Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 13. september 2006 3 tíðindi - Allir flokkar á tingi hava sum mál at vinna føroyingum ein sjálvberandi búskap. Vit halda haraftrat, at okkara fyrimunir eru ein sjálvstýrandi tjóð í einum størri ríki – og sum partur av Evropu, sigur Ed­mund Joensen, løg­tings­maður og løgtingsformaður, sum verður við á tiltakin­um á Eiði í annað­kvøld Fólkaatkvøðan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið vit høvdu Edmund Joensen, løgtingsmann í tele­ fonini í morgun, sat hann júst og fyrireikaði seg til tiltakið á Eiði í annaðkvøld, sum tjóðveldisfeløg skipa fyri. Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at tað í morgin eru seksti ár, síðan fólkaatkvøða var í Føroyum um loysing og samband. - Eg fari helst at gera onkrar viðmerkingar til tað, sum Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, fer at siga í sínum fyrilestri, og eisini fari eg at vísa á, hvussu onnur enn loysingarfólk síggja fólkaatkvøðuna fyri seksti árum síðan. Tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru fleiri síður í eini søk – og ikki bert tann eina. Edmund sigur, at hann fer at nema við ”pólarnar” í føroyskum politikki og vísa á, at tíðin er farin frá hesum. – Eg haldi, at orkan kann brúkast betri og kon­struk­ tivari enn til áhaldandi kegl um loysing og samband. All­ ir flokkar á tingi eru fyri einum sjálvberandi bú­skapi í Føroyum – uttan mun til, hvat vit halda um stjórn­ar­ viðurskiftini millum londini. Løgtingsmaðurin vísir á, at Sambandsflokkurin hevur verið til í 100 ár. - Hesi árini er flokkurin vorðin ”moderniseraður” eftir tørvi og seinast við nýskipanaruppskotinum, sum hevur gjørt karmarnar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark mun­ andi greiðari. Edmund Joensen harmast um, at Tjóðveldisflokkurin – sum hann tekur til, ikki er komin longur. - Eg vil siga, at flokkurin ikki er komin úr stað síðan stovnanina fyri skjótt seksti árum síðan. Tiltakið á Eiði, har vent verður aftur til tað, sum hendi í 1946, er eitt tekin um hetta, heldur løgtingsmaðurin. Hann heldur, at tað, sum vit hava rópt ”vinstra og høgra”, eisini er broytt seinastu árini. - Í vinnulívsspurningum liggur Tjóðveldisflokkurin nú nærri Sambands­flokk­ inum, og í vælferðar­spurn­ ingum draga at kalla allir flokkar á tingi somu línu. Edmund Joensen sigur, at Sambandsflokkurin fram­vegis – og í fram­tíð­ ini – verður ein sam­bands­ flokkur, sum heldur, at vit sum samfelag hava størri og betri møguleikar sum partur av eini størri tjóð - og sum partur av Evropu. - Vit halda, at okkara støða sum sjálvstýrandi tjóð í einum størri ríki er ein fyrimunur fyri okk­ ara land og fólk, sigur løg­tings­maðurin, sum fer at røða á tiltakinum, ið tjóðveldisfeløg skipa fyri á Eiði í annaðkvøld. - Í vinnulívsspurningum liggur Tjóðveldisflokkurin nú nærri Sambandsflokkinum, og í vælferðarspurningum draga at kalla allir flokkar á tingi somu línu, sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður Edmund Joensen, løgtingsmaður: Tjóðveldisflokkurin er ikki komin úr stað