Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 176 - 13. september 2006 Tað vóru kærkomin tíðindi, sum Útvarpið hevði at bera Føroya fólki í gjár. At tað nú gongur betri hjá fyritøkuni, og at ferðafólkatalið í ár er vaksið við einum triðingi sammett við í fjør. Nú kann ein spyrja, hví vit fegnast um, at tað gongur væl ella betri hjá eini einstakari fyritøku. Orsøkin er tann einfalda, at Smyril Line er okkara einasta sjóvegis ferðasamband við umheimin, og at hetta felag av mongum verður mett sum okkara nationala reiðarí – ja lokomotivið, tá tað umræður at menna eina føroyska ferðavinnu. Tí uttan Norrønu hevði verið soltið hjá teimum, sum reka ferðavinnu her á landi. Smyril Line er at meta sum ein brúgvabyggjari millum Føroyar og umheimin og sum føðir alt tað stóra ferðamannabaklandið her heima. Sjálvandi ber eisini til at ferðast til Føroya við flogfari , men tað í sær sjálvum er ikki nóg mikið, og tað nøktar so ikki allan tørvin. Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið trupult hjá Smyril Line nú í mong ár, serstakliga síðani, at Norrøna rendi á land. Men eisini í aðrar mátar hevur gingið skeiva vegin. Tað, sum varð mett at vera ein bjarging fyri felagið, nevniliga, at hetlendingar settu pengar í, skuldi vísa seg eisini at hava eina slagsíðu. Rutan til Hetlands gav ikki nokk. Manglandi inntøkurnar hava so gjørt, at umframt hetlendingar hava eisini fyritøkur og grunnar í Føroyum sæð seg noyddar at seta uppaftur fleiri pengar í fyritøkuna, nú somu longu høvdu sett í frammanundan. Heldur enn at missa sínar pengar og standa og hyggja at, meðan henda so týðandi inntøkukelda fyri Føroyar sum ferðamannaland fór niður við flagginum og glapp okkum av hondum, gjørdu íleggjararnir av at váða enn fleiri pengar. Hetta var eisini gjørt út frá tí stavnhaldi, at Norrøna er so grundleggjandi fyri ferðamannavinnuna sum heild. Nú síggja vit so tekin til, at íløgurnar hava ikki verið til fánýtis, men tað eru eisini góð og dugnalig fólk hjá fyritøkuni, sum hava megnað at vent gongdini. At víðka um sesongina, at sigla meira uppá Noreg og nú eisini at taka Skotland við í siglingina gerastøðuna betri og somuleiðis framtíðar útlitini. At taka Skotland við er uttan iva sera skilagott, tí tað fer at fáa bæði føroyingar og norðmenn at bíleggja sær ferðaseðlar við Norrønu. Vit kunnu bara ynskja tykkum hjá Smyril Line tillukku og góða eydnu. Sosialurin Smyril Line á rættkjøl Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar - Vit eiga ikki at nevna Visjón 2015 við einum orði, olju­av­gjaldið skal takast av. MVG á olju skal mink­ast ella burt­ur, og vekt­gjaldið á bilum skal lækkast. Hetta sigur Ger­ hard Logn­berg, løg­tings­ maður Javnaðarfloksins m. a.: Ja, vit vóru tríggir flokkar sum gjørdu samgongu, og var eg sjálvur spentur, hvussu fór at ganga, og haldi eg at gongdin hevur verði á eini leið. Í undanfarnu samgongu hoyrdist nógv um fullveldi, tosið var bara um tað, fyri ella ímóti, og vóru fólk troytt av hesum tosi. Prátið kvaldist, tá aðrir bollar komu í suppuna. Visjón 2015 var koyrd av bakkastokki, og sjálvsagt var eg sum samgongulimur við til at sjóseta hana. Landsstýrið setti visjóns­ bólkar, sjálvsagt við tí vón, at teir sovnaðu við visjónina, tí tað er tað teir eru best til. Men so var ikki, tí nógv­ ar leivdir eru frá undan­ farnum samgongum, av skriv­stovuveldinum sum manna stratigibólkarnar. Tað er ikki rætt at kalla teir parti­sanar, men.... So teir siga takk fyri seinast, uttan at bossarnir í samgonguni siga so nógv. Stratigibólkarnir seta dags­ordan. Teir hava visjóns­ torg. Sita har og fortelja hvørjum