Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2006 21 tíðindi Einki er sum gott kaffi... Varaleiðari hjá Baresso Coffee SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til caféina. Starvið sum varaleiðari er frá 1. oktober 2006. Saman við leiðaranum hevur tú sum varaleiðari ábyrgdina av ráðlegging og útinning av dagligum uppgávum, tryggja ein skilagóðan rakstur av espresso og kaffistovuni fíggjar- liga og viðvíkjandi góðsku, tænastu og reinføri. Við egnum áhuga og skilagóðum manna- gongdum tænir tú okkara gestum og hevur ábyrgdina av, at nýggir starvsfelagar fáa ta vitan og venjing, ið krevst fyri at tryggja kaffistovuni ein skipaðan og væl virkandi rakstur. Sum varaleiðari hevur tú verið í venjing hjá Baresso Coffee og fingið starvsfólkaheiðurs- bræv, áðrenn tú fer í gongd við varaleiðaravenjingina. Tú verður vand/ur upp í teimum ymsu uppgávunum, ið tú fært ábyrgdina av – ein veningarskrá, ið er samansett av ástøði og starvslæru. Eisini her er tað tín vilji og góði hýrur, sum við hjálp frá okkum fær alt til at eydnast væl. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á tel 210990 SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN Ein russi, ein usbeki og ein dani manna Biedermeier Trio, ið fer at spæla lættan klassiskan tónleik frá fyrru hálvu av 19. øld í Miðlahúsinum mikukvøldið. Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Mikukvøldið kl. 19 spæl­ ir Biedermeier Trio lætt­ an klassiskan tón­leik í Miðla­húsinum í Vágs­ botni. Biedermeier Trio er nýtt framtak í føroyskum tónleikalívi. Hetta er ein lítil, klassiskur kamarbólkur, sum spælir upp á floytu, fiól/bratsj og gittara. Hesin blandingur av ljóðførum var ógviliga væl lýddur sum serenadutrio á døgum Beethovens og Schuberts. Konsertskráin er grundað á tónleik, ið røkkur frá barokktíðini til okkara dag­ ar. Høvuðsdentur er lagdur á umskiftið frá wienar­ klassiskum til romantiskan tónleik; tað sonevnda Bieder­­meierskeiðið í fyrru hálvu av 19. øld. Konsertirnar verða krydd­ aðar við viðmerking­um um verkini. Vanliga eru fram­ førslurnar umleið ein tíma til longdar. Tað verður ein sera al­ tjóða dámur yvir kon­ sert­ini í Miðlahúsinum í annað kvøld, tí hóast øll trý, ið manna Biedermeier Trio hava verið búsitandi í Føroyum og hava virkað sum lærarar á føroysku musikkskúlunum, síðan mið­­skeiðis í 90’árunum, so eru tey øll av ymiskum útlendskum uppruna, og hava nomið sær tónlistar­ ligan kunnleika í nógvum ymiskum londum Floytuleikarin Katja Volovelskaja er fødd í í St. Pætursborg. Hon er útbúgvin í tónlistaháskúlunum í St. Pætursborg og Tromsö, umframt at hon hevur lisið kamartónleik í Weimar. Katja hevur virkað sum solistur, kamartónleikari og orkesturtónleikari í Russ­­land, Evropa og Suður­ korea. Fiól- og bratsjleikarin Nikolas Kapnas er føddur í Tasjkent. Hann er útbúgvin í Ríkistónlistaháskúlanum í Thessaloniki og hevur lisið víðari í Antwerpen og Brússel. Hann hevur spælt í Symfoniorkestrinum hjá BRTN í Brússel og verið solistur og kamartónleikari nógvastaðni í Evropa. Gittar­ leikarin Bo Isholm er føddur í Keypmannahavn og er útbúgvin í Kongliga Danska Tónlistaháskúlanum og Early Music Centre í Lond­ on. Bo Isholm hev­ur starvast sum frí­yrkis­­tón­leikari, lærari og musikk­skúla­ leiðari í Danmørk, Svøríki, Týsk­landi, Niðurlondum og Fraklandi. Í løtuni er Bo Isholm leiðari av Tórs­ havnar Musikkskúla. Tey