Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 175 - 12. september 2006 ] KÍ og AB hava kappast í fremstu røð hjá kvinn­um í hesum kapp­ing­ar­ árinum, men sunnu­ dagin varð AB so dyggiliga sett upp á pláss í Klaksvík. GÍ hevur nú togað seg fram á næstfremsta plássið og spælir avgerandi dyst um FM í Klaksvík miku­ kvøldið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sunnudagin spældu tvey av fremstu kvinnuliðunum í ár dyst ímóti hvørjum øðrum. KÍ hevur sum vant ligið á odda í kvinnu­ deildini, men í steypa­fin­ aluni fekk KÍ harða mót­ støðu ímóti einum røskum og væl spælandi AB-liði. Tað var tó einki at gera hjá AB, tá tær vitj­ aðu hjá seksfaldu før­oya­ meistarunum um viku­ skiftið. KÍ heilt einfalt truml­aði liðið av Argjum niður og vann heili 10-1. Í fyrra hálvleiki skoraði KÍ bara tvær ferðir, men tað var heimaliðið, sum sat á tí allarmesta, og eitt av fáu skotunum hjá AB í fyrra hálvleiki endaði í málinum, so støðan í hálv­ leikinum var 2-1 til KÍ. Í seinna hálvleiki punkt­eraði Kí dystin við mál­inum til 3-1 tríggjar minuttir eftir steðgin. AB tóktist fall í fátt, og argjakvinnur hóttu bert við onkrum kontraálopum við Elin Katrinu Haraldsen. KÍ helt hinvegin mál­ veitslu og økti upp í 10- 1, áðrenn Petur Reinert bríkslaði sokallaða topp­ dystin av. Málini hjá KÍ skutu Rannvá Andreassen 4, Kristina Eyðbjørndóttir 3, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen og Randi Ward­ um hvør sítt. GÍ vann aftur Gøtukvinnur hava staðið seg væl í endaspælinum hjá kvinnum. Fyrst tóku tær fyrstu stigini frá KÍ, síðani vunnu tær á Argjum, og sunnudagin vunnu tær aftur, tá EB/Streymur vitj­ aði í Gøtu. Bæði liðini lógu fram við fyrstu løtuna, og tey skoraðu eisini bæði í fyrra hálvleiki. Heidi Heinesen legði GÍ á odda, men Rak­ ul Magnussen javnaði fyri EB/Streym. So var tað at stóri spæl­arin hjá GÍ, Hanna Isak­sen, sum tók yvir. Fyrst økti hon til 2-1 fyri hálvleikssteðgin, og í seinna hálvleiki skoraði hon tvey mál afturat, so at GÍ samanlagt vann 4-1. Mikukvøldið kl. 18.30 spæla KÍ og GÍ í Klaksvík, og hesin dystur verður av­gerandi fyri, hvør verð­ ur meistari í ár. KÍ liggur framvegis væl á odda, og vinnur KÍ dystin, eru Klaksvíkskvinnur meist­ arar aftur í ár. GÍ kann varðveita sín FM-møgu­ leika við at vinna ella spæla javnleik. FIFA vil hava Zidane og Materazzi at hittast Mest umtalaða hending í HM-endaspælinum í fótbólti í summar var, tá ið franski stórspælarin Zinedine Zidane og italski verjuspælarin Marco Materazzi brustu saman í finaluni. Endin var at Zidane fekk reyða kortið, og síðani hevur nógv verið tosað um hendingina. Nú vil FIFA-forsetin hava, at teir báðir spælararnir hittast fyri at leggja hendingina aftur um bak. Sepp Blatter segði á eini ráðstevnu í Berlin, at FIFA arbeiðir við málinum, og eitt stað, sum er upp á tal, er Robben Island í Suðurafrika, har Nelson Mandela sat fangi í 27 ár. Italia hevur brúk fyri Totti Tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá italsku heimsmeistarunum í nýggju EM-undankappingini. Italia er í bólki saman við Føroyum, og higartil hevur Italia bert fingið eitt stig fyri tveir dystir. Tað hevur fingið tann kroysta venjaran, Roberto Dona­doni, at heita á Francesco Totti um at koma aftur á landsliðið. Totti var ikki við í tveimum báðum undanfarnu dystum. – Eg rokni við, at Totti fer at spæla á landsliðnum aftur longu í næsta mánaði. Vit skulu tosa saman um formin hjá honum, tá næstu dystirnir nærkast, men er hann klárur, so spælir hann fyri Italia aftur, sigur Donadoni við italskar fjølmiðlar. KÍ trumlaði AB niður 1. deild kvinnur – FM-bólkur 1. KÍ 2 12-3 