Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 176 - 13. september 2006 tíðindi Hjartafelagið skipar fyri almennum fyrilestrum og heils­ u­kann­ing í Kelduni í Skálafirði 15. og 16. sep­tember 2006. hjartalfelagið Stóra árliga kunningar- og kanningarátakið hjá Hjart­ a­felagnum verð­ur í ár í Keld­uni í Skálafirði tann 15. og 16. september. Hjartafelagið hevur sein­ astu 18 árini á nærum hvørj­ um ári skipað fyri stór­um á­tak­ið við fyrilestrum og kanning av fólki yms­a­ staðni í Føroy­um. Til­tøkini hava fingið sera góða und­ ir­tøku allastaðni, har fel­ agið hevur verið. So­leið­is hevur felagið gjøgnum hesi árini kannað fleiri enn 7.000 fólk. Tá tiltakið var í Havn í 2005, møttu 936 fólk til kanningar (2003 í Klaks­ vík: 435 fólk). Seinast fel­ ag­ið var í Eysturoy var í 1999 á  Glyvrum, tá blivu 678 fólk kannaði. Ætlanin er so í ár at hava tiltakið í nýggju hølunum hjá sam­kom­uni Kelduni í Skálafirði. Tiltakið fevnir um 2 dagar: Fríggjadagin 15. sept. kl. 19.00 verða tríggir fyr­ i­lestrar: Svanna Hanusardóttir, ítrott­ar­lærari, greiðir frá um íðk­an og um týdn­ ing­in, kropsrørðsla he­v­ur fyri heils­u­na. Elis­­a­­beth Akursmørk, øko­ n­o­ma, um heilsugóðan kost. H­e­ð­in Thomsen, yvir­ lækni, um hjartasjúku og við­gerð/fyri­byrg­ ing av hjarta­sjúku. H­ø­v­­­­ið verður at spyrja fyr­ i­­lestr­­a­r­hald­ararnar. Leygardagin 16. sept. frá kl. 9.00 til kl. 17.00 er opið hús. Øll er vælkomin leyg­ar­dag­ in at lata seg kanna. Høvi verður at fáa blóðtrýst, hædd -vekt (BMI), kol­e­s­t­e­rol og blóðsukur mát­ að. Eitt lítið spurnarblað verð­ur at útfylla. Ym­iskt kunningartilfar verð­ur til taks, og fólk frá hjartafelganum svara spurningum. Fyrilestrar, kunn­ing­ar­ til­far, blóðtrýstmáting og BMI-máting er ókeypis. Blóð­royndin (kolesterol/ blóð­sukur) kostar 50 kr. Hjartafelagið metir, at tað er sera týdningarmikið fyri fólkaheilsuna, at øll vita, hvat teirra blóðtrýst er, so at tey kunnu koma í viðgerð, um trýstið vís­ ir seg at vera ov høgt. Eisini eiga øll at vita, hvat teirra kolesterolvirði og blóðsukur er og setast í viðgerð, um hesi eru ov høg. Fel­ag­ið vónar tí, at nógv fara at møta til til­t­ak­ið 15. og 16. sept. Meira fæst at vita um hjart­ a­fel­ag­ið á heimasíðuni: www.hjartafelag.fo Hjartafelagið: Heilsukanning í Kelduni 839.652 almennar kró­nur eru higartil farn­ar til lønir og húsa­leigu til Ser­dag­ stovn­in á Argjum, hó­­ ast stovn­urin als ikki er farin at virka enn. Í vikuni fóru hand­ verk­­arar undir at seta hús­ini í stand, enn eru ongi børn ávíst til stovn­in, og leiðarin, sum varð sett­ur 1. febr­uar, er farin í ann­ að starv Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Tal­an er um eina sam­an­renn­ ing av óhepnum hend­ing­um, sum seinkaði stovninum, sig­ ur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, sum hevði ætlað, at stovn­ur­ in skuldi latið upp 1. mai. Stovnurin til børn und­ ir skúlaaldri við álv­ar­ lig­­um atferða- og til­knýt­ ing­­ar­­trup­ul­leik­um hevur nú verið á­leið­is í meiri enn tvey ár. 1. febr­uar í ár var Hans Mourits Fold­ bo, sálarfrøðingur, settur í fast starv sum leiðari fyri stovnin, og var tað hansara uppgáva at finna hóskandi hús og at seta starvsfólk til stovnin. 1. mai vóru fimm starv­s­ fólk sett í starv og nú, fimm mánaðir seinni, er húsið, har stovnurin skal húsast, fram­vegis eitt byggipláss, og starvsfólk eru ørkymlað, tí tey sleppa ikki til verka. Men hvønn mánað hava øll fing­ið løn, og húsaleigan hevur verið goldin. Nú er leið­arin farin í annað starv, og eitt av starvsfólkunum hevur sagt seg úr starvi. Er ovfarin av tilgongdini Eitt av starvsfólkunum sigur, at hon er ikki sørt skakað av, at so drúgv tíð gongur, frá tí, at tey eru sett í starv, til tey sleppa í gongd. - Eg havi starvast í øðrum samanhangum, eisini í øðr­ um londum, og eg øtist yv­ir, at tað gongur so long tíð, sigur starvsfólkið, sum ikki ynskir at vera nevnd, av ótta fyri at koma í ringt ljós hjá myndugleikunum. - Hondverkararnir fóru til verka í gjár og har er nógv, sum skal gerast í húsinum. Eitt nú skulu allar veggja- og loftsplátur skiftast út við brunatrygt tilf­ar, og kjall­ arin skal brun­a­tryggj­ast, sigur viðkomandi, sum eis­ ini greiðir frá, at tey fóru ágrýtin til verka fyrstu tíð­ ina. - Fyrstu vikurnar hitt­ ust vit javnan. Orðaðu end­a­mál fyri stovnin og gjørdu virksemisætlan. Eis­ ini vóru vit á skeiði og á kunningarferð í Danmark og síðani hava vit verið heima og lisið og lisið, men eg má viðganga, at nú er luftin farin úr ballónini, at tað er ikki stuttligt longur at ganga heima og loysa krossorðagátur, sigur hon. Og hon vísir á, at hon nú er biðin um at taka nakrar vaktir á einum øðrum stovni í býnum síðst í september, men annars einki hevur gjørt síðani einaferð í juli mán­aði. - Eg kenni meg í roynd og veru rættiliga ørkymlaða, tí ætlanin var, at vit skuldu hava móttøku fyrst í juni, og vit høvdu stungið út í kortið ætlanir fyri komandi vikurnar. Men so dró málið um húsini út, og vit kenna okkum vónsvikin yvir, ikki at sleppa til verka, sigur starvsfólkið, sum eisini vil vera við, at mannagongdin at seta stovnin á stovn hevur ver­ið umvend av tí, sum hon kundi hugsað sær - Fyrst seta tey leiðara, síðani starvsfólk, hareftir koma húsini og at enda verða børnini funnin. Haldi, at tað átti at verið umvent, hó­ast tað sjálvsagt er neyð­ ugt, at leiðarin verður sett­ur rættiliga tíðliga í til­gongd­ ini. Óheppin samanfall Petra Johnsdóttir Jo­en­sen, sum er stjóri á Alm­anna­ stov­uni, hevur ábyrgdina fyri stovninum. Vit spyrja hana, um hon ikki kundi hugsað sær, at tilgongdin var øðrvísi skipað, so húsini til stovnin vóru klár, áðrenn søkt varð eftir starvsfólki? - Talan er um óheppin Fáa løn fyri at ganga Hesi húsini á Argjum, verða framyvir karmur um Serdagsstovnin fyri børn við álv­ar­lig­­um atferða- og til­knýt­ing­­ar­­trup­ul­leik­um Mynd: Jens Kristian Vang Lena og Høgni í Cafe Kino Í summar var amerikumaðurin Bret Perkins í Føroyum fyri Dansk Artistforbund. Hann var á tveimum sýnisglugga konsertum í Kagganum, umframt at hann vitjaði G!Festivalin. Í kvøld sæst fyrsta úrslitið av vitjanini tá Høgni Lisberg og Lena Anderssen luttaka á Song­writ­ers In The Round í Cafe Kino á Amager. Lena, Høgni, Roar Amundsen, Jimmy Andersen og Josefina Sanner luttaka á tilt­aki­num, ið hevur Brett Perkins sum vert. Tey lova eitt akkustiskt kvøld, ið verður intimt, aft­ur­lítandi og stuttligt. Bret Perkins segði í summar við planet.fo, at tað at skapa netverk í tónleikaídnaðinum er ómetaliga týdningarmikið. Bret Perkins skipar seinni í ár fyri tónleikaverkstaði í Føroyum. Talan er um sonevnda sam­skriving, ið Bret Perkins metir vera ein tann besta møguleikan fyri at skapa netverk inn­an tónleikaheimin. Her verður talan um verkstað, har eini 8 føroyskir sangskrivarar skulu skriva løg saman við 8 donskum sangskrivarum, og eisini møguliga sangskrivarum úr øðrum londum. Skeiðið er fingið í lag í samstarvi við Norðurlandahúsið, Dansk Art­ist­for­bund og FUT. Hetta gevur tónleikarunum møguleika fyri at skapa sær netverk, og at fáa íblástur frá hvør øðrum. Hetta hevur Bret Perkins gjørt við nógvum tónleikarum, og hann hevur somu­leiðis ført nógvar sangskrivarar saman, t.d. er lagið Josephine hjá Teituri Lassen eitt úrs­lit av samskriving, ið Bret Perkins hevur lagt til rættis. Konsertin í CafeKino á Øresundsvej 6 verður í kvøld klokkan 21. Hurðarnar lata upp klokk­an 20. Les meira um hetta á www.cafekino.dk og www. brettperkinspresents.com.