týsdagur 12. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2006
19
tíðindi
Einki er
sum gott
kaffi...
Starvsfólk hjá Baresso Coffee
SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til
caféina. Øll yvir 18 ár hava møguleika at søkja um arbeiði, fulla tíð ella hálva tíð. Starvið
verður sett frá 1. oktober 2006.
Arbeiðsuppgávur: Tilgerð og borðreiðing av øllum Baresso Coffee special kaffi- og te-
úrvali • Geva gestum góðar upplivingar við einum smíli, vísa søluhegni og ein hugburð,
sum vinnur frama • Stuðla leiðara/varaleiðara og restini av arbeiðsliðnum • Javna
reingerðing og upprudding av gestaøkinum og øllum øðrum økjum í kaffistovuni.
Væntanir til tín sum starvsfólk: Tú arbeiðir við brennandi huga, førleika og einum
jaligum hugburði fyri at røkka virðunum hjá Baresso • Gleðin við at gleða onnur og geva
okkara gestum stórfingnar upplivingar er týðandi partur av tínum arbeiði • Tú dugir væl
at samstarva og ert ein týðandi partur av arbeiðsliðnum. Hevur tú spurningar viðvíkjandi
arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á tel 210990.
SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN
Bjarni Djurholm
setir oljuráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
Mynd Jens K Vang.
Nógvir útlendskir granskarar og oljufólk hava
leitað sær til Føroya at vera við á ráðstevnu um
oljuleiting um okkara leiðir
Mynd Jens K Vang
Borað verður
framvegis niður í
myrku undirgrundina
á Brugduleiðini.
Eingin vil siga nakað,
men okkurt bendir á,
at tað sær áhugavert
út sum ein kelda
málber seg.
Brugdubrunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var ein ikki ser
liga tíðindafróður lands
stýrismaður í oljumálum,
sum setti oljuráðstevnuna
í
Norðurlandahúsinum
fyrrapartin. Hann segði,
at vit mugu brynja okkum
við toli. Borað verður
við fullari ferð og um ein
mánað ella so fyriliggur
okkurt
úrslit.
Tey,
ið
standa fyri boringini, vilja
heldur einki siga í løtuni.
Sosialurin hevur tó skilt, at
støðan í løtuni kann lýsast
við orðinum ”Áhugavert”.
Eftir øllum at døma síggja
løgini undir basaltinum
áhugaverd út soleiðis at
skilja, at vónirnar til at
jarðfrøðiligu fortreytirnar
fyri at olja kann goyma seg
har, enn eru til steðar. Men
hetta sigur so einki um, at
olja finst, tó at tað altíð er
ein stórur lætti at fáa tekin
um, at mongu fortreytirnar
fyri kolvetni eru til steðar.
Sum skilst er tað eisini
komið eitt sindur óvart á
serfrøðingarnar, at basaltið
hevur verið væl tjúkri enn
mett. Upprunaliga varð
metingin tann, at basaltið
var einar 1000 til 1200
metrar tjúkt. Helst er tað
meira enn 2000 metrar til
tjúkdar. Men hetta nýtist
ikki at vera nakað minus,
nú tað hevur víst seg at
ganga munandi betri at bora
gjøgnum basalt enn higartil
hildið. Spurningurin er so,
hvat er undir basaltinum,
og tað er her, at bæði
oljufeløg og myndugleikar
halda kortini tætt til sín.
Kann vera at ymiskt sær
áhugavert út men at tað
er ov tíðliga at siga nakað
við vissu enn. Komandi
dagarnir ella vikurnar fara
at geva okkum neyvari
svar. Annars vil tað altíð
vera ringt at gita, hvussu
sær út í undirgrundini í
einum váðiligum øki sum
tí føroyska, har tað ikki er
borað áður. Ein sokallaður
”Wild Cat” brunnur sum
Brugdan vil altíð hava við
sær óvantað viðurskifti.
Ringastu tíðindini vilja
vera, at man ikki er komin
gjøgnum basaltið, og um
eingi sediment eru undir
basaltinum. Okkurt bendir
sum sagt á, at møguliga
er borað gjøgnum basaltið.
Vit fáa tó ikki hesi tíðindi
váttað.
Sambart fyrilestrunum
á oljuráðstevnuni í Norður
landahúsinum í morgun,
halda
serfrøðingar,
at
møguleikar eru fyri at finna
sediment undir basaltinum
av sama slag, sum eru
funnin í Eysturgrønlandi.
Ein staðfesting av hesum
vilja vera góð tíðindini fyri
øll, sum hava vónir til at
finna kolvetni í føroysku
undirgrundini. Jarðfrøðiliga
søgan sigur okkum, at
einaferð vóru Føroyar og
Grønland grannar og við
tíðini hevur Grønland flutt
seg longur vestureftir.
Boringin á landgrunninum:
Sær áhugavert út
Frá oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í morgun