25 2. GÍ 3 6-3 20 3. AB 3 3-12 16 4. EB/Str. 3 2-5 11 Næstu dystir 13/9 KÍ-GÍ 14/9 EB/Streymur-AB Skála var til tíðir flúgvandi og spældi ein undirhaldandi dyst við ferðmiklum og flottum spæli. Vantandi neyvleikin framman fyri málinum var tó um at kosta, men so komu málini og Skála sigraði fult uppiborið á grannunum á eystara arminum á Skálafjørðinum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heilt fitt av fólkið var savn­ að til fótbóltsdyst á Skála mánakvøldið, har granna­ uppgerð var, tá vespurnar úr Runavík vóru og vitjaðu. Tað var turt, ikki ein ond rørdist og karmarnir til ein góðan fótbóltsdyst vóru so at siga optimalir. Samstundis sum tíðindini byrjaðu bríkslaði Lassin Isak­ sen dystin í gongd, og bein­ avegin var greitt, at á Skála skuldi heimaliðið ráða. Teir appilsinlittu fluttu bólt­ in skjótt og væl sína millum. Úr einum borði í hitt, so mitt niðan eftir vøllinum og so aftur út í borðini. Málleysur fyrri hálvleikur Skjóta og góða spæli hevði við sær, at liðið kom fram til fleiri málmøguleikar. Onkrir størri enn aðrir, men hvørja ferð teir nærkaðust brotsteiginum ella komu í skotstøðu, so vantaði neyv­ leikin, ella eisini varð bólt­ urin trillaður runt nakrar ferð­ir aftrat, og so fekk NSÍ verjan ruddað burtur. Eitt dømi um vantandi neyv­leika var, tá eitt korter var spælt. Vælleikandi Levi Hansen kemur niðan í vinstru síðu og leggur ein bólt inn fyri. Hesin endar so ella so fyri føturnar á Jón­ hard Fredriksberg, men við tómum málið framman fyri sær fær hann ikki skot á. Eitt annað dømi var, tá Bjarni Jørgensen, sum eisini var væl upplagdur, fekk eina fríspæling og rann seg leysan av verjuleikaranum. Men einsamallur við Jens Martin Knudsen gjørdist skotið og veikt, og Jens Martin kundi uttan stórvegis trupulleikar bjarga skotroyndini. Runavíkingar vóru so at siga trýstir í botn, men onkran kontramøguleika fingu teir tó. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Bogi Løkin, sum endaði eitt kontraálop, men góða skot hansara smeyg sær dygst framvið stongini og út til málspark. Eisini Christian Høgni Jacobsen royndi seg viðhvørt, men var ongantíð nær við. Tað var Iulian Florescu har aftur ímóti fimm minuttir fyri steðgin. NSÍ vann sær fríspark nakað uttan fyri brotsteigin og eitt sindur úti í høgru síðu. Iulian Florescu varð sett­ur at skjóta. Hann lyfti bóltin upp um múrin men skotið brast á stongina. Hetta var vandamesta royndin á øll­um fyrra hálvleiki, og samstundis eisini tað nærm­ asta NSÍ kom einum máli. Mál beinanvegin Seinni hálvleikur byrjaði við, at Bjarni Jørgensen varð tikin út og Debus Danielsen varð settur inn fyri hann. Bjarni Jørgensen hevði spælt ein fínan fyrra hálvleik, men hevur verið skaddur stóran part av árinum og orkar helst ikki at spæla ein heilan dyst. Debus Danielsen skuldi tó ikki brúka langa tíð at sannføra bæði viðhaldsfólk og venjara um, at hann var rætti maðurin at seta inn. Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik fær ein Skálaleikari bóltin mitt fyri brotsteigin. Hesin er press­ aður men fær tó lagt bóltin út í høgra borð til Levi Hansen, sum smekkaði hart inn fyri, og við handaru stong kemur júst innkomni Debus Danielsen flúgvandi og takl­ ar hann bóltin í netið. Vespur uttan brodd Eitt korter inn í seinna hálv­leik kom NSÍ til sínar størstu kjansir. Fyrst royndi Jústinus Hansen seg, eftir fina frísparkskombinatión við Iulian Florescu og Helga L. Petersen, men Vlada Fili­ povic stórbjargaði góða flukt­ aranum. Minuttin eftir var aftur um reppið at NSÍ fekk mál, men Christian Høgni Jacobsen misnýtti upp á tað Skála – NSÍ 2-0 (0-0) Flott spæl og sigurin