.
– Tað er frægari at hava
onga missión enn einans at
hava vánaliga missión.
Vánalig missión ger, at fólk
fáa andstygd fyri boð
skapinum, tí at boðberarnir
gera tað øvugta av tí, teir
siga, segði Bergur.
Missión gjørt upp
við ótespiligar siðir
Hóast nógv keðilig dømi í
søguni, so metir Bergur
ikki, at missión í sjálvum
sær er skaðilig fyri lokal
samfeløgini. Røtt missión
setir fram eitt sjónarmið og
lívsførslu, sum fólk sjálv
kunnu taka støðu til.
– Tað er ikki rætt at
noyða fólk til nakað. Tey
mugu sjálv taka eina støðu,
segði Bergur.
Bergur nevndi síðani
nógv dømi um, at missión
hevur verið gagnlig fyri
eitt afturkomið samfelag,
har ið missionerar eru
komnir og hava hjálpt
teimum innføddu bæði
andaliga og tímiliga. Eisini
hava missiónerarnir gjørt
upp við gamlar ótespiligar
siðir hjá ymsum fólkum,
sum hava verið skaðiligir.
Serliga í Afrika er vanligt
at misnýta børn, ofra fólk
og tílíkt, og slíkir siðir eru
horvnir, tá ið missiónerarnir
eru komnir, vísti Bergur á.
Ikki prædika fyri
tómum maga
Eftir uppleggini høvdu
áhoyrararnir møguleika at
seta fram spurningar og
gera viðmerkingar. Nógv
tóku orðið, og summi, sum
hava verið úti sum trúboð
arar, nýttu eisini høvið til
at greiða frá teirra uppliv
ingum sum trúboðarar. Øll
vóru glað fyri uppleggini,
og áhugavert var at síggja,
at fleiri vóru samd við Ola
Wich á nógvum økjum; ser
liga í tí, sum hann nevndi
um vánaliga missión. Tað
vóru fleiri, sum undirstrik
aðu, at kirkjurnar eiga at
koma upp til seinast í ein
um afturkomnum samfel
ag, og at tað er ikki rætt at
prædika fyri einum tómum
maga.
Til endans rundaðu pan
elluttakararnir av við ein
ari stuttari viðmerking.
Ole Wich vísti á, at ein
asta orsøk til, at kristin
dómurin hevur yvirlivað í
okkara modernaða sam
felag er, at tað er farið eitt
samskifti fram millum
kristnu samkomurnar og
restina av samfelagnum.
Soleiðis hevur kristindóm
urin moderniserað seg, og
Ole heitti á øll í Nesvík um
framvegis at føra ein dialog
við umheimin, tí at "annars
verða tit ein isoleraður bólk
ur í samfelagnum", segði
hann. Islam til dømis hevur
ikki ført hendan dialogin,
og tí eru teir so ráir og ópol
eraðir, segði Ole Wich.
Skiltust sum vinir
Bergur vísti á, at grundar
støðið hjá einum kristnum
altíð fer at vera Guds orð,
uttan mun til hvussu sam
felagið annars er skikkað.
Hann staðfesti eisini, at vit
mugu fylgja missiónboðun
um, sum Jesus gevur, og
geva fólkum møguleika at
velja ella vraka Jesus.
Bergur og Ole dugdu væl
at halda orðaskiftið siði
ligt, hóast evnið er sera
eldfimt. Teir vóru heldur
ikki óvinir eftir orðaskiftið,
hóast teirra ymisku mein
ingar. Teir báðir koyrdu
nevniliga við sama bili til
og úr Nesvík.
Heimamissiónin hevði bjóðað
Ole Wich til Nesvíkar at siga
sína hugsan í áhugaverdum
panelorðaskifti. Hin parturin
var Bergur Debes Joensen,
prestur.
Mynd: Snorri Brend
Ole Wich og Bergur
Debes Joensen kjak
aðust um missión á
Útimissiónsstevnuni,
sum var í Nesvík í
vikuskiftinum. Hóast
teir eru sera polari
seraðir, har ið Bergur
hevur støði í Bíbliuni
og Ole Wich er svorin
humanistur, so vóru
teir eisini samdir í
summum, sum varð
borið fram
ÚTIMISSIÓNSSTEVNA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Spennandi panelorða
skifti um missión
– Vit teljast millum tey
ábyrgdarfullu londini, segði
løgmaður í setanarrøðu
síni.
Hann vísti á, at so leingi
sum hetta við at hjálpa
øðrum er á dagsskránni
kunnu vit kalla okkum eitt
framkomið samfelag.
– Samfeløg sum hava
yvirskot til eisini at hugsa
um onnur enn seg sjálvan,
eru góð samfeløg, segði
hann fyri teimum mongu,
sum høvdu leitað sær til
Nesvíkar í gjárkvøldið.
Talan er um eina ráð
stevnu, sum setir sjóneyk
una á missión úti og heima,
og hvørs endamál er at
kalla enn fleiri til missións
arbeiðið.
Menningarsamstarv er
eisini ein partur av hesum
virksemi. Tí var løgmaður,
sum umsitur menningar
mál í landsstýrinum, boðin
at seta stevnuna.
Stevnan var um viku
skiftið og endaði seinna
partin sunnudagin.
Minka um órættvísið
Løgmaður vísti á, at í
hjørtunum á okkum býr
eitt ynski um at allur
heimurin skal verða eitt
gott stað at búgva í. Men
soleiðis er støðan tíverri
ikki allastaðni:
– Men vit vilja hjálpa so
væl sum vit kunnu. Vit fara
sum einstaklinar og felags
skapur til verka at minka
um órættvísið og fátækra
dømið í heiminum.
– Tað er júst hetta sum
liggur sum grund fyri hes
um tiltakinum hjá Heima
missiónini. Og tað eiga tit
rós og heiður fyri, segði
Jóannes Ejdesgaard.
Hetta landsstýrið hevur
eisini sýnt vilja at økja um
hjálpina hjá føroyingum úti
í heimi, í tí sum verður
kallað menningarsamstarv.
Og longu nú kann ein stað
festa, at føroyska samfel
agið eisini verður ríkari av
at vera við í slíkum altjóða
menningarsamstarvi.
Settar eru av slakar 3
mió. kr. higartil í ár, og er
ætlanin at økja um játtan
ina til hetta samstarvið.
Men tað er av størsta týdn
ingi, at hjálpin rakar rætt –
at hon kemur til teirra, sum
hava brúk fyri henni.
– Hetta krevur eisini av
okkum at vit umsita hana
rætt, segði løgmaður.
Løgmaður:
– Vit eiga at stuðla teimum sum líða
- Hetta er ein ráð
stevna, sum ikki tekur
støði í, hvussu vit
betra okkara egna
gerandisdag. Men hon
tekur júst støði í,
hvussu vit sjálvi taka
ábyrgd og kunnu
stuðla teimum, sum
líða hungur og hall úti
í heimi, segði Jóannes
Ejdesgaard, løgmaður.
Í gjárkvøldið setti
hann fyrstu úti
missiónsstevnuna
nakrantíð í Legu
húsinum í Nesvík
ÚTIMISSIÓNSSTEVNA
Snorri Brend
Snorri@sosialurin.fo
Vit fara sum einstaklingar og felagsskapur til verka at minka um
órættvísið og fátækradømið í heiminum. Tað er júst hetta sum
liggur sum grund fyri hesum tiltakinum hjá Heimamissiónini.
Og tað eiga tit rós og heiður fyri, segði Jóannes Ejdesgaard, sum
her setir útimissiónsstevnuna í Nesvík
Mynd: Frants Jensen, Trúboðin