Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 176 - 13. september 2006 tíðindi SAMBAND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 SMYRIL LINE J. BRONCKS GØTA 37 · P.O. BOX 370 · FO-110 TÓRSHAVN TEL 34 59 00 · FAX 34 59 50 · BOOKING@SMYRIL-LINE.FO TAK ALLA FAMILJUNA VIÐ TIL DANLAND NOREG · ÍSLAND HETLAND · DANMARK CRUISE WWW.SMYRIL-LINE.COM TLF 34 59 00 2 vaksin, 2 børn og 1 bilur í 1 viku í Danland úr bert Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4 koyggjukamari við wc/bað innv. Hartil uppihald í 2 verilsis íbúð á Danland í Hirtshals. Eykakostnaður: Oljuavgjald kr. 200,- fyri hvønn ferðandi og avgreiðslugjald kr. 120,- fyri bíleggingina. Tilboðið er galdandi í tíðarskeiðnum 21.09–19.10.2006. Tilboðið er treytað av at pláss er umborð á Norrönu og á Danlandi í nevnda tíðarskeiðið. 7.024,- Pakkið bilin heima í túninum, koyrið umborð og hugnið tykkum á ferðini. Soleiðis koma tit frísk og vælúthvíld til dyrnar á Danland í Hirtshals – bert fáar kilometrar frá Hanstholm, har Norröna leggur at. Lættari gerst tað ikki. Danland hevur alt, sum krevst fyri at tit og børnini fáa eina ógloymandi viku saman. - Einasta bindingin millum Føroyar og Danmark í dag, er gjald fyri vald, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum gevur politikarunum í Fólkaflokkinum ábyrgdina av, at Føroyar enn ikki eru skipaðar sum fullveldi Fólkaatkvøðan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Fólkaatkvøðan í 1946, sum enn ikki er framd í verki, hevur bara áhuga hjá frælslyntum føroyingum. Tað ásannar Tórbjørn Ja­cobsen, løgtingsmaður, sum verður millum røðarar­ nar á tiltakinum á Eiði í annaðkvøld. - Fólkaviljin, sum kom til sjóndar í føroyska fólkinum í 1946, bleiv torpederaður við donskum valdi – og av teimum føroyingum, sum taptu fólkaatkvøðuna. So leingi, sum hesin vilji ikki er framdur í verki, halda vit tað vera rætt at varpa ljós á dagin. Tórbjørn ásannar, at tað upp ígjøgnum tíðirnar hevur gingið spakuliga rætta vegin. - Við teirri politisku saman­seting, vit hava á tingi, hevur tað verið ein tungur burður at víst fólk­ inum á vitan – og ljósið - fyri framman. Hann heldur, at tað onkus­vegna er líkt til, at løg­tingið ikki umboðar tey viðurskifti, sum tingið er valt eftir. - Eg hugsi serliga um fólkafloksumboðini á tingi, sum aftur og aftur hava svikið sínar frælslyntu veljarar. Tórbjørn vísir á, at Fólka­ flokkurin í síni tíð var aktivur í strembanini eftir at fremja fólksins vilja frá 1946 í verki, men her er alt farið fyri bakka – ikki minst við sitandi samgongu, nú Fólkaflokkurin er í landsins leiðslu saman við tveimum sambandsflokkum. - Tjóðveldisflokkurin, sum beinleiðis er ein av­leið­ ing av svikinum móti føroyska fólkinum í 1946, stendur rættiliga einsa­ mallur. Løgtingsmaðurin held­ ur, at hevði málið, sum Tjóðveldisflokkurin, Fólka­ flokk­urin og Sjálvstýris­ flokkurin settu sær síðsti í nítiárunum, verið fasthildið, høvdu Føroyar verið eitt fullveldi í dag. - Men her sveik Fólka­ flokkurin aftur, tá ið danir settu fram sínar hóttanir um stutta skiftistíð. Tórbjørn Jacobsen er sannførdur um, at politik­ ararnir í Fólkaflokk­inum als ikki vilja, at Føroyar skulu skipast sum fullveldi. - Eftir valið, har valevni floksins høvdu verið stór­ orðað um fullveldi, vóru teir komnir í ein ”stima”, eftir at teir høvdu givið sínum veljarum gylt lyftir. Haraftrat varð Fólka­flokk­ urin tvingaður av Tjóð­ veldisflokkinum at taka undir við íslendsku loysnini frá 1918 um fullveldi. Løgtingsmaðurin er sann­ førdur um, at Fólka­flokk­urin hevur alla ábyrgdina av, at føroyingar ikki náddu undir land við fullveldinum. - Í dag rekur Fólka­ flokk­urin reinan heima­ stýrispolitikk. Tórbjørn Jacobsen sigur, at málið um politisku viður­ skiftini millum Føroyar og Danmark í dag bert snúgva seg um ein spurning. - Spurningurin er gjald fyri vald, sigur hann av­gjørdur. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður: Gjald fyri vald - Fólkaflokkurin hevur ábyrgdina av, at Føroyar ikki eru fullveldi í dag, sigur Tórbjørn Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen 14. september: Fyrilestur, røður, tónleikur og sangur Í morgin, 14. september, skipa Eysturoyar Tjóð­ veldisfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum tiltaki á Eiði, nú seksti ár eru liðin síðan fólkaatkvøðuna Fólkaatkvøðan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á fólkaatkvøðuni, 14. sep­ tember 1946, høvdu før­ oyingar høvi at atkvøða um framtíðar støðu Føroya. Valið stóð ímillum danskt stjórnaruppskot øðrumegin og loysing millum Føroyar og Danmark hinumegin. Úrslitið gjørdist ein tepur meiriluti fyri loysing. - Enn er hesin seksi ára gamli vilji ikki framdur í verki, og so leingi Føroyar framvegis eru eitt danskt hjáland, verður dagurin markeraður og hildin, siga tjóðveldisfeløgini. Á fundinum á Eiði, sum er almennur, fer Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, at halda fyrilestur. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og Olaf í Garði Joensen, varamaður hansara í Eystur­ oy, fara eisini at røða. Kvívíkingurin, Leivur Grækarisson, fer eisini at siga frá minnum og upplivingum frá hesi hend­ ingaríku tíð í Føroya søgu. - Fólkaatkvøðan var fyri allar føroyingar, og so­leiðis verður eisini við tiltakinum í annaðkvøld. Eftir umbøn er tingmaður Sambandsfloksins í Eystur­ oy og løgtings­formaðurin, Edmund Joensen, eis­ini boðin við, siga tjóð­veldis­ feløgini. Edmund Joensen fer at hugleiða um hesi seksti árini og um, hvussu hann heldur, at føroyska sam­ felagið politiskt skal skipast frameftir. Umframt røður og hug­ leiðingar, fer gjáar­maðurin, Jónsvein Olsen, sum býr í Rytuvík, eisini at undirhalda við sangi. Á skránni fyri tiltakið á Eiði verður eisini felags­ sangur.