mikudagur 13. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 13. september 2006
5
tíðindi
– Tað er ein misskilj
ing, tá ið heilsu
hjálparar føra fram,
at vit ætla at broyta
útbúgvingina, so at
hon verður oyðiløgd.
Tvørturímóti kann
eg lova, at ongar
broytingar verða,
sigur Jógvan á
Lakjuni
Heilsuútbúgvingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta má vera ein
misskiljing!
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í mentamálum
vissar um, at ætlanin er ikki
at gera nakað, sum kann
oyðileggja útbúgvingina til
heilsuhjálpara.
Tað er annars tað, sum
felagið hjá heilsuhjálparum
stúrir fyri.
Tey hava skrivað øllum
politikarum
bræv,
har
tey átala framferðina hjá
mentamálaráðnum.
Ein nýggj lóg er gjørd
um
heilsuútbúgvingar
í samstarvi við Heilsu
hjálparafelagið og onnur
fakfólk á økinum og eftir
henni skal útbúgvingin
sum heilsuhjálpari vera
ein beinleiðis yrkisførleika
gevandi útbúgving.
Men nú mentamálaráðið
er farið at orða kunn
gerðir í sambandi við
útbúgvingarnar, er Heilsu
hjálparafelagið
komið
eftir, at nú er ætlanin, at
útbúgvingin skal vera ein
støðisútbúgving.
Tað var ikki ætlanin og tí
rópa tey nú varskó.
Ongin broyting
Og tað er heldur ikki
ætlanin, staðfestir lands
stýrismaðurin, Jógvan á
Lakjuni.
Hann harmast um, at
hendan støðan er íkomin, tí
nýggja lógin varð smíðað í
bestu semju og tað er heilt
avgjørt ein misskiljing, at
ætlanin nú er at redusera
útbúgvingina til at verða
eina støðisútbúgving.
Fyri at rudda allan iva
av vegnum, fer lands
stýrismaðurin nú at kalla
Heilsuhjálparafelagið
til fundar fyri at greiða
teimum frá støðuni og fyri
at hoyra teirra sjónarmið
og fyri at sleppa undan
misskiljingum, sum eru
íkomnar.
– Eg havi ikki havt ánilsi
av, at nakar trupulleiki
var, men tað er heilt
avgjørt, at útbúgvingin
framyvir
eisini
verður
akkurát
líka
beinleiðis
yrkisførleikagevandi, sum
hon altíð hevur verið.
Hann sigur, at arbeiðið
at gera kunngerðir um
útbúgvingar, er byrjað, men
tað er langt ífrá liðugt.
– At vit hava kallað tað
støðisár, skal ikki uppfatast
sum tað, at tað ikki er
yrkisførleikagevandi. Tað
liggur ikki annað í tí,
enn at talan er um eina
grundútbúgving.
– Men eg skal so standa
inni fyri, at hon verður
akkurát líka førleikagev
andi, sum hon hevur verið,
sigur Jógvan á Lakjuni.
– Eitt mistak í
almennu umsitingini
hevur ført við sær,
at landskassin er
komin undir eina
milliónaupphædd í
endurgjaldi. Tí skal
málið endavendast
fyri at fáa fulla greiði
á, hví tað endaði so
galið og hvør hevur
skyldina, sigur
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður og
formaður í lands
stýrismálanevndini
Jógvan S
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jógvan
S
í
Klaksvík,
sleppur ikki at doyggja í
syndini!
Tað ætlar Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður og formaður
í landsstýrismálanevndini
at syrgja fyri.
Hann er nú farin at kanna
eftir, hvussu málið skal
grípast ann.
Tað einasta, sum er vist,
er, at hann fer at reisa málið
í Løgtinginum, nú tað fer til
arbeiðis aftur í heyst.
Hann er bara ikki komin
til nakra niðurstøðu enn
um, hvussu tað er rættast at
fara fram.
Jógvan S er tiltikna
línuskipi í Klaksvík, sum
fyrst fekk játtað fiskiloyvi,
men síðani misti tað aftur,
tí niðurstøðan var, at tað
var ólógligt at tað geva tí
fiskiloyvi.
Av tí, at skipið hevði
fingið fiskiloyvi, men at
tað síðani varð tikið aftur,
var
beinanvegin
greitt,
at landskassin fór at fáa
endurgjaldskrav.
Og tað fekk hann eisini.
Landsstýrið
viðurkendi
somuleiðis,
at
reiðarin
hevði rætt til endurgjald.
