týsdagur 12. september 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2006
29
Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimarøktini Vágar/ Norð
streymoy.
Á Røktarheiminum á Mørkini eru 32 búpláss býtt út á 4 eindir við 8 búplássum á
hvørjari eind. Til hvørja eind er felags køkur og stova. Búeindirnar eru sambundar
av einum meginbygningi, ið umfatar meginkøkin, hølir til ergo og fysioterapi
og sal til felagstiltøk á heiminum. Aðalsetningurin fyri heimið er, skapa eitt so
heimligt og livandi umhvørvi sum gjørligt.
Heimið opnaði í maj 2006 við 16 røktarheimsplássum og í løtuni eru vit í ferð
við at taka síðstu eindirnar í brúk. Í hesum sambandinum sóknast vit eftir
sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum at arbeiða 0,7 tíð í blandaðum vaktum
at byrja 1. oktober 2006 ella skjótast tilber.
Vit søkja eftir fólki:
• við røktarfakligum royndum
• hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar
• hevur áhuga fyri at starvast innan elddrarøkt
• kennir gleði við at vera saman við gomlum fólki.
Vit kunnu bjóða:
• góðar arbeiðsumstøður í nýggjum heimi
• eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt
• eitt starv við nógvum avbjóðingum
• eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning.
Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til deildarleiðaran á Mørkini á
telefon 505440.
Umsókn:
Umsókn við avriti av autorisatión, prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal
sendast til:
Røktarheimið á Mørkini
435 Streymnes
Att: Annika Vágsheyg
Umsóknarfreist: 27. september 2006.
Røktarheimið á Mørkini
Søkir eftir heilsurøktarum
og sjúkrarøktarfrøðingum
Heimarøktin og Serforsorgin
Røktarheimið á Mørkini, 435 Streymnes
Masterskeið í Upplýsingasókn/
information Retrieval
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar skeið á masterstigi í
Upplýsingasókn – eisini á fakmáli kent sum »Information Retrieval«. Skeiðið byrjar
í viku 42 og endar í viku 50.
Fyri at luttaka á skeiðnum skalt tú hava staðið bachelorprógv innan KT ella kunna
vátta tilsvarandi førleikastig. Skeiðið endar við próvtøku í januar 2007.
Umsóknarfreistin er 20. september 2006. Tilmelding fer fram við umsóknarblað,
ið fæst á www.nvd.fo
Skeiðsgjaldið er kr. 4.000,- sum má vera goldið, tá ið skeiðið byrjar. Umsøkjararnir
fáa gjaldskort frá Føroya Gjaldstovu.
Meir fæst at vita um skeiðið á heimasíðuni www.nvd.fo og við at venda sær til
skeiðsleiðaran Silviu Lauritsen, silvia.lauritsen@mac.com
lýsingar
Hundur til sølu
Slag: Samojed. Hundurin er hvítur og hevur
stammtalvu. Hundurin er 3 mðr. gamal.
Tlf. 31 72 13
Lesið
-tað loysir seg
Lesið
- so eru tit við