Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 175 - 12. september 2006 ] Hesa ferð gekk tað soleiðis, sum tað varð roknað við. Fýra tey ovastu vunnu sínar dystir. NSÍ og GÍ, sum nú eru nummar fimm og seks, taptu, og gongdin seinastu vikurnar hevur verið staðfesting av, at tey bæði Eysturoyar liðini, sum leingi vóru við í odda­ stríðnum, síðani summar­ steðgin so rudduliga hava meldað seg fyrst burturúr FM stríðnum og síðani burtur úr stríðnum um heiðursmerkini. NSÍ hevur einki stig fingið burturúr fýra teim­ um seinastu umførunum, og GÍ hevur ikki vunnið síðani 14. juni, tá ið gøtu­ menn vunnu 2-1 í Gunda­ dali móti HB. Tá varð GÍ roknað sum gott boð upp á at verða meistaralið. Síðani hevur GÍ í átta dystum fingið fimm stig. Tá er dysturin móti ÍF ikki rokn­ aður uppí. Hann verður jú spældur umaftur í kvøld. Eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, plagar at verða tikið til. Hetta er ikki minst galdandi í fótbólti. Hóast úrslitini tær seinastu ferð­ irnar hava verið júst so­ leiðis, sum tað kundi rokn­ ast við, so er tað fram­vegis hugsandi, at óvæntað úrslit fara at vísa seg, nú tað verður farið undir seinastu fimm umførini. Spurningurin er ikki um men nær Men nú skal tað meiri enn góður vilji til at ímynda sær nakað annað, enn at EB/Streymur fer at verða meistari. Óroynd lið plaga at fáa gummibein, sum tað verður nevnt, tá ið FM heitið er so tætt undir borði­ num, sum tað nú er tað hjá oddaliðnum. Men soleiðis er tað als ikki hjá EB/ Streymi. Evnaríku menn­ inir hava framvegis bara fokus á einum dysti í senn. Í annaðkvøld fara at teir at spæla fjórðings­­finalu í steypakappingini, og so fara teir at hugsa um lands­ kappingardystin næsta viku­skifti. Tað eru fimm stig frá EB/Streymi og aftur til B36, og tað eru sjey stig frá EB/Streymi og aftur til HB á triðja plássi. Eingin ivi kann vera um, at EB/ Streymur eftir 27 umfør fer at vera ovari á talvuni enn HB. Tað skal ganga EB/Streymi verri enn HB í trimum av teimum fimm umførunum, sum eru eftir, um HB skal taka seg framum EB/Streym. Tað fer HB ikki at megna. B36 er fimm stig aftan­ fyri EB/Streym. Tað vil siga, at í tveimum av teim­ um fimm umførunum, sum eru eftir, skal tað roynast betri hjá B36, enn tað skal gera hjá EB/Streymi, um meistaraliðið frá í fjør aftur í ár skal verða best. Sannlíkið fyri at hetta skal koma fyri er sjálvandi størri, enn tað er fyri, at HB skal taka EB/Streym. At sannlíkið tó ikki er serliga stórt verður staðfest, tá ið hugt verður eftir, hvussu skráin hjá teimum trimum oddaliðunum sær út. EB/Streymur: Skála (h), B68 (ú), GÍ (h), ÍF (ú) og KÍ (h). B36: ÍF (ú), HB (ú), NSÍ (ú), Skála (h) og GÍ (ú). HB: KÍ (h), B36 (h), VB/Sumba (h), B68 (ú) og ÍF (h). Skála vísti mánakvøldið á heimavølli móti NSÍ, at teir ikki eru at kimsa at. Men skálamenn mugu finna seg í, at tað verður EB/Streym­ ur, sum verður favorittur, tá ið Skála sunnudagin fer norður til Eiðis. Talvan sigur eisini, at EB/Streymur verður stórur favorittur, tá ið oddaliðið annan sunnu­ dag fer út á Toftir. Og um tað tær báðu næstu ferðirnar fer at eydn­ ast EB/Streymi at fáa fulla úrtøku, so lúrir møgu­leikin fyri, at tað longu sunnu­ dagin 24. september og trý umfør undan kapp­ing­ar­ enda verður greitt, at EB/ Streymur hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð. Hetta verður so at siga støðan, um tað fer at enda við javnleiki ella HB-sigri, tá ið HB og B36 annan sunnudag fara at bresta saman í Gundadali, og um EB/Streymur vinnur bæði móti Skála og B68. Sjálvandi ynskja teir í EB/Streymi at fáa FM heitið innanborða so skjótt, sum tað ber til. Um tað ikki fer at eydnast sunnu­ dagin 24. september, so fara teir sjálvandi einki at hava ímóti, at tað verður vunnið á heimavøllinum á Mølini, tá ið GÍ fer at vitja har norðuri sunnudagin 1. oktober. Undir øllum umstøðum er tað lítið, sum talar fyri, at FM heitið fer at standa upp á spæl, tá ið oddaliðið í tveimum teimum síðstu umførunum fer at spæla í Fuglafirði og á heimavølli móti KÍ, og harvið fara síðstu umførini ikki at verða so intens og spenn­ andi, sum tey vóru tað í fjør, tá ið B36 tryggjaði sær FM heitið í síðstu minuttunum í síðsta um­ farinum. EB/S kann vinna FM um tvær vikur Einki bendir á, at spenningurin í toppinum fer at verða so stórur í síðstu umførunum, sum hann var tað í fjør FORMULA DEILDIN 22. UMFAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 22 14 - 5 - 3 56 24 32 47 2 B36 22 12 - 6 - 4 38 24 14 42 3 HB 22 11 - 7 - 4 49 34 15 40 4 KÍ 22 10 - 8 - 4 48 28 20 38 5 NSÍ 22 10 - 5 - 7 42 32 10 35 6 GÍ 21 7 - 10 - 4 26 24 2 31 7 Skála 22 7 - 6 - 9 29 23 6 27 8 VB/S 22 4 - 4 - 14 19 60 -41 16 9 B68 22 2 - 5 - 15 24 51 -27 11 10 ÍF 21 2 - 4 - 15 19 50 -31 10 EB/Streymur vann sannførandi sunnudagin, og heldur liðið fram við gongdini, kunnu teir gerast føroyameistara væl undan seinasta umfarinum í Formuladeildini Roykfrítt í Klaksvík Sunnudagin boðaði stadionspeakarin í Klaksvík frá, at nú er tað ikki longur loyvt at roykja á stadionøkinum í Klaksvík. – Sambært roykipolitikkinum hjá Klaksvíkar kom­ munu og KÍ skal hervið verða sagt frá, at tað er ikki loyvt at roykja á stadionøkinum, vóru boðini, sum áskoðararnir fingu undan dystinum í gjár. Summi fólk klappaðu, og onnur høvdu hug at buha eftir boðunum, sum vóru endurtikin, um onkur ikki trúði sínum oyrum. Federer vann US Open Heimsins sterkasti tennisspælarin, Roger Federer úr Sveis, vann mánanáttina US Open. Federer spældi finalu ímóti amerikanaranum Andy Roddick, og Federer vann 3-1. Fyrsta settið vann Federer sannførandi, men so svaraði Roddick aftur í øðrum setti og vann 6-4. Triðja settið var javnt, men Federer vann at enda 7-5, og so setti hann eitt ordans punktum við 6-1 í fjórða settinum. 23.000 áskoð­ arar vóru til finlauna, har 25 ára gamli Roger Federer enn einaferð vísti, at hann er sterkasti tennisspælarin í heimi­ num.