Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 175 - 12. september 2006 tíðindi Við sangi og spæli rúnarbant Kjell Inge Torgersen tey, sum komin vóru til móttøkuna, tá ið Faroe Petroleum læt upp skrivstovu í Stavanger nú um dagarnar. Hann sang um svarta gullið, sum goymir seg undir havbotninum. Almenna upplatingin var ein inniligur og góður karmur um byrjanina hjá Faroe Petroleum í Stavanger og Noregi Stavanger Ole Jacob Eide – Raude Media Týtt til føroyskt: Petur Meinhard Magnussen, í starvsvenjing Øll leiðslan í felagnum og nógvir gestir vóru hjá­ staddir í Øvre Strandgate 124, tá ið Faroe Petroleum alment legði lunnar undir sína skrivstovu í Noregi. Oljufelagið er ungt, og høvuðssætið liggur í Aberdeen. Felagið miðjar eftir at útvinna olju við Føroyar og Hetland men eisini í norskum øki. Í Noregi stendur felagið fyri stórum avbjóðingum á einum trýstum arbeiðs­ marknaði, men tað er týðiligt, at felagið trýr upp á virksemið í Noregi. Faroe Petroleum hevur sett seg niður í Gamla Stavanger, sum norðmenn rópa hendan býarpartin. Fyri at staðfesta sítt før­ oyska tilknýti, hevur felagið latið listamannin, Helga Joensen, pynta nýggju skriv­ stovuhølini. Helgi hevur sín uppruna í Føroyum, men hevur í fleiri ár búð í Stavanger. Ein fegin norskur stjóri, Helgi Hammer, beyð vælkomin við al­mennu upplatingina av skriv­ stov­uni. Hann vísti á flagg-symbolikkin við før­ oyska, skotska og norska flagginum, sum felagið hevur í hølunum. Skemt­ andi segði hann, at fólkið á oyggjunum vesturi í hav­ inum – Føroyum – eru fólk, sum rýmdu undan skatti í Hardanger í Noregi. Í síni røðu legði Helgi Hammer dent á góða sam­ bandið millum tey trý londini og býirnar, Tórs­ havn, Aberdeen og Sta­ vanger. Helgi Hammer hevði eisini bjóðað borgar­stjóran­ um, Leif Johan Sevland, til almennu upplatingina. Leif ynskti tillukku við skrivstovuni og segði, at Stavanger er miðpunktið fyri slíkum virksemi. Hann segði, at í Stavanger eru tey fegin um, at eitt nýtt og týdningarmikið felag aftrat hevur sett seg niður í býnum. Borgarstjórin segði, at hetta eru spennandi tíðir fyri Faroe Petroleum og Føroyar, nú Statoil í hesum døgum borar í føroyskum øki. Hann lovaði at gera sítt til, at Faroe Petroleum fær eina góða byrjan í Noregi, men helt ikki, at hann kundi geva felagnum lyfti um verkfrøðingar, tí norski arbeiðsmarknaðurin er so ”heitur” í løtuni. Hann helt tó, at Stavanger er eitt gott val hjá Faroe Petroleum. Við móttøkuna handaði Leif Johan Sevland felagnum ein málning, sum listamaðurin, Kjell Pahr Iversen, hevur málað. Stýrisformaðurin í Faroe Petroleum, Joe Darby, helt, at Noreg avgjørt er besta landið hjá einum oljufelag at seta seg niður í. Hann helt, at felagið hevur møgu­ leikar at menna seg við nýggju skrivstovuni. Kjell Inge Torgersen setti punktum fyri móttøkuni við góðum og inniligum sangi og tónleiki. Hann sang um svarta gullið, sum goymir seg í havbotninum, og hann rúnarbant fólk við orðum sum ”Og tidevatn, går opp og ned, uendeleg, i all slags vær..” – eitt ørindi, sum fólk úr Føroyum, Skotlandi og Noregi kenna seg aftur í. Góður hýrur tá Faroe Petroleum læt upp skrivstovu í Stavanger Uttanfyri skrivstovuna, Nils Sørensen, Graham Stewart, Meinhard Jacobsen, Helge Hammer og Joe Darby Millum gestirnar var eisini Olaf Olsen Borgarstjórin í Stavanger, Leif J. Sevland, stýrisformaðurin hjá Faroe Petroleum, Joe Dadby og skrivarin í felagnum Julian Riddich. Helge Hammer, stjóri hjá Faroe Petroleum í Noregi