Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 175 - 12. september 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Fær bara 20 hermenn Ovastin hjá NATO-her­ monnunum í Afghanistan hevur sagt, at hann hevur tørv á umleið 2.500 her­monnum afturat til bardagan ímóti Taliban- deildunum, sum stríðast fyri lívinum har suðuri í landinum. Men tað er líkt til, at generalurin sleppur at bíða leingi og til fánýtis. Einasta NATO-landið, sum hevur sagt seg vera sinnað at senda fleiri hermenn til Afghanistan, er Letland, men haðani koma bara 20 hermenn afturat. Týskland, Frak­ land, Italia, Spania og Turkaland hava sagt nei, og tað sama ger Danmark. Kanada skal kortini hava játtað at senda 120 mans og 15 stríðsvognar afturat til Afghanistan. - Tað er ikki líkt til, at nakar vil senda fleiri hermenn til Afghanistan, sigur ein NATO-kelda við bretskla blaðið The Times. NATO hevur havt ta hernaðarligu leiðsluna í Afghanistan síðani tann 31. juli. Danir gera sær dælt av aupair-gentum Iðrar seg ikki Fyrrverandi irakski for­ setin, Saddam Hussein, vardi seg í gjár ímóti tí ákærunum um, at hann gav boð um at beina fyri 180.000 kurdum í árunum 1987 og 1988. Saddam segði, at tað var neyðugt at steðga teimum kurdisku upp­ reistrarmonnunum har norðuri í landinum. Hann vildi vera við, at tey kurdisku vitnini, sum hava verið í rættinum í Bagdad, umboða ikki allar kurdar, og hann helt uppá, at hann hevur ongantíð gjørt seg inn á kurdar, sum virdu stýrið í Bagdad og fylgdu land­ sins lógum. Rættarmálið um álopið á kurdarnar byrjaði í síðsta mánað og fer vænt­ andi at vara fleiri mánaðir. Samstundis bíðar Saddam Hussein eftir dóminum í einum øðrum máli, har hann er ákærdur fyri at hava givið boð um at myrða fleiri fólk í býnum Dujmail í 1982. Tann dómurin kemur væntandi tann 16. oktober. Útlendskar gentur, sum koma til Danmarkar at tæna, fáa als ikki tær sømd­ir, sum reglurnar siga, hvørki tá tað snýr seg sum arbeiðstíðir ella samsýning, sigur fak­ felagið FOA. Felagið sigur seg hava dømi úr øllum landinum um gentur, sum arbeiðs alt ov nógv, og sum fáa alt ov lítla løn. Eitt nú vísir tað seg, at summar gentur arbeiða frá klokk­ an seks á morgni til klokkan tíggju ella ellivu á kvøldi fyri millum 1.000 og 1.500 krónur um mánaðin. Eisini hevur fakfelagið dømi um gent­ ur, sum verða settar at gera tungt arbeiði so sum at høggja brenni, og tað eru eisini dømi um, at genturnar búgva saman við húsdjórunum hjá teim­ um, sum tær ræna hjá. Reglurnar siga, at gent­ ur, sum tæna, skulu hava minst 2.500 krónur í løn um mánaðin, og at tær skulu ikki arbeiða meiri enn 30 tímar um vikuna. Men genturnar, sum ar­beiða longri og fáa minni løn enn ásett, tora sjáldan at siga nakað, tí so kunnu tær missa arbeiðið, og tað ber samstundis í sær, at tær missa uppihaldsloyvið í Danmark. Tí velja tær at tiga, sigur FOA. – Hatta var ikki eitt álop hjá al-Qaeda, men hjá einum lítlum bólki (bretski sendiharrin í Damaskus). Fimm fólk lógu eftirá, tá sýriskar trygdardeildir steðgaðu álopinum Fýra menn lupu fyrra­part­ in á amerikonsku sendi­ stovuna í sýriska høvuðs­ staðnum Damaskus. Eygna­vitni greiddu frá, at menninir róptu átrúnaðarlig rakstrarróp, tá teir byrjaðu at skjóta eftir teimum sýrisku vaktarmonnunum uttan fyri sendistovuna, og minst ein av vaktarmonnunum lá eftirá. Frammanundan høvdu álopsmenninir sprongt eina bumbu, sum lá í einum bili, ið teir høvdu sett uttan fyri sendistovuna. Sýriskar trygdardeildir vóru skjótar á staðið og kringsettu alt økið, har fleiri aðrar útlendskar sendistovur eru. Eygnavitni greiddu frá, at partarnir skutu eftir hvør øðrum við maskinbyrsum. Sambært vitnunum vardi skotbardagin einar tjúgu minuttir, og tá hann end­ aði, høvdu allir fýra álopsmenninir latið lív. Seinni váttaði ein sýr­ isk­ur generalur, at trygdar­ deildirnar høvdu forðað einum álopi á amerikonsku sendistovuna, og at minst fýra av álopsmonnunum vóru deyðir. Bretski sendiharrin í Damaskus, Peter Ford, segði við sjónvarpið CNN í dag, at tað var neyvan al-Qaeda, sum skipaði fyri álopinum. Álopið tóktist vera rættiliga tilvildarligt, og tí var tað helst ein lítil bólkur, sum skipaði fyri tí, segði sendiharrin. Hetta er aðru ferð í ár, at sýriskar trygdardeildir steðga vápnaðum álopum í Damaskus. Fyri trimum mánaðum síðani skutu trygdardeildirnar nakrar menn, sum royndu at taka bygningin hjá almenna sjónvarpinum. Amerikanska uttan­ríkis­ ráðið hevði ongar við­ merkingar til tilburðin í Damaskus fyrr í dag. USA hevur annars lagt Sýrialand undir at stuðla Hizbollah og at lata rørsluni vápn í kríg­ num við Ísrael í summar. Fyrrverandi ameri­ kanski varaforsetin, Al Gore, fer kanska at stilla uppaftur Líka síðani hann tapti ímóti George W. Bush fyri seks árum síðani, hevur Al Gore sagt, at tað var hansara fyrsta og seinasta roynd at gerast amerikanskur forseti. Men nú ivast hann - eitt sindur í hvussu er. Al Gore er í hesum døgum í Avstralia í sambandi við, at umhvørvisfilmur hansara ”An Inconvenient Truth” verður frumsýndur har. Filmurin lýsir ymsar umhvørvishóttanir og ser­ liga tær, ið kunnu standast av veðurlagsbroytingum. Í gjár var Al Gore í avstralska sjónvarpinum, og har fekk hann millum annað spurningin, um hann ætlar at stilla uppaftur sum forsetavalevni. - Tað er møguligt, at eg fari at stilla uppaftur eina ferð í framtíðini, men eg vænti tað kortini ikki, svaraði Gore. Hann ásannaði, at sum amerikanskur forseti hevði hann havt stóra ávirk­an í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingunum, og hann helt, at ein doku­ mentarfilmur er tann næst­ besta loysnin. Al Gore Amerikanska sendistovan í Damaskus álopin Amerikanska sendistovan í Damaskus er væl vard alt samdøgrið Mynd: Reuters Hann roynir kanska aftur Saddam Hussein iðrar seg ikki um nakað