– Fyribils hevur lands
kassin goldið góðar tríggjar
milliónir í endurgjaldi,
rentum og øðrum kostnaði
sigur Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður og formaður
í landsstýrismálanevndini.
Men málið er skotið inn
fyri landsrættin, so enn er
ikki greitt, hvussu stórt
tað endaliga endurgjaldið
verður.
– Fíggjarnevndin játtaði
endugjaldið upp á góðar
tríggjar
milliónir
uttan
nakra sum helst viðgerð, tí
støðan hjá nevndini var, at
dómsvaldið hevur talað og
tað kann nevndin ikki seta
spurnartekin við, sigur Kári
P. Højgaard, sum eisini er
limur í fíggjarnevndini.
Skal standa til svars
Men hann fer ikki at lata
tey, sum hava skyldina av
hesum, sleppa so lætt.
– Hóast vit ikki kenna
endaligu
upphæddina,
er í øllum førum greitt,
at landskassin er komið
undir endurgjald og tí
skylda vit løgtinginum og
almenninginum, at málið
verður lýst út í æsir, sigur
løgtingsmaðurin.
– Talan er um almennan
penging, so vit hava skyldu
til at lýsa málið út í æsir.
Hann vísir eisini á, at nú
málið er skotið inn fyri
landsrættin, er vandi fyri,
at upphøddin verður enn
størri.
Hann sigur, at tá ið
spurningurin um fiskiloyv
ið hjá Jógvan S var til
umrøðu
í
samgonguni,
gjørdi hann púra greitt, at
vísti tað seg, at avgerðin at
taka loyvið aftur, var skeiv,
so at landskassin kom
undir endurgjald, fór hann
at krevja, at onkur stóð til
svars fyri tí.
Og tað standi eg við,
sigur hann.
Men fyrsta stigið er at
fáa fult gjøgnumskygnið í,
hvussu hetta kundi henda.
– Tað er neyðugt at lýsa
málið út í æsir, so at vit
fáa staðfest, hví tað gekk
so galið og, hvør hevur
skyldina.
Hann vil tí hava tað lýst
út í æsir um tað var rætt at
Fiskimálaráðið upprunaliga
gav Jógvan S fiskiloyvi.
Hann vil eisini hava
lýst út í æsir, um lands
stýrimálanevndin
hevði
grein í sínum máli, tá ið
hon kom til ta niðurstøðu,
at tað var ólógligt at geva
skipinum fiskiloyvi.
Og hann vil somuleiðis
hava lýst út í æsir um
tað var rætt at krevja,
at
Fiskimáalaráðið
tók
fiskiloyvið aftur við teirri
avleiðing, at tað varð tikið
aftur.
– Her eru nógvir heilt
prinsipiellir
spurningar,
sum eiga at verða lýstir
út í æsir. Hetta málið
hevur fyribils kostað lands
kassanum góðar tríggjar
milliónir tí mugu vit hava
tað lýst til fulnar, sigur
hann.
Ikki minst vísir hann á,
at Landsstýrismálanevndin
kom til ta niðurstøðu, at
tað var ólógligt, at geva
Jógvan S. Fiskiloyvið og
ein prinsipiellur spurningur
í hesum sambandi er, um
hetta skakar álitið á tann
myndugleika, sum nevndin
hevur.
Spurningurin
er
nú,
hvussu tað kann gerast og
tað er hann nú í ferð við at
fyrireika.
Hann sigur, at ein máti
kundi verið at reist ein
skrivligan
fyrispurning
í Løgtinginum til lands
stýrismannin fyri at fáa
Fiskimálaráðið at lýsa málið
frá teirra sjónarhorni.
Tá tað svarið er komið,
kann støða verða tikin
til, hvussu farast skal víð
ari fram, sigur Kári P.
Højgaard.
Vil ikki lata Jógvan S doyggja í syndini
Landsstýrismaðurin lovar
at ongar broytingar verða
Landskassin hevur mist milliónir í hesi gøluni og tað má onkur standa til svars fyri, sigur Kári P. Høgaard, løgtingsmaður. Og hann
ætlar sær nú at syrgja fyri, at full greiða fæst á, hvør hevur skyldina av hesi gøluni
– Vit ætla at broyta útbúgvingina til heilsuhjálpara, men eg skal
standa inni fyri, at í framtíðini verður hon ikki minni verd, enn
hon er nú, staðfestir landsstýrismaðurin í mentamálum