Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2006 17 tíðindi Føroya Jarðfrøði Jan Müller jan@sosialurin.fo Millum mongu fólkini á oljuráðstevnuni í Norð­ urlandahúsinum í hesum døgum er eisini bretin Simon Passey, og ørindi hansara eiga at hava serstakan áhuga fyri allar føroyingar. Hansara uppgáva hevur hesi seinastu árini verið at fylgja upp arbeiðinum hjá okkara egna jarðfrøðingi, Jóannesi Rasmussen, sála, sum halgaði alt sítt lív til at kanna og kunna um upphav okkara, nær og hvussu Før­ oyar eru vornar til. Nógv nýggj vitan er kom­ in til vega, síðani Jóannes Rasmussen skrivaði stór­ verk sítt og sum hevur inni­ vist í hvørjum tí einasta føroyska heimi. Og tað er hesa vitan, sum Simon Passey hevur savnað saman, og í góðum samstarvi við serfrøðingar innan jarðfrøði í útlandinum, hevur hann so sett út í kortið av nýggjum. Simon fer á oljuráðstevnuni at hitta starvsfelagar og lurta eftir mongu áhuga­ verdu fyrilestrunum, sum m.a. fara at snúgva seg um upphav Føroya so ella so. Ætlanin er at geva út eina nýggja bók um Før­ oya jarðfrøði vónandi í kom­­andi ári. Bretski jarð­ frøðingurin starvast dagliga á Jarðfeingi, har hann hevur fingið litið upp í hendi sera stóru men eisini spennandi uppgávuna at fylgja upp ella uppgradera vitan okk­ ara um okkara egna land og uppruna tess. Í sambandi við olju­ráð­ stevnuna verður eisini upp­ lýst, at næsta heyst frá 29. Til 30. august verður stór ráðstevna til minnist um Jóannes Rasmussen, sála við heitinum ”Jóannes Ras­­mussen Conference: Evo­lu­tion of basaltic Pro­vin­ces” Jóannes Ras­ mus­sen er faðin at før­ oysku jarðfrøðivísindini og var fyrsti føroyingur sum fekk útbúgving sum jarðfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keyp­manna­ havn. Saman við lærara sínum Arne Noe-Nygaard, professara kortlegði hann stóran part av føroysku undirgrundini. Mest kendur er hann fyri bók sína ”Øldir og Upphav”, sum hann eisini fekk M. A. Jacobsen virðislønina fyri. Hann var eisini upphavsmaðurin til føroysku stovnarnar, sum tóku sær av jarðfrøðini. Nú hava tey á Jarðfeingi so sett út í kortið av nýggjum og vilja við hesum fyrstu ráðstevnuni av sínum slag verða við til at heiðra minni um henda eina av okkara frægastu vísindamonnum. Í fótafetum Jóannes Rasmussens: Breti kortleggur upphav Føroya Oljubústaður Jan Müller jan@sosialurin.fo Danska oljufelagið DONG hevur nú fingið nýggjan bústað og er adressan einki minni enn Kongabrúgvin í Havn. Felagið, sum áður var í samtaki við Ame­rada Hess og helt til aðrastaðni í býnum, skal nú halda til í snotuliga hvíta bygninginum hjá Mar­stein, har Villejus fyrr helt til. Umframt Dong halda trý onnur olju­ feløg til í bygninginum. Fyrst og fremst Atlantic Petroleum og harnæst Amerada Hess og Geysir. Í sam­bandi við at stór oljuráðstevna verður hildin í Norðurlandahúsinum í hes­ um døgum varð skipað fyri móttøku í nýggju hølunum. Dong er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum á Atlantsmótinum. Felagið er m.a. við í oljuboringini á Brugduleiðini úti á landgrunninum. Ikki færri enn sjey umboð fyri Dong eru við á oljuráðstevnuni teirra millum tvey av odda­fólkunum, Søren Gath Hansen og Jan Terje Edvardsen. Føroyskur um­boðsmaður hjá felagnum er Regin Hammer, sum eitt skifti arbeiddi hjá Dong í Hørsholm uttanfyri Keyp­ mannahavn. Áhugafelagið hjá olju­fe­ løgunum, sum leita eftir olju á føroyska landgrunninum, FOÍB, Føroya Oljuídnaðar Bólkur, valdi á fundi í gjár nýggjan formann eftir Ben Arabo, sum her­ fyri flutti til London at arbeiða á høvuðsstøðini hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess. Nýggi for­ maður er stjórin í Faroe Petroleum, Nils Sørensen. Hann skal standa á odda fyri áhugafelagnum hjá teimum 13 oljufeløgunum, sum eru virkin á føroyska landgrunninum. Felagið skal tryggja áhugamálini hjá oljufeløgunum, soleiðis at tey standa sterkari yvir fyri almenninginum og myndugleikunum, hava tey nøkur ynski. Eisini skal felagið vera við til at kunna um teirra virksemi. Danska DONG á Kongabrúnni Nils Sørensen formaður í FOÍB Nils Sørensen, nýggi formaðurin í FOÍB her saman við umboðum fyri fleiri oljufeløg uttanfyri hølini hjá ikki færri enn fýra oljufeløgum Mynd Jan Müller Regin Hammer, føroyski umboðsmaðurin hjá DONG uttan fyri snotuligu hølini á Kongabrúnni Mynd Jan Müller Simon Passey í heimligum umhvørvi, her stæddur á Føroya Nátturugripasavni, har framsýning er av upphavi Føroya Mynd Jan Müller