trý, ið manna Bieder­ meier Trio greiða frá, at bólkurin vendir sær serstak­ liga til teirra, ið skipa fyri tónleikaframførslum; til dømis mentanarhús, tón­­leika­feløg, festivalar, kirkjur, framsýningarhøli, listasøvn og sjálvt vanlig hús, ið rúma 20-40 fólkum. Tey siga eisini, at tey ætla viðhvørt at fjøltátta skránna við gestatónleikarum, sang­ arum og lýriskum upp­lesar­ um. Brekku Brothers spældu í summar kring Føroyar, nú standa Danmark, Svøríki og Norra fyri tørn Mynd: Flóvin Viderø Konsertferðin hjá Brekku Brothers heldur fram Brekku Brothers, ið gav út fløgu í summar, fer nú undir at fyrireiðka seinna part av konsertferðini, “Brekku Brothers nordic relation tour 2006”. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eftir at bólkurin í fyrri helvt av konsertferðini spældi saman við Ólavur Olsen, skal bólkurin nú eisini at spæla saman við nøkrum av teimum mest umbidnu trompetistunum í Svøríki og Norra. Haraftrat skal danski superpianisturin Søren Bebe eisini avloysa Magnus Johannesen í hesum umfarinum. Sviin Peter Asplund á trompet verður solistur við Brekku Brothers til konsertirnar í Svøríki. Asplund hevur spælt saman við Lisu Ekdahl, Bo Kaspers Orkester, Tolvan Big Band, Leif Kronlund Orchestra, Stockholm Jazz Orchestra, Swedish Radio Jazz Group, Katerine Madsen, Svante Thuresson og mongum øðrum. Ole Jørn Myklebust verður trompet solistur í Norra. Hann er fastur limur í orkestrinum hjá heimskendu Mari Boine, eisini er hann fastur limur í Geir Lysne Listening Ensemble. Haraftrat er Ole Jørn ein Brekku Brothers fjeppari og gleðir seg sum eitt barn at spæla saman við teimum. Tá konsertferðin er komin at enda, hevur Brekku Brothers spælt ikki færri enn 25 konsertir. Haraftrat kunnu romantikarar og jasselskarar gleða seg til nýggja fløguútgávu komandi vár. Tá kemur Brekku Brothers Vol II. “Brekku Brothers nordic relation tour 2006” hevur fingið stuðul frá Mentamálastýrinum, Norður­landa­ húsinum, Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Býráð, Dansk Musiker Forbund og Felagið fyri Føroysk Tónaskøld. Klassiskur kamarbólkur við altjóða dámi í Miðlahúsinum Seksti ár eru liðin, síð­an i føroyingar á eini fólka­ atkvøðu valdu sær aðra stjórnaskipan enn hana, teir hava livað undir hesi somu seksti ár. Suðuroyar Tjóðveld­is­ fe­lag skipar í hesum sam­ bandi fyri fólkafundi á gamla tingstaðnum uppi millum Stovur í Øravík hósdagin 14. september klokkan 18.30 Á fundinum fer Her­ geir Nielsen at røða og somuleiðis fer Ditlev Hammer at greiða frá tí søguliga um tingstaðin. Kanska verða aðrar røður eisini. Tað var á hesum gamla tingstaði, at yvirvøldin setti suðuroyingum stevnu í gomlum døgum, tá al­menn viðurskifti voru tik­in til umrøðu, og tá dóm­ar vóru feldir, sigur Suður­oyar Tjóðveldisfelag í tíðinda­ skrivi. Hóskandi er tí at minnast farnar løtur og hittast á hesum søguliga stað hendan dag. Fólkafundurin verður kl. 18.30, tórsdagin tann 14 september. Røður verða hildnar, sangir verða sungnir, og orðið verður frítt at minnast tíðina fyri seksti árum síðani og heilt upp at okkara døgum. Nú høvið býðst, fara fleiri vónandi at siga sína hugsan um frælsissøgu okkara, og heitt verður á øll áhugaði um at savnast hesa serligu løtu millum dalar og fjøll. Suðuroyar Tjóðveldis­ felag bjóðar heita suppu á Gistingarhúsinum í Øravík aftaná fundin. Fólkafundur í Tingstovuni uppi millum Stovur