týsdagur 12. september 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 175 - 12. september 2006 ]
Eingin øl í Parkini
Ein avgerð hjá europeiska fótbóltssambandinum FIFA hevur nú við
sær, at øl kann ikki seljast til europeiskar dystir. Í Danmark verður
nógv gjørt burtur úr ølsøluni í sambandi við fótbóltsdystir, men
tá ið FCK mikukvøldið spælir fyrsta heimadystin í Champions
League, verður bert alkoholfrítt øl at fáa.
Marknaðarstjórin hjá Carlsberg heldur, at tað hevði verið betur,
um fólk kundu keypt sær øl undir dystinum, heldur enn at tey
drekka áðrenn dystin.
- Vit vita eisini frá HM í summar, at tað ber væl til at hava dystir
uttan trupulleikar, hóast øl verður selt á stadion undir dystinum,
sigur Keld Strudahl við Ritzau.
Eriksson fjalir seg
Sven-Gøran Eriksson var ongantíð væl lýddur sum lands
liðsvenjari í Onglandi, og eftir harðar atfinningar í summar,
hevur Eriksson tikið seg aftur og sæst lítið alment. Eriksson
skuldi verða við á eini ráðstevnu í Berlin um vikuskiftið,
har hann skuldi eftirmeta HM-endaspælið í Týsklandi, men
Eriksson gav avboð.
– Hann hevur fingið nóg mikið. Hann heldur, at fólk alla
tíðina royna at fáa fram, at hann er ein vánaligur persónur
og venjari, sigur Lennart Johansson, UEFA-forseti um
orsøkin til, at Eriksson ikki varð við á ráðstevnuni um HM-
endaspælið
Nú eru vit tryggjaðir
í deildini
til Skála
Skála vann rættiliga
sannførandi ímóti NSÍ og
spældi helst nakað av tí besta,
teir hava spælt í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
allar skammiligasta gylta
møguleikan, eftir at Helgi L.
Petersen hevði lagt honum
bóltin fyri føturnar.
Tá vespurnar ikki høvdu
hug at prika, so revsaði
Skála tað í hinum endanum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
fær Jónhard Fredriksberg
bóltin í vinstra borði.
Hann ger eitt lítið trekk,
og á brotsteigarhorninum
smekkar hann til. Bólturin
fer fúkandi eftir svørðinum
og brestur í handaru stong
áðrenn støkkur í málið. Eitt
flott mál frá landsliðsleikar
anum.
Eftir hetta flutti Skála
bóltin skilagott sína mill
um. Teir framdu onkra
verjukendar útskiftingar,
Alexandur Johansen og Levi
Hanssen vórðu tiknir út, og
Bárður Danielsen og Poul N.
Poulsen settir inn, og síðani
varð dysturin stýrdur heim
uttan stórvegis hóvasták.
Tað vóru ikki teir stóru
kjansirnir, sum komu hesa
løtuna, men í sjálvari yvir
tíðini fekk Jónhard Fredriks
berg ein gyltan møguleika
at staðfesta sigurin, men júst
sum starvsfelagin á lands
liðnum, so kiksaði hann fyri
opnum máli.
Hetta hevur tó lítið at
siga. Skála vann rættiliga
sannførandi, og spældi helst
nakað av tí besta teir hava
spælt í ár. Hinvegin vóru
runavíkingar nær við at revsa
teir, tá teir ikki fingu bóltin
inn, men vantandi neyveikin
kostaði ikki hesaferð.
NSÍ
Skála
Christian Høgni
Jacobsen viðgongur,
at rumbli í NSÍ
seinastu vikuna
hevur havt sína
ávirkan í fyrireik
ingunum til dystin,
meðan Pauli Hansen
hjá Skála sigur, at
sigurin mánakvøldið
tryggjaði teimum
verandi sæti í bestu
deildini
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eftir dystin fingu vit orðið
á teir báðar liðskipararnar
hjá liðunum báðum, Paula
Hansen hjá Skála og Christi
an Høgna Jacobsen hjá
NSÍ.
