mikudagur 13. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 176 - 13. september 2006
tíðindi
Stríðið hjá portørunum
at gerast partur av
Starvsmannafelagnum
hevur nú ført við sær,
at 48 portørar hava
meldað seg úr Havnar
Arbeiðsmannafelag
frá 1. oktobur. Lands
stýrismaðurin í
fíggjarmálum, Bárður
Nielsen, er gjørdur
varugur við, at teir
vilja gerast limir í
Starvsmannafelagnum
FAKFELAGSSKIFTI
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í gjár handaði ein bólkur
av portørum Bárði Niel
sen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum
og
Hans
Joensen, formanni í Føroya
Arbeiðsmannafelag
eitt
skriv við undirskriftum
frá 48 portørum um, at
teir melda seg úr Havnar
Arbeiðsmannafelag (HA)
frá 1. oktobur. Teir gera
greitt, at teir ynskja at
gerast limir í Starvsmanna
felagnum.
Formaður í bólkinum,
sum varð stovnaður eftir
eina atkvøðugreiðslu fyri
trimum mánaðum síðani, er
Gunnar Hjelm.
- Fyri trimum mánaðum
síðani høvdu vit eina atkvøðu
greiðslu, sum greitt vísti, at
meirilutin vil gerast limur í
Starvsmannafelagnum. Vit
føla, at vit eru feilplaseraðir
í HA, sum er fyri ófaklærd
arbeiðsfólk, tí at vit eru
faklærdir. Vit fáa ikki nóg
góðar sømdir í HA, sigur
hann.
Hava rætt at velja
Portørarnir hava í tríggj
ar mánaðir arbeitt við at
gerast partur av Starvs
mannafelagnum. Nú hava
teir so tikið tað stóra stigið
at melda seg úr Havnar
Arbeiðsmannafelag.
- Vit hava rætt til sjálvir at
velja, hvørjum fakfelag vit
vilja vera í, sigur Gunnar
Hjelm
Lønardeildin hevur ikki
gingið áheitanunum frá
portørunum á møti um
at koma á fund við teir,
Starvsmannafelagið
og
Havnar Arbeiðsmannafe
lag.
- Vit hava tríggjar ferð
ir vent okkum til lønar
deildina hjá fíggjarmála
ráðnum
og
biðið
um
samráðingar millum okk
um, lønardeildina og Starvs
mannafelagið, men teir hava
ikki verið sinnaðir til tað, tí
at teir eru í samráðingum
við HA, sigur Gunnar.
Bíða eftir fundi
- Tá ið ein ósemja er, mugu
partarnir seta seg niður at
tosa um trupulleikarnar.
Annars verður ósemjan ikki
loyst. Ti bjóða vit hervið
landsstýrismanninum
á fund við okkum, sigur
Gunnar Hjelm.
Nú bíða teir einans eftir,
at lønardeildin vil koma
á fund við teir, so at teir
kunnu hoyrast. Lønardeildin
má góðkenna ein sáttmála
millum partarnar, tí at
annars kunnnu teir einans
gerast óvirknir limir í
Starvsmannafelagnum. 48
portørar skrivaðu undir,
meðan 8 ikki hava skrivað
undir.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
harmast um, at
portørarnir melda seg
úr felagnum. Hann
sigur seg ikki skilja
grundgevingarnar
til at skifta fakfelag.
- Teir fáa ikki betri
sømdir aðrastaðni,
sigur hann
FAKFELAGSSKIFTI
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag
(HA) hevur fingið boðini
frá portørunum um, at teir
melda seg úr felagnum
frá 1. oktobur at rokna.
Hann skilir tó ikki heilt
grundgevingarnar
hjá
portørunum:
- Sum eg skilji tað,
eru teir ikki nøgdir við
tær lønartreytirnar, sum
teir fáa í HA. Teir meta,
at teir fáa betri sømdir í
Starvsmannafelagnum,
men hetta er ikki rætt. Eg
rokni ikki við, at teir fáa
betri sømdir har.
Faklærdur - líka mikið
Portørarnir vísa á, at teir
eru faklærdir, og tí eiga teir
at vera við í einum fakfelag
fyri faklærd.
- Tað er ikki avgerðandi,
um limirnir eru faklærdir
ella ikki. Tað er helst
eisini onkur limur í Starvs
mannafelagnum, sum er
ófaklærdur, sigur Hans
Hans harmast, at portør
arnir hava tikið hesa avgerð,
men hann viðurkennir, at
teir hava rætt til tað.
- HA kann ikki nokta
teimum at fara. Vit kunnu
ikki noyða nakran at vera
lim í okkara fakfelag. Men
økið hevur hoyrt til HA
síðani 60´ini, so tað er ikki
nakað, sum vit uttan víðari
vilja geva frá okkum, sigur
hann.