øðrum, hvussu man kann best sláa hondina av tí meiniga manninum. Onkur slær nevan í borið, so masjettknapparnir fúka upp undir armholurnar og sigur, at skatturin skal lækkast 4%. Síðani skal tann meinigi føroyingurin dragast eftir hárinum og skal brandskattast av øllum, helst eisini eidindómsskatt. Hesum fólkum, sum ikki unna tí meiniga føroy­ inginum tað svarta undan neglunum. Hjá teimum misseydnast eingin túrur, sum hjá sjó­ monnunum og verka­fólki, tey fáa kekkin óansæð um tey gera nakað ella onki. Hví koma tey ikki við for­sløg­um um at minka sína egnu løn ella eftir­løn­ ina hjá sær sjálvum ella hjá løgtingsmonnum, lands­ stýrismonnum o. s. f. Ella halda hesi fólk, at bara tey eru verd sína løn? Nei, mínir kæru sam­ gongu­limir. Latið okkum fáa hesi fólk til arbeiðis aftur, har tey gera nakað til nyttu, tí føra politikk skulu vit sjálvi gera, tað hevur fólkið valt okkum til - minnist til tað. Men eg var glaður at hoyra løgmann siga, at tað vóru politikkarar sum skuldu føra politikk. Sjálv­ ur helt eg partamannin ikki verða nóg sannførandi, tí mín góði vinur Jóannes Eidesgaard, tey fólk sum hoyra til arbeiðarastættina eru sjokkeraði av at hoyra hesi fólk innan fyri tað almenna, sum hava eina feita løn, eina feita eftirløn, helst ein bil og eru uttanlands so ofta teimum sýnist. Eg gleðist um, at lands­ stýris­mað­urin í inn­lendis­ málum segði, hvat hann ætlaði. Nei. Latið okkum sum settu hesa samgongu út í kortið fullføra verkið, so verður tað til gleði fyri borg­ ararnar, og latið okkum ikki nevna visjón 2015 við einum orði aftur, men føra okkara politikk. Oljuavgjaldið eiga vit at taka av. Mvg á oljuni minkast ella burtur, vekt­ gjaldið á bilum lækkast. Hetta er nakað, sum gagnar borgaranum, teimum sum ikki fáa so feitar lønir. Eg skal enda greinina við hesari yrkingini hjá M. S Viðstein: So føgur skyggir sól í líðir hon fargar hav og gyllir fjøll hon boðar: sigra skal umsíðir hin breiða mannafjøldin øll tá skal reyða frælsissólin branda á tindum og gløða í líð og ljós skal kveikjast vítt um landa tá fylkist fjøldin til sigrandi stríð. So upprann tann stóri dag­ ur, at Alma Frederiksen í Miðvági fylti 100 ár. Vit vóru omanfyri 250 fólk sum saman komu til hennara heiður á hesum stóra degi á Ellis og Avlamisheiminum í Miðvági. Ein stórur part­ ur av familjuni, sum býr í útlondunum, var heim­ komin til hetta høvi og alt var sera væl fyriskipa á Ellisheiminum av starvs­ fólkunum og teimum av­varð­andi. Nógvar talur vóru hildnar, og sjálvt føð­ ingardagsbarnið helt ein sera, sera góða talu, tað bestu.  Men har manglaði okk­ urt. Har manglaði Kring­ varp Føroya, tí hvørki SVF ella ÚF møttu upp! Og í tíðindasendingunum mánadagin vóru eingi tíð­ indi um Almu, tað megnar­ kvinnu, sum mestsum hvønn dag fylgir við í Út­varpi og Sjónvarpi, tí hon er nevniliga so birg enn. Men um Bush og hansara vavgreyt var ovmikið av tíð­ ind­um um, tað skuldi verða hansara dagur, eisini her hjá okkum.  Men í Miðvági og í Vág­um var tað dagurin hjá Almu, og um tit ikki “upp­dagaðu” tað, ja so gerst ikki við. Gud fyrigevi tykkum at tit heldur vilja síggja ræðusøgur enn sól­ skinssøgur, tær skorta jú ikki í fjølmiðlunum. Og Alma, ja hon fyrigevur tykkum helst eisini.  Gingin eru meira enn áttati ár síðan fólk í Miðvági seinast fylti hundrað, vón­ andi gongur ikki so long tíð til næstu ferð, vón­andi verður okkurt tá í Kring­ varpinum at frætta. løgtingsmaður Gerhard Lognberg borgarstjóri, Miðvágur Napolion Magnussen Burtur við Visjón 2015, burtur við oljuavgjaldi, niður við MVG’num Kringvarp Føroya manglaði í 100 ára føðingardagsveitsluni