mikudagur 13. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 13. september 2006
11
Nú skuldi tað vísa seg,
at Høgni Hoydal gjørdist
nærum profetiskur, táið
hann, í einum tíðindakuti
í sjónvarpinum, sum varð
upptikið seinrapartin týs
dagin, helt fyri, at tað tókiskt
sum øll samfelagsskipanin
hevði koppað sær á, nú tá
ið politikarar vóru farnir
at tosa sum embætismenn,
og embætismenninir bráð
liga vóru farnir at tosa
sum politikarar. Hann hugs
aði ivaleyst um dalandi
visiónsballónina uppi á
Hotel Føroyum, har løg
maður leitar eftir einum
lykli, sum kann laga tað
soleiðis, at Føroyar skjótast
gjørligt koma at flyta seg frá
“filétfabrik til idéfabrik”.
Hetta
flotta
hugtakið,
sum onkur nálastríputur
yuppie-spinnari við loð
num lógvum hevur lagt
sosialdemokratiska odd
vitanum í munnin, og sum
hann ivaleyst av óvart er
farin at mutla fram fyri
seg, táið hann so av og á
roynir at progressivera seg
sjálvan á visiónstorginum
og tómu løturnar treingja
til eitt kick.
Spádómurin, ella uppá
haldið, varð sementerað
sum beiskur veruleiki í tíð
indasendingini hjá útvarp
inum hetta sama kvøldið.
Eftir skotríðurnar frá magn
fulla, eleganta og kontanta
hugsjónarmanninum á fiski
vinnupolitiska
økinum,
Alfredi Olsen, og skugga
landsstýrismanninum og
veruliga makthavaranum í
fiskivinnumálum, Jørgeni
Niclasen, valdi Hjalti í
Jákupsstovu at flyta ein
framúr góðan, fyri ikki at
siga snildan, leik, sum í
fyrsta lagi hevur havt tað við
sær, at landsstýrismaðurin
av navni, Bjørn Kalsø, stóð
púra massfoss, og visti
hvørki út ella inn, táið hann
varð spurdur, hvat hann
ætlaði sær at gera við málið,
nú stovnurin sjálvboðin var
farin í offensivin og bað
um at verða gradaður og
kannaður úr høvdi í reyv.
Um
Sigmar
Bláberg
gongur við einum bipp
ara uppi á sær, sum Fólka
flokkurin hevur fíggjað og
latið honum, tað veit onkur,
men ongin sum ferðast í
politisku skipanini ivast í at
Jørgen, sum ikki einaferð,
hevði lagt eitt gott orð inn
fyri seg sjálvan, nú hann
fór avstað við dastinum av
tíðindasendingini. Trupul
leikin hjá lurtaranum var
bara, at hann tosaði sum
vísundamaður, um hvussu
toskastovnurin hevur hátt
að sær í gjøgnum eina
heila øld, og um hvussu
lívfrøðiligu útlitini vóru
frameftir. Og so fýrdi
hann alla svaduna hjá Jón
Kristjánssyni av, einaferð
afturat. Mikrofonhaldarin
mundi
halda
væl
til
standa, kyndi undir bálið,
og so hevði hann leverað
teir minuttirnar, sum eru
hansara dagsins gerningur
í hesi alment goldnu public
service rásini.
Fyri tað um Jørgen Nicla
sen gongur runt og heldur
seg vera ein autodidaktan
fiskifrøðing, við íslendska
kóvboybiologinum
sum
skjaldsveini,
so
eigur
ein almenn rás at vera
somikið at sær komin, við
kompetentum starvsfólki,
at slíkt humbukk ikki eigur
at koma nær í námindi av
eini studiomikrofon.
Tíðindakutið um toska
stovnin snúði seg eittans
um standin hjá føroyska
toskastovninum, um bio
logisku viðurskiftini, og
spurningarnir vóru av slík
um slagi, at tað hevði verið
heilt sjálvsagt, at Hjalti ella
ein av hansara sveinum
svaraðu teimum. Sferan var
faklig og als ikki politisk.
