Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 13. september 2006 7 tíðindi sam­an­fall av hendingum, sum vit ikki hava verið harr­ar yvir og tískil ikki kundu fyribyrgja. Í fyrsta lagi gekk long tíð at fáa leig­u­sáttmálan góðkendan, og í øðrum lagi hevur verið torført at fáa hendur á hond­ verk­a­r­um, sum skulu um­væla húsini og skipa fyri, at tey eru egnað til stovn, sig­ur Petra Johnsdóttir Jo­ensen. Hon sipar til, at tað er Fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenn a allar leig­u­ sáttmálar hjá tí almenn a. - Upprunaliga miðaðu vit eftir at koma inn og at koma til verka tann 1. mai, og tí vóru starvsfólkini eisini sett til 1. mai. Vit sendu leigusáttmálan til góð­kenn­ingar 7. mars, og hann varð ikki und­ ir­skriv­að­ ur fyrr enn 12. juni, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum eisini greiðir frá, at tað bar ikki til at fara at bjóða umvælingararbeiðið út, fyrr enn leigusáttmálin varð undirskrivaður. - Men sum kunn ugt er tað tor­ført at fáa hondverkarar, og ikki minst nú vit nærk­ að­ust summ arfrítíðini, var tað nærum ógjørligt, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Kom dátt við Tað hevur mangan ver­ið funn ist at, at Fíggj­ar­mál­a­ ráð­ið nýtir nógva tíð til at góðkenn a leigusáttmálar hjá tí almenn a. Hvussu kundi tað koma óvart á hjá tykkum? - Vit vistu, at tað kann taka nakað av tíð, men vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at taka so langa tíð, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Men starvsfólkini vórðu sett í starv, hóast leig­u­sátt­ málin ikki var komin uppá pláss. Sambært okkara upp­ lýs­ing­ um, hava tey nærum gingið fyri onki í skjótt fimm mánaðir. Hvørja við­ merk­ing hevur tú til tað? spyrja vit stjóran á Alm­ anna­ stovuni. - Starvsfólkini hava ikki bara gingið fyri onki. Tey hava vikarierað á líknandi stovnum í býnum, tá tørvur hevur verið á tí, og leiðarin hevur heldur ikki gingið fyri onki, sigur Petra Johns­ dóttir Joensen. Og hon grei­ð­ir frá, at higartil og sep­temb­ er mánað út, er av­tala gjørd við ann an stovn um, at starvsfólkið á Serdagstovninum hava fast­ar vaktir, sum svara til ein­ar 300 tímar, umframt at av­tala er gjørd um møguliga at taka fleiri vaktir, um á stendur. Hetta svarar til, at hvørt starvsfólkið vikarierar í eina góða viku í tíðarskeiðnum 1. mai til 1. oktober. - Í samband við leiðaran, so meta vit, at tað hevur týdning, at hann er við til at velja húsini, og at við­ komandi er við til at seta starvsfólk. Hann hevur eis­­ini havt aðrar uppgávur inn­an serøkið hesar mán­ að­ir­nar, eitt nú hava vit á Al­mann astovuni brúkt hann til ráðgeva, millum ann­að í samband við, at eg havi fund við leiðararnar av serstovnunum hjá landinum eina ferð um mánaðin. Tá hevur hann lagt mær lag á áðrenn fundirnar, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum nú fyribils hevur sett eitt av starvsfólkunum sum leiðara, og ikki sigur seg hava ætlanir um at søkja eftir nýggjum leiðara, fyrr enn stovnurin er komin inn í húsini. Ein óheppin byrjan Og Petra sigur, at hon í tilgongdini hevur lært, at tað er trupult at stovna slík­ an stovn, og at tað er drúgv­ ari enn hon hevði ímyndað sær. - Vit valdu at leggja ar­beið­ið soleiðis til rættis, men vit kundu sjálvsagt eis­ ini valt øðrvísi, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum tó viðgongur, at hetta er ikki ein góð byrjan, hvørki fyri starvsfólkini ella fíggj­ ar­liga. - Eg eri fullgreið yvir, at hetta er óheppið fyri all­ar partar. Eg meini fram­hald­ andi, at leiðarin skal setast fyrst, men viðvíkjandi starvs­fólk­u­num ivist eg í, um tað hevði borið til at gjørt øðrvísi. Tí vit skulu eisini hugsa um, at tá vit upp­ run­a­liga ætlaðu, at leigu­sátt­ málin skuldi verið góð­kend­ ur og stovnurin verið liðugt umvældur til 1. mai, so var tað ikki ov tíðliga at søkja eftir starvsfólki í februar, so tey kundu fáa tíð at siga upp aðrastaðni og síðani at koma í starv hjá okkum 1. mai. So setanartilgongdin er eisini tíðarkrevjandi, og um vit ikki søktu eftir fólki fyrr enn leigusáttmálin var undirskrivaður 12. juni, so høvdu vit ikki fingið fólk í starv fyrr enn 1. september. So hetta var eitt val, har vit tóku støðu í upprunaligu ætlanini at vera til reiðar við stovninum 1.mai, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum nú roknar við, at tey kunn u flyta inn í húsini 1. oktober. Og hon váttar, at enn eru ongi børn ávíst til stovnin, har pláss verður fyri 9 børnum, og har børn kunn u koma til umlætting eisini. heima Serstovnurin á Argjum kemur í kjalarvørrinum av, at tað kom alment fram, at eitt barn undir skúlaaldri við álvarligum atferða- og tilknýtingartrupulleikum mátti av landinum fyri at fáa eitt nøktandi tilboð. Síðani var semja um, at trupulleikin hjá hesum børnum verður best loystur við at skipa ein serdagstovn, har hesi børn skulu innskrivast fyri eitt styttri ella longri tíðarskeið. Í tilknýti til serdagstovnin, skal eisini vera eitt samdøgurstilboð. FAKTA Vanlig við­ gerð­artíð Sambært Fíggj­ar­mál­­ a­­ráð­­num er tað ikki óvanligt, at við­gerð­ ar­tíð­in kann vera í so drúgv til tíðir. - Hetta vita bæði ráð og stovnar hjá tí almenn a, tí tey senda allar sáttmálar higar til góðkenn ingar. Tað eru rættiliga nógvar treytir, sum skulu uppfyllast, fyrr enn tað almenn a játtar at leiga frá privatum, og tað er ein meting frá ferð til ferð. Í hesum ávísa førinum fingu vit umsóknina til við­gerðar tann 29. mars og hon fór hiðani undirskrivað tann 6. juni, verður sagt úr Fíggjarmálaráðnum. Og víst verður á, at gongd hev­ur verið á málinum alla tíðina, men at tað hev­ur seinkað viðgerðini, at ávísar ásetingar í leig­u­ sátt­mál­a­num hava verið av slíkum slag, sum tað almenn a ikki kann góðtaka. Verða send til arbeiðis Eftir at Sosialurin prátaði við stjóran á Almann astovuni, vórðu tey fýra starvsfólkini, sum eru eftir á stovninum, kallað inn til fundar. Har var ein ætlan løgd fyri tey at taka Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, sigur seg vænta, at stovnurin kann flyta inn í umvældu húsini á Arjgum 1. oktober Mynd: Jens Kristian Vang Gallup: Tjóðveldisflokkurin størstur Gallup Føroyar hevur í døgunum 26. - 29. august gjørt eina veljarakann ing fyri Tjóð­veld­ is­flok­kin. Kann ingin vísir, at Tjóðveldisflokkurin hevði verið nógv størsti flokkurin á tingi við 27% í mun 21,7% á valinum í 2004. Næststørstur hevði verið Sabandsflokkurin við 23,2% í mun til 23,7% seinast. Fólk­a­ flokk­ur­in og Javnaðarflokkurin høvdu ligið stavn um stavn við ávikavist 20,9% (seinast 20,6) og 20,6% (seinast 21,8). Sjálvstýrisflokkurin hevði fingið 2,6% í mun til 4,6 seinast, og Miðflokkurin hevði fingið 5,7% í mun til 4,2% seinast. Einasta broyting í tingmann abýtinum hevði verið, at Tjóðveldisflokkurin fekk eitt umboð afturat á ting, meðan Sjálvstýrisflokkurin hevið mist sítt einasta umboð á tingi. Javnvágin millum samgongu og andstøðu hevði tí verið tann sama. A B C D E H