– Munurin á liðunum í
dag skal helst síggjast í, at
vit spældu bólt frá byrjan.
Vit hildu bóltin niðri á jørð
ini, og eg haldi hetta mann
vera nakað av tí frægasta
vit hava spælt í ár, greiddi
Pauli Hansen frá.
Christian Høgni Jacobsen
er hinvegin fáorðaður, tá
hann verður spurdur til
dystin, men staðfestir, at
sigurin til Skála var fult
uppiborin.
– Ja, tað er ongin ivi um,
at tað var rætta liðið í vann,
sigur Christian Høgni Jac
obsen stutt og greitt.
Í prinsippinum hevur
Skála ikki nakað serligt at
spæla fyri, nú teir liggja
sum teir gera á stigatalv
uni. Spurningurin er so,
hvussu motiveraðir Skála
leikararnir eru til ein slíkan
dyst?
– Nú hevur nógvur slatur
gingið seinastu tíðina um
bæði venjari og leikarar eru
á veg úr felagnum, og onkur
teirra til NSÍ, so vit vildu
gjarna vísa NSÍ nakað. Og
so er ein grannauppgerð av
hesum slagnum ongantíð
nakar trupulleiki at seta seg
upp til, sigur Pauli Hansen,
liðformaður hjá Skála.
Venjaraskiftið
Hjá NSÍ hevur ikki bara
slatur um venjaraskift ging
ið í Runavík. Tað er ein
veruleiki, at Trygvi Mort
ensen er koyrdur og at hetta
er fyrsti dystur teirra í ár,
har hann ikki er við róðrið.
Og landsliðsáleyparin hjá
NSÍ váttar, at hetta hevur
havt sína ávirkan.
– Nú hava vit havt ein
drúgvan steðg síðani við
landsliðsfótbólti í millum
landskappingardystirnar,
og síðani er venjarin eisini
skiftur út, so tað hevur verið
eitt sindur av rumbli, sum
hevur havt sína ávirkan,
sigur Christian Høgni Jac
obsen.
Brennandi spurningurin
er so, hvussu lagið í NSÍ-
leguni er nú?
– Tað er langt síðani
seinast, at vit hava tapt
fýra dystir á rað, so í løt
uni er lagið í botni. Hetta
mugu vit fáa vent nú, og
sunnudagin hava vit GÍ á
heimavølli, og tað skuldi
verið ein møguleiki at
vent gongdini, sigur liðfor
maðurin hjá NSÍ, Christian
Høgni Jacobsen, at enda
við Sosialin.
Hjá Skála er lagið sjálv
andi gott, nú teir hava vunn
ið á grannunum í Runavík,
men hvat fáa Skálamenn
brúkt ein tílíkan sigur til?
– Eg haldi eg kann siga,
at við sigrinum í dag eru
vit tryggjaðir í deildini,
og tá vit annars spæla fyri
at vinna hvørja ferð, so er
hetta eisini ein sigur í so
máta, sigur liðformaðurin
hjá Skála, Pauli Hansen.
Mál, hæddarpunkt og
samrøður eru at síggja á
www.portal.fo
KYKMYNDIR
Skála – NSÍ 2-0 (0-0)
1-0: Debus Danielsen, 48.
2-0: Jónhard Fredriksberg, 67.
Dómari: Lassin Isaksen
Skála: Vlada Filipovic – Pætur Dam Jacobsen, Rúni Ras
mussen, Milic Curcic, Jóhan Troest Davidsen – Bjarni
Jørgensen (Debus Danielsen, 46.), Pauli Hansen,
Alexandur Johansen (Poul N. Poulsen, 74.), Nenad
Stankovic, Levi Hansen (Bárður Danielsen, 74.) – Jónhard
Fredriksberg.
Gult kort: Eingin
NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Viggo
Johannesen, Helgi L. Petersen, Iulian Florescu – Einar
Hansen (Sonni L. Petersen, 64.), Bogi Løkin, Justinus
R. Hansen, Andy Olsen – Óli Hansen, Christian Høgni
Jacobsen.
Gult kort: Óli Hansen, Brynjolvur Nielsen.