Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 175 - 12. september 2006 tíðindi Nógva virksemið og stóri áhugin fyri oljuleiting eitt nú við Føroyar hevur fingið landsstýrismannin í oljumálum at skunda undir útbjóðing av nýggjum leitiøkjum á landgrunninum. Jarðfrøðingar sita tí í løtuni og kanna, hvørji øki kunnu vera áhugaverd at bora í komandi árini Oljuráðstevna Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað var landsstýrismaðurin í oljumálum, sum setti oljuráðstevnuna í Norður­ landahúsinum í morgun. Bjarni Djurholm. Hann fegnaðist um stóra áhugan fyri føroysku undirgrundini og vísti á, at tá áhugin fyri oljuleiting tók seg upp fyrst 90-unum, varð jarðfrøði ikki tað fakið, sum stóð ovast á ynskilistanum hjá føroyskum studentum. Men hetta er nú broytt. –Eg eri tí fegin um at síggja, at eitt vaksandi tal av studentum velja hesa leiðina, og tí gleddi tað meg eisini at síggja, at fyrireikararnir av ráðstevnuni hava giv­ið føroyskum jarðfrøðis­les­ andi oø. Møguleika at hitta umboð fyri oljuvinnuna, teirra møguligu arbeiðs­ gevarum. Klokkan 17 verð­ ur nevniliga slíkt høvi hjá studentum. Landsstýrismaðurin fekk alt oljufólkið at halda ondini, tá hann kom inn á boringina hjá Stena Don á landgrunninum. Men her var hvørki dukkufretur ella nøkur bumba slept. Hann segði, at boringin heldur fram, men tað fer at ganga ein mánaði ella so, áðrenn boringin er liðug og man kann kunngera úrslitið. Landsstýrismaðurin vísti síðani á brunnin, ið BP sum fyristøðufelag fer at bora í 2007. Somuleiðis hevur ENI boða frá, at tað fer at bora í 2008. Aftrat hesum verða fleiri brunnar boraði í bretska partinum av Atlantsmótinum og alt hetta virksemið ger, at Føroyar gerast alt sjónligari á oljukortinum. Hesin vaksandi áhugi og virksemið hevur gjørt, at landsstýrismaðurin hevur heitt á Jarðfeingi um at fyrireika 3. Loyvisrunduna á landgrunninum. Hon verður latin upp næsta heyst. Fyrstu fyrireikingarnar eru longu í gongd og hyggja jarðfrøðingar í løtuni eftir áhugaverdum økjum at bjóða út. Útbjóðing fer eisini at fevna um øki, sum fyrr hava verið bjóðað út. Bjarni Djurholm helt fyri, at ein nýggj útbjóðing gevur eisini myndugleikunum møgu­leika fyri at enduskorða treytir og reglur og skip­anina sum heild. – Eg sigi ikki, at tað fara at verða gjørdar stórar broytingar, men allar skipanir eiga at verða endavendar og evalueraðar sohvørt. Í hesum sambandi fara loyvishavarar sjálvandi at verða tiknir við uppá ráð. Vit síggja fegnir, at loyvishavarar gerast virknir luttakarar og partnarar. Landsstýrismaðurin minti eisini á týdningin at leitingin í føroyskum øki skal hava sítt støði í Føroyum – frá tí at oljufeløgini skulu hava fastan bústað her eins og tey tryggja, at føroysk luttøka er partur av virkseminum. Einki er sum gott kaffi... Starvsfólk aftaná skúlatíð til Baresso Coffee SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til caféina. Gongur tú í skúla, hevur tú møguleika at søkja um arbeiði hjá okkum. Starvið verður sett frá 18. oktober 2006. Arbeiðsuppgávur: At gera reint og rudda har gestirnir sita • At tryggja at uppgávur viðvíkjandi reingerð og annað, sum er neyðugt, verður gjørt • At gera kaffistovuna reina eftir afturlatingartíð og annars gera klárt til dagin eftir • Tilgerð og borðreiðing av okkara sermerktu kaffisløgum, køkum, tvíflísum og øðrum matvørum • Geva gestum góðar upplivingar við einum smíli. Vit vænta av tær : At tú ert ágrýtin • Tú dugir at halda kaffistovuna reina og nossliga, tí hetta hevur stóran týdning fyri, at okkara gestir føla seg væl • Tú hevur eitt vinnandi smíl og ert í góðum hýri, so onnur gleðast við tær • Tú dugir væl at samstarva • Tær dámar at gleða onnur við tínum ágrýtni. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á tel 210990. SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN Bjarni Djurholm setti oljuráðstevnu: Bjóðar olju­ feløgunum nýggj leitiøki á landgrunninum