mikudagur 13. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 13. september 2006
9
tíðindi
Landsverk hevur sett
forboðsskelti fyri
ríðing upp á vegnum
úti í Havnadali,
og hetta harmast
reiðmenn um, tí
teinurin, sum nú er
bannaður at ríða á, er
ein tann mest brúkti
hjá reiðfólki
RÍÐING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hevur
eitt forboðsskelti staðið
á vegnum út til Norðasta
Horn. Eitt forboðsskelti, sum
vanligi bilførarin kanska
ikki leggur so nógv í, men
eitt forboðsskelti, sum hevur
fingið sinni í kók hjá nógvum
reiðfólki í Havnini.
Skeltið ger tað nevniliga
ólógligt hjá reiðfólki at
ríða eitt strekki frá vegnum
í Havnadali og niðan á
Velbastaðsháls. Eitt strekki
upp á 1,2 kilometur.
Fyri nógvum árum síðani
var ein breyt framvið hesum
vegnum, men hon hvarv tá
vegurin varð breiðkaður. Og
hesi breyt hevur stórur saknur
verið í síðani. Men reiðfólk
hava higartil lati sær lynda,
men tá forboðsskeltið kom
upp í farnu viku, gjørdist tað
teimum ovboðið.
- Hatta strekki er partur
av túrinum, vit brúka mest,
og nú er vegurin so stongur
fyri okkara viðkomandi, og
vit sleppa ikki út í hagan,
harmast Leif Berg, sum
eigur og rekur Berg-Hestar.
Leif Berg veit ikki um
nakra frágreiðing frá nøkr
um, hví hetta skeltið nú er
komið upp at standa. Og
hann undrast eisini stórliga
á, at skeltið nú er sett upp.
- Vit hava riðið har í nógv
nógv ár, og tí halda vit tað
vera rættiliga undarligt, at
eitt skeltið nú verður sett upp,
sigur Leif Berg, sum eftirlýsir
teimum tað, Vinnumálaráðið
lovaði teimum fyri fleiri árum
síðani.
– Vit vóru á fundi við
Vinnumálaráðið og Bjarni
Djurholm fyri fleiri árum síð
ani, og har fingu vit lova, at gera
eina rás, sum vit kunnu nýta.
Tað hava vit ongantíð fingið,
og nú er so eitt forboðsskeltið
sett upp, og tað kann ikki vera
rætt, sigur Leif Berg, sum vil
hava forboðsskeltið niður
beinavegin.
– Vit høvdu vónað, at fólk
halda tað tey lovað. Tað er
ikki hent enn, men hetta
sum nú hendir kunnu vit ikki
góðtaka, sigur Leif Berg at
enda.
Sosialurin, Dimma
lætting, Vikublaðið
og Útvarpið hava øll
fingið hvør sína bót á
5000 krónur fyri brot
á rúsdrekkalógina, tá
teir í fjør høvdu lýsing
frá Hotel Føroyum
um ølfagna, sum fekk
10.000 krónur í bót
RÆTTARMÁL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Klokkan var illa nokk far
in av tíggju í morgun, tá
dómur fall í málinum, har
Sosialurin, Dimmalætting,
Vikublaðið og Útvarpið
eru skuldsett fyri brot á rús
drekkalógina.
Rættarmálið byrjaði klokk
an tíggju, og fáar minuttir
seinni varð dómur avsagdur
og alt var liðugt. Sosialurin,
Dimmalætting, Vikublaðið
og Útvarpið fingu øll hvør
sína bót á 5000 krónur. Har
aftrat verður hald lagd á lýs
ingarinntøkur hjá teimum
ákærdu.
Hjá Dimmalætting verður
hald lagt á 3.688,96 krónur,
Vikublaðnum
4.687,50
krónur, Útvarpinum 3082,50
og hjá Sosialinum verður
hald lagt á 1020 krónur.
Hotel Føroyar, sum skipaði
fyri tiltakinum, fjølmiðlarnir
lýstu við, fekk eina bót á
10.000 krónur.
Í nevndu lýsing stóð mill
um annað: “Føroya fyrst
ølfagnaður verður á Hotel
Føroyum fríggjakvøldið 16.
september kl. 19.00... Við í
prísinum er...Ølsmakking
við 25 sløgum av øli...
Ókeypis øl alla náttina...
Bert dansur og ókeypis øl
alla náttina fyri kr. 180,-
fyri hvønn”, samstundis var
eisini ein mynd av einum
ølglasi við onkrum í, og eis
ini vóru ølfløskur aftan fyri
í myndini.
Á sjálvum rættarfundinum
møtti stjórin fyri Dimmalætt
ing, Hjalgrím Samuelsen og
Jan Müller, stjóri á Sosial
inum, meðan umboð fyri hinar
boðar ákærdu fjølmiðlarnar
ikki vóru til staðar.
Tað vóru tveir
samdir blaðstjórar
Sosialurin fekk orðið
á eftir at dómur var
sagdur í rættinum
í morgun. Báðir
taka við dóminum,
men kortini undrast
teir yvir, at vit
ikki kunnu lýsa
við øli her, tá vit
dagliga síggja slíkar
lýsingar í útlendsku
fjølmiðlunum
RÆTTARMÁL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Blaðstjórin á Dimmalætting
og blaðstjórin á Sosialinum
vóru rættiliga samdir, tá vit
hittu teir eftir dystin, og taka
teir báðir við dóminum.
– Við hesum dóminum er
tað staðfest, at vit eisini hava
eina medábyrgd. Tað er fínt
og tað taka vit til eftirtektar,
segði stjórin á Dimmu,
Hjalgrím Samuelsen.
Jan Müller, blaðstjóri á
Sosialinum, segði seg bara
vera samdan við Hjalgrím
Samuelsen, men hann
undraðist kortini á, at tað
ikki ber til at lýsa við øl ella
víni í dagsins Føroyum.
– Eg haldi tað er undarligt,
at føroysk bløð við einum
veikum fíggjarligum grund
arlagi, ikki kunnu lýsa við
slíkum, tá lýsingar av øl
og víni dagliga floyma
yvir føroyingar í teimum
útlendsku avísunum, viku
bløðunum og útlendsku
sjónvarpsrásunum, segði
Jan Müller uttan fyri Føroya
Rætt í morgun.
Miðlarnir 5000 kr.
í bót fyri øllýsing
Blaðstjórarnir báðir, Hjalgrím Samuelsen og Jan Müller, á veg úr Føroya Rætti í morgun, eftir
at Dimmalætting, Sosialurin, Vikublaðið og Útvarpið vóru dømd at rinda 5000 krónur í bót fyri
brot á rúsdrekkalógina
Mynd Jens Kristian Vang
Ongin ríðing í Havnadali
Blaðstjórar taka
við dóminum
Jan Müller og Hjalgrím Samuelsen taka báðir við dóm
inum, sum er ein bót upp á 5000 krónur, samstundis sum
teir undrast á, at tað ikki er loyvt at lýsa við øl í Føroyum
Mynd Jens Kr. Vang