Sjálvur sat eg eftir við
spurninginum, um snúður
mundi vera komin í telefon
káplarnar hjá Sigmari, ella
um Jørgen stendur so framm
arlaga í teleskrá hansara, at
hann av misgávum er komin
at ringja til skeiva adressu í
allari ferðini, sum oftani
eyðkennir tíðindastovurnar
stutt fyri lokafreistina. Men,
tá ið hetta eftirhondini er
vorðið reglan heldur enn
undantakið, er niðurstøðan,
at almenna public service
rásin raðfestir vísundastøð
ið hjá Jørgeni væl hægri enn
tað hjá Hjalta. Tá er ongin
orsøk til at kanna Fiskirann
sóknarstovuna, sum Hjalti
sjálvur hevur skotið upp. Tá
er líka frægt at leggja hana
niður alt fyri eitt og fáa
staðfest endaliga í politisku
skipanini, at Jørgen og
Fólkaflokkurin er føroyski
vísundastovnurin, tá ið
tað ræður um fiskastovnar
og fiskifrøði og hartil alt
granskingarhøpið, ið hevur
hingið uppi við hesum
framkomna stovni, síðani
hann varð skipaður og fór
at virka í føroyskum regi.
Sum sagt, annaðhvørt
er snúður komin í telefon
káplarnar hjá Sigmari Blá
berg, ella er hann vorðin
forvirraður
av
hasum
bipparanum, sum Jørgen
hevur lagt niður í fikku
hansara, ella mega Jógvan
Jespersen, Jógvan Arge og
Jóhann Mortensen í triðja
lagi koma upp úr sínum
djúpu vaggingarstólum og
siga okkum, um hetta er
politikkurin hjá Kringvarp
inum. Teir hava fingið eitt
mandat og eina ábyrgd á
hesum almenna stovni, sum
skal eitast at vera objektivur,
og sum føroyingar gjalda
tíggjutals milliónir fyri
um árið, ið krevur, at teir
megna at halda so á leið
skil á, hvat ið verður varpað
út um allar geilar.
Heldur
hetta
lagið
fram skal man so rokna
við, at Kári P. Højgaard
skal spyrjast um, hvussu
undirsjóvar linjuføringin
skal vera ímillum Streym
oynna og Sandoynna, at
Andrias Petersen fer at
vera spurdur um, hvussu
hann heldur at komandi
vetnismotorurin
umborð
í nýggju Nólsoyarferjuni
skal deseinast ella at Olav
Enemoto skal spyrjast um,
hvussu ein kúgv í onkrum
fjósi í landinum skal kurer
ast fyri mjólkafepur, skuldi
so illani veitt við?
Latið okkum koma aftur á
slóðina, har ið skómakarin
fyri tað mesta heldur seg til
sín leist. Har embætismenn,
frøðingar og politikarar
tosa um tað, sum teir áttu
at havt skil fyri. Gongur
spádómurin hjá Høgna út,
endar alt í einum hurlivasa,
í einum ruðuleika, tí hava
allar góðar kreftir skyldu
til at rudda upp í hesum
eskalerandi óskili. Fyri tað
um visiónsballónin hjá løg
manni er somikið tódnað, at
hon lendir á jørðini hvørja
løtu, er ongin orsøk til, at
hesin fyrr so stolti stovnur
í framsøkn, hugsi í hesum
føri um Útvarp Føroya,
neyðlendur
av
berum
ósketni og gerst ein bági fyri
samfelagið. Hetta er ikki
skrivað av obsternasigum
illvilja, men er eittans ætlað
sum eini vælmeint ráð til
teirra, ið hava eftirlitið við
meskavíddunum í almennu
public service rásunum
og sum hava skyldu til at
tryggja fólkinum ein so
væl kvalifiseraðan og objek
tivan tíðindaflutning sum
yvirhøvur til ber.