Átta portørar eftir
Teir átta portørarnir, sum
ikki hava skrivað undir,
halda fram sum limir í HA.
HA ætlar sær ikki at
fara á fund við Starvs
mannafelagið, og teir hava
ongantíð fingið fundarboð
frá portørunum um hetta
málið.
-
Starvsmannafelagið
sendi okkum fundarboð, og
teir fingu svar frá okkum.
Vit vilja ikki fara á ein fund
við Starvsmannafelagið, tí
at vit hava einki at tosa um.
Portørarnir hava ongantíð
sett seg í samband við
okkum í hesum málinum.
Nú hava teir so brádliga
savna inn undirskriftir og
tikið hetta ógvusliga stigið,
staðfestir Hans Joensen at
enda.
Býráðið í Havn
hevur keypt eina
trøð Yviri við
Strond. Har er
ætlanin at byggja
høli, sum skal rúma
alternativa ansing,
sum skal hjálpa
teimum eldru at
gerast virkin partur
av samfelagnum.
Býráðið fer eisini at
gera eldraíbúðir í
Óðinshædd
ELDRAØKIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Býráðið í Havn hevur keypt
eina trøð Yviri við Strond,
sum eftir ætlan skal nýtast
til at byggja eitt høli,
sum skal vera sambýli,
røktar- og ellisheim í
einum. Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn greiðir
frá, at tað er stórur tørvur
á
ansingarplássum
til
gomul.
- Tørvurin verður ikki
nøktaður sum er, og tí
vóna vit, at hendan loysnin
kann gerast veruleiki sum
skjótast. Vit hava ikki havt
málið til politiska viðgerð,
men
vit
hava
keypt
grundstykkið, og vónandi
fara teir skjótt at byrja
at byggja, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Alternativ ansing
Katrin Dahl Jakobsen er
forkvinna í sosialu nevnd
í býráðnum. Hon greiðir
nærri frá ætlanunum Yviri
við Strond:
- Vit hava verið á kunn
ingarferð í Danmark, har
ið vit sóu nøkur dømi
um alternativa ansing. Í
Føroyum verður altíð tosa
um at byggja røktarheim
ella sambýli ella ellisheim.
Loysnin, sum vit arbeiða
við, er ein samansjóðing
av øllum. Endamálið er,
at tey eldru kunnu í størri
mun gerast ein partur av
samfelagnum.
- Fleiri eldri fólk eru før
fyri at gera nógv, hóast
tey hava tørv á røkt. Á
nýggja økinum fara tey
at fáa møguleika at gerast
virkin í samfelagnum,
og tey kunnu eisini fáa
vitjunartænastu. Á henda
hátt kunnu vit á besta hátt
nýta okkara tilfeingi, sigur
Katrin Dahl Jakobsen.
Sosiala nevnd hevur
fingið ráðgeving frá Torben
Nilsen, sum eisini er ES
ráðgevi innan menning av
teimum gomlu. Tí halda
tey, at tey hava funnið eina
góða loysn við nýggju
alternativu ansingini.
Eldraíbúðir í
Óðinshædd
Býráðið hevur eisini ítøki
ligar ætlanir um at gera
eldraíbúðir í Óðinshædd.
- Tað verða gjørd 10
hús við tveimum íbúð
um
í
hvørjum
húsi.
Soleiðis verða 20 pláss
afturat, sigur Katrin Dahl
Jakobsen.
Tey eldru kunnu tí
vænta, at stóri tørvurin
á eldraíbúðum og ansing
arplássum verður nøktaður
til eitt vist í nærmastu
framtíð.
Alternativ
ansing í Havn
- Fleiri eldri fólk eru før
fyri at gera nógv, hóast tey
hava tørv á røkt. Á nýggja
økinum fara tey at fáa
møguleika at gerast virkin í
samfelagnum, og tey kunnu
eisini fáa vitjunartænastu,
sigur Katrin Dahl Jakobsen,
forkvinna í sosialu nevnd í
Tórshavnar Býráð.
48 portørar meldað seg úr
Havnar Arbeiðsmannafelag
Hans Joensen:
Portørarnir fáa ikki betri
sømdir aðrastaðni
Hesir tríggir handaðu
Bárði Nielsen
undirskriftirnar. 48
portørar hava skrivað
undir uppá, at teir
meldað seg úr Havnar
Arbeiðsmannafelag, og at
teir vilja gerast partur av
Starvsmannafelagnum.
Frá vinstru: Heri Petersen,
Gunnar Hjelm, formaður
í bólkinum fyri teir 48
portørarnar og Asbjørn
Knudsen. Í hondini hevur
Gunnar Hjelm skjalið við
undirskriftinum
Mynd: Heini S. Kristiansen