Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 175 - 12. september 2006 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Nú hevur nógvur slatur gingið seinastu tíðina um bæði venjari og leikarar eru á veg úr felagnum, og onkur teirra til NSÍ, so vit vildu gjarna vísa NSÍ nakað Pauli G. Hansen, liðformaður hjá Skála ítróttur AB kann vinna gentudeildina Leygardagin verður seinasta umfar í finalubólkinum í gentudeildini spælt. Gentu­ deildin er fyri spælarar í aldrinum frá 14 til 17 ár. Undan seinasta umfarinum er tað AB, sum liggur best fyri. AB hevur ongan dyst tapt í sínum fimm dyst­ um í meistarabólkum, og leygardagin kunnu tær tryggja sær føroy­meist­ara­ heitið í dystinum ímóti VB/Sumba, sum einki stig hevrur fingið í sínum fimm dystum. NSÍ liggur næstfremst, men hóast tær vinna sín seinasta dyst, sum er ímóti Skála, er lítið sannlíkt, at tað røkkur til gull. Kravið er í øllum førum, at AB snávar í dystinum í Vági. Gentudeildin meistarabólkur 1. AB 5 8-5 11 2. NSÍ 5 10-13 10 3. Skála 5 6-6 7 4. VB/S 5 3-25 0 Seinasta umfar 16/9 VB/Sumba-AB 16/9 Skála-NSÍ Javnt hjá pinkunum Fyrra finaluumfarið í yngstu gentudeildini varð spælt í Havn leygardagin. B36, sum er eitt av liðunum í finaluni, var vertur fyri kappingini. Hini liðini eru GÍ, KÍ og VB/Sumba. Eftir fyrra finaluumfarið er einki avgjørt, og tað er framvegis púra opið, hvør verður føroyameistari í hesari deild. Øll liðini vunnu ein dyst, og síðani mistu tey eisini stig ímóti hvørjum øðrum. B36 hevur lítlan fyrimun við fimm stigum, meðan KÍ og GÍ bæði hava fýra stig. VB/Sumba hevur eisini møguleika at vinna deildina, tí liðið hevur trý stig. Seinna finaluumfarið hjá pinkum verður spælt í Gøtu leygardagin. FM-bólkur, pinkur Úrslit, fyrra finaluumfar B36-KÍa 0-0 GÍ-VB/S 0-2 GÍ-B36 0-0 VB/S-KÍ 0-1 B36-VB/S 2-0 KÍa-GÍ 2-3 Støðan 1. B36 3 2-0 5 2. KÍa 3 3-3 4 3. GÍ 3 3-4 4 4. VB/S 3 2-3 3 Johan Nielsen skal næsta kappingarár venja NSÍ, men NSÍ- formaðurin avsannar, at NSÍ dyrgir eftir fleiri av profilunum á Skála-liðnum eisini FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Síðani Trygvi Mortensen varð koyrdur úr venjara­sess­ in­um hjá NSÍ, hava søgurnar gingið um, at Johan Nielsen, venjari hjá Skála, verður komandi venjarin hjá NSÍ. Hesar søgurnar eru nú vátt­aðar. Johan Nielsen og hjálparvenjari hansara, Pauli Poulsen, skriva í næstum undir sáttmála við NSÍ fyri komandi kappingarár, og tað er eingin ivi um, hvat málið hjá NSÍ er og hevur verið. Runavíkingar vilja so fegnir vinna sítt fyrsta FM-heiti í mansfótbólti, og tað halda teir seg best kunna gera við mest vinnandi venjaranum í Føroyum á odda fyri liðn­ um. Váttað avtaluna Úr nevndini hjá Skála verð­ ur sagt, at tey rokna við, at sáttmáli millum NSÍ og Johan Nielsen verður undir­ skrivaður í kvøld. Hetta fekk formaðurin hjá NSÍ, Andrias Lamhauge, ikki váttað fyri Sosialinum, áðr­enn blaðið fór til prent­ ingar. Men hann kundi tó stað­ festa, at NSÍ hevur gjørt av­talu við Johan Nielsen um, at hann frá komandi kapp­ingarári at rokna verður venjari hjá NSÍ. Spælarar eisini upp á tal Sosialurin skrivaði longu fyri góðari viku síðani, at Johan Nielsen skuldi gerast venjari hjá NSÍ, men tá varð hetta avsannað. Orsøkin til, at Trygvi Mort­ en­sen fekk boðini um, at hann ikki skuldi verða venjari hjá NSÍ næsta ár, var nevniliga, at so kundi leiðslan í NSÍ gera eina ítøkiliga avtalu við nýggjan venjara, og fremsta uppskotið var allatíðina Johan Nielsen. Søgur hava eisini gingið um, at NSÍ dyrgir eftir fleiri av stuðulsspælarunum á Skála, sum teir royna at fáa saman við Johan Nielsen til NSÍ. Hetta gjørdu vit Andrias Lamhauge varugan við, og spurdu vit hann, um NSÍ eis­ini hevði tryggjað sær av­talu við nakrar leikarar frá Skála? Til hetta svarar Andrias Lamhauge stutt og greitt: Nei, tað hava vit ikki! Sosialurin veit tó, at samband hevur verið millum NSÍ og spælarar hjá Skála um næsta kappingarár, og fæst at síggja komandi dagarnar og vikurnar, hvussu tað gongst við royndunum at fáa nýggjar spælarar til NSÍ. Heimsins besta fótbóltskapping byrjar nú aftur. Fyrstu dystirnir í Champions League bólkaspælinum verða spældir í kvøld Champions League Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eingin fótbóltskapping kann samanberast við Champions League. Hetta er størsta og besta kappingin fyri europe­ isku feløgini, og tað er har, at teir bestu spælararnir í heim­inum av álvara sleppa at royna seg. Í summar hava trý inn­ leiðandi umfør verið til Champions League, og B36 spældi við í tveimum av umførunum. Nú eru so klárt at fara undir sjálvt bólka­ spælið, og í kvøld verða fyrstu dystirnir spældir. Millum dystirnar, sum eru á skránni í kvøld, eru PSV- Liverpool, Chelsea-Werder Bremen og Barcelona- Levski Sofia. Í annaðkvøld spælir FC Keypmannahavn sín fyrsta dyst í Champions League, tá ið Benfica vitjar í Parkini. Danska Viasat sendir frá dystunum í Champions League, og tað gera teir á fleiri rásum. Hvørt týskvøld og mikukvøld verður nógv gjørt burtur úr kappingini á TV3+, og aðrir dystir verða sendir á Viasat Sport og Viasat Xtra rásunum. TV3+ sæst millum annað á Televarpinum. Í kvøld byrjar Champions League Johan Nielsen skal gera NSÍ til meistara Í gjárkvøldið hevði Johan Nielsen leiðsluna av Skála-liðnum, sum vann á NSÍ í Formuladeildini. Næstu ferð liðini spæla ímóti hvørjum øðrum, stendur Johan á odda fyri NSÍ Mynd: Álvur Haraldsen Longu fyri góðari viku síðani skrivaði Sosialurin soleiðis um nýggja venjaran hjá NSÍ