Myndugleikin metir ikki
vandan vera stóran
Í útvarpinum á morgni 2.
august hoyrdu vit Jens-
Kjeld Jensen í Nólsoy
greiða frá innfluttum djóra-
og plantusløgum, og hann
nevndi, hvussu skaðilig
avleiðingin
av
teimum
kundi vera. Seinni á degnum
endurgav ein útvarpskvinna
eina samrøðu við avvarð
andi myndugleika, lands
djóralæknan Bjørn Harlou,
um hetta sama mál. Hann
var ikki samdur í døpru
spádómunum, tí hann metti,
at fremmand sløg høvdu
ring lívskor her.
Tað er syndarligt at
hoyra útsagnir, sum eru so
út av lagi skeivar, í einum
almennum fjølmiðli, men
heilt átaluvert verður tað, tá
ið tað er avvarðandi almenni
myndugleikin, sum kemur
við teimum.
Um Bjørn Harlou hevði
givið sær far um støðuna,
hevði hann varnast, at
hon longu nú er avbæra
ring. Tað krevst als eingin
serfrøði til at síggja tað.
Vit vita øll, at reyðmaðkar
hvørva kring landið orsakað
av, at stóri flatmaðkurin, ið
er innsløddur, ger seg inn
á teir. Nógvastaðni hava
fólk stórar trupulleikar av
morsniglinum, ið eisini er
innsløddur. Síðan rottan
varð innslødd til Føroya,
hevur hon verið orsøk til,
at fleiri milliónir av pisum
ikki eru komnar undan.
Hetta eru trý dømi av fleiri
enn hundrað.
Fremmand sløg
klára seg væl
Tað er einki nýtt í, at flestu
fremmandu djóra- og plantu
sløgini, sum sløðast inn,
hava ring lívskor á nýggja
staðnum, men samstundis
eru tað nøkur, sum hava góð
lívskor. Nógv spælir inn her.
Fyri tað fyrsta, so finnur
fremmanda slagið ofta lívd
hjá okkum menniskjum,
inntil stovnurin hevur ment
seg so mikið, at slagið kann
spjaða seg út í náttúruna.
Ein annar fyrimunur fyri
fremmanda slagið er, at
náttúran á oyggjum ikki
er tillagað at standa ímóti
fremmandum sløgum og tí
er meira viðbrekin.
Ein tummilsregla sigur,
at eitt av 10 innsløddum
djóra- og plantusløgum
megnar at liva á nýggja
staðnum, og at eitt av 10
sløgum, sum megna at liva,
kemur so mikið væl fyri
seg, at tað er til skaða fyri
náttúruna á staðnum. Sostatt
kunnu vit siga, at fyri hvørt
skaðaelvandi fremmant slag
eru 100 onnur innslødd. Tá
vit síðstu árini hava sæð
fleiri nýggj fremmand sløg,
sum eru til skaða, so kunnu
vit rokna við, at fleiri
hundrað ella fleiri túsund
sløg eru komin til landið
hetta tíðarskeiðið.
Um
Bjørn
Harlou
hevði hugt at, hvaðan
hesi fremmandu djóra- og
plantusløg koma, so hevði
hann varnast, at tað eru
sløg úr øllum heiminum.
Tak eitt nú sløgini, sum
eg nevndi frammanundan:
stóri
flatmaðkurin
er
úr Ný Sælandi, rottan
úr Kina og morsnigilin
úr Spania. Og vit kunnu
halda áfram: húsvættið
brúna úr Norðuramerika,
silvurfiskur úr Miðeystri,
músin úr Afrika, avstralsk
tjóvaklukka úr Avstralia
o.s.fr.
Løgtingið ásannar
trupulleikan
Løgtingið hevur ásannað
trupulleikan og hevur góð
tikið fleiri altjóða sáttmálar,
sum áleggja okkum at fyri
byrgja, at nýggj sløg sløðast
inn. Í einum sáttmála, sum
løgtingið hevur góðtikið,
stendur, at vit skulu: “...
prevent the introduction of,
control or eradicate those
alien species which threaten
ecosystems, habitats or
species”.
