Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 176 - 13. september 2006 Uppskotið um stjórnar­ skipan Føroya er ætlað at betra stýrislagið, loysa ríkisrættarliga knútin, leggja hornastein undir før­oyskan samleika og skipa fólkaræðisliga orða­ skiftið. Orðaskiftið um stjórnaskipan Føroya eigur tí at snúgva seg um hesar stóru spurningar. Millum stóru stjórnar­ ligu landnámini eru manna­ rættindi orðað á føroyskum á fyrsta sinni, betraðar lóg­gávumannagondir við millum øðrum kravdum hoyr­ingum og møguleika fyri fólkaatkvøðu og tjóð­ skaparlig semja um Føroyar sum land, føroyingar sum tjóð og mannagongd fyri framtíðar broyting í ríkisrættarligu støðuni. Stjórnarskipan Føroya skipar tað fólkaræðiliga orða­valið, stovnar og manna­gongdir. Stjórnar­ skipan Føroya kemur í staðin fyri løgtingslóg um stýrisskipan og skapar har­ við karmarnar fyri øllum lógum í Føroyum. Tíverri fer kjakið av spor­inum, tá spurningurin um skrásett parlag fyri samkynd verður tikið fram sum mest viðkomandi málið í hesum høpi. Tað verður ein vanlukka, um júst hesin spurningurin verður avgerandi fyri, um føroyingar atkvøða fyri upp­skotinum til nýggja stjórnarskipan ella ikki og serliga um føroyingar taka skipanina til sín ella ikki. Hjúnabandslógin sigur, at hjúnalagið er fyri tvey fólk av hvør sínum kyni, ið ikki eru ov ung ella ov nær skyld ella gift við nøkrum øðrum samstundis. Hetta verður framvegis so, um ikki Løgtingið vil nakað annað. Allar lógir taka dagar ímillum, hvør er fevndur, og hvør ikki er fevndur av lógini. Onkur lóg sigur, hvørji vegsíðu bilar skulu koyra, og onnur sigur, hvør kann fáa fólkapensjón. Tey, ið antin vilja varð­veita ella broyta hjúnabandslóg, ferðslulóg ella pensjónslóg, kunnu í fyrstu atløgu brúka stjórnarskipanina at gera seg galdandi í almenna kjakinum. Stjórnarskipanin er við at skapa tað kjakliga orða­valið við ásetingum um lóggávuheimild, javn­ rættindi, kristindóm og mentununararv. Verða lóg­ ir­nar viðgjørdar á tingi, kunnu fólk gera seg gald­ andi í hoyringum ella møguliga á fólkaatkvøðu. Ætlandi og vónandi verða lógir okkara í framtíðin betur fyrireikaðar, gjøllari viðgjørdar og tryggari fólkaræðiliga grundaðar. Verða fólk kortini ónøgd, kunnu tey royna málið í rættinum. Stjórnarskipanin leggur upp til, at rættar­ skipanin skal gerast virkn­ ari, sjónligari og meiri at­komulig. Lagt verður upp til, at rættarskipanin hjálpir til at menna lógir, sum nú eru avoldaðar, ógreiðar ella ikki sampakka við aðrar. Mál at viðgera Tvey meiri viðkomandi dømi um rættindi, sum før­ oyskur løgrættur kundi við­ gjørt, skulu í stuttum lýsast niðanfyri. Fyrra dømið: hvønn rætt eigur foreldur, ið ikki hevur foreldrarætt til barn sítt, kortini til inn­­lit í viðurskiftini hjá barn­ in­um t.d. á dagstovni, í skúla ella hjá lækna? Galdandi danska lóg um foreldramyndugleika tekur støðu til teir spurningarnar. Gald­andi føroyska lóg ger tað ikki. Her kundi løg­ rætturin staðfest, at for­ eldur hava rætt til innlit í viðurskiftini hjá barninum undir ávísum treytum, vís­andi til ásetingar um familju, børn og onnur sjálv­søgd rættindi. Seinna dømið: er tað rætt, at nokta børnum pláss á dagstovni, tá barnið ikki hevur hevur føroyskt p-tal, men foreldrini lógliga búgva í Føroