Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 175 - 12. september 2006 lýsingar Starv sum leiðari fyri Fuglafjarðar sløkkiliði Starvið sum leiðari fyri Fuglafjarðar sløkkilið, sum er ein deild av Fugalfjarðar kommunu, verður hervið lýst leyst til setan tann 1. desember 2006 ella skjótast eftir hetta. Krøv: • Viðkomandi skal hava handverksliga ella byggifrøðisliga útbúgving • Skal hava tikið ella skal taka neyðug skeið sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmanning­ um og brunaumsjónarmonnum • Skal vera við til at menna kommunala brunaverkið og brunamenninar, so sløkkilið altíð er á einum tekniskt forsvarligum støði • Heilsuváttan verður kravd • Skal hava stóra koyrikortið • Skal hava góð samstarvsevni Lønar- og setanarveiðurskifti: • Starvið, sum verður normerað til 15 tímar um vikuna, verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið • Fyrstu 3 mánaðarnir verða at rokna sum royndartíð. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gordon M. Petersen, sløkkiliðsleiðara á tlf. 220101 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á tlf. 444006. Umsóknarfreist: Skrivligar umsóknir saman við próvskjølum skulu vera Fuglafjarðar býráð Norður í Gerði 10B 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 21. september 2006 kl. 16.00. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gordon M. Petersen, brunaumsjónarmann á tlf. 220+101 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á tlf. 444006. Fuglafjørður, tann 6. september 2006 Fuglafjarðar býráð Læknaskrivari 1 starv sum læknaskrivari 3/4 tíð er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Førleikakrøv: • Útbúgving sum læknaskrivari ella annar líknandi førleiki • Teldukunnleiki á basalum støði • Fyrikomandi Løn: Sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Freistin at søkja er úti 24. september 2006. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til viðtaluna á tlf. 313700. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum kunnu sendast til: Kommunulækni Kári Jacobsen J. Paturssonargøta 22 FO-100 Tórshavn Til leigu í Vági Handilshøli – umleið 7 x 14 m – mitt í Vági til leigu Ring 37 33 46 eftir kl. 13 Sjó-El Heilsufrøðingur Heilsufrøðiskipanin søkir eftir avloysara til Suður­ oynna fyri heilsufrøðing í barnsburðarfarloyvi. Starvið er 28 tímar um vikuna og verður at seta skjótast tilber og fram til 1. august 2007. Arbeiðið er samansett virksemi, við tænastu til barnafamiljur og skúlar á økinum. Starvið er pri­ mært til smábarnaøkið. Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, og til tíðir krevjandi. • Fakliga menning og supervisión • At verða partur av einum samstarvstoymi við positivum og engageraðum starvsfeløgum. Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningar­ verkætlan. Førleikakrøv • Útbúgving sum heilsufrøðingur. • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna/familjuøkinum. • Áhugi fyri fakligari menning. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymir og er tað tí ein fyrityreyt, at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna kollegiala samstarvið. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn: Umsókn skal sendast til: Heilsufrøðiskipanin Niels Finsensgøta 28, 2. hædd, Postboks 132 FO­110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. september 2006. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Heilsufrøðiskipanina, á tlf. 354010. Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálarligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið, umframt hetta, at gera regluligar funktiónskanningar, samtala við børn, hetta bæði persónligar, bólkasamrøður og undirvísing. Frá Zarepta Heystlega fyri ung í aldrinum 14 til 17 ár verður í Zarepta frá fríggjadegi 6. okt. til mikudag 11. okt. 2006. Tekning á tlf. 28 21 40 millum kl. 15.00 og 19.00. Starvsfólkatekning á tlf. 28 40 40.