Á føroyskum (egin týð
ing): “... fyribyrgja inn
flutningi av, fáa tamarhald
á ella oyða tey fremmandu
sløgini, sum hótta vist
skipanir, búøki ella sløg”.
Eitt stig á leiðini er
kunngerðin um innflutning
av eksotiskum dýrum: “Ikki
er loyvt at innflyta eksotisk
dýr til Føroya”. Helst
sipar henda kunngerðin til
tilvitaðan og ótilvitaðan
innflutning við fólki, men
mær vitandi verður einans
havd umsjón við tilvitaðum
flutningi, har fólk sjálvi
spyrja um loyvi. Tó, tað má
sigast vera høpisleyst, at
lógir og kunngerðir verða
gjørdar, sum tryggja, at
djóra- og plantusløg ikki
verða innflutt við vilja,
samstundis sum einki verð
ur gjørt fyri at tryggja,
at hesi somu sløg ikki til
vildarliga koma við farmi
og ferðafólki.
Avleiðingarnar sera
kostnaðarmiklar
Tað er ikki til at siga
frammanundan, men trupul
leikin, sum kann standast
av
hvørjum
einstakum
fremmandum slagi, kann
vera sera stórur. Í USA varð
ein røð av innslødddum
sløgum kannað, og tað vísti
seg, at hesi sløg kostaðu
samfelagnum yvir 700 milli
ardir krónur um árið.
Kostnaðurin kann finnast
allastaðni í samfelagnum. Í
Týsklandi hevur tað verið
víst á, at ein innslødd
planta er orsøk til, at ein
lítil partur av fólkinum fær
astma ella hoyfepur. Hesin
lítli parturin kostar týska
samfelagnum úti við 100
milliónir krónur um árið.
Hóast vit ikki duga at
síggja eina beinleiðis avleið
ing av einum innsløddum
slagi, so er tað als eingin
orsøk til at halda, at als
eingin avleiðing er.
Tað tykist, sum um lands
stýrið metir, at peningaligi
kostnaðurin umframt menn
iskjaliga og samfelagsliga
byrðan er lættari at bera enn
kostnaðurin av fyribyrging
og oyðing av innsløddum
djóra- og plantusløgum.
Sjálvsagt er tað ikki so.
Global Invasive Species
Programme
(GISP),
er
tann størsta altjóða verk
ætlanin, sum snýr seg
um innslødd sløg. GISP
vísir á, at “Prevention of
introductions is the [...] most
cost-effective option. This
lesson has been learned the
hard way from several cases
of highly destructive and
costly invasive organisms”.
Her verður sagt, at ein dýrt
vunnin lærdómur er, at tað
loysir seg best peningaliga
at fyribyrgja innsløðing av
fremmandum sløgum.
Myndugleikin má ásanna
trupulleikan
Tíverri kann staðfestast, at
lítið og einki verður gjørt
fyri at forða fremmandum
djóra- og plantusløgum í
at koma til landið, og einki
verður gjørt fyri at forða
teimum í at koma fyri seg
og breiða seg.
Áheitanin
til
Føroya
landsstýri og landsdjóra
læknan má fyrst og fremst
vera um at taka trupulleikan
í álvara. Harnæst er neyðugt
at fáa sær eitt yvirlit yvir,
hvussu stórur trupulleikin
er og kunna um hetta og
kunna um vandan. Síðani
er neyðugt at kanna bæði
fólk og farm, sum koma til
landið – hetta kann gerast
við at økja um virksemið
hjá tolleftirlitinum.
Er snúður komin í telefonkáplarnar hjá Sigmari?
Tórbjørn
Jacobsen
lívfrøðingur
Janus
Hansen
Fremmand djóra- og plantusløg hótta náttúruna
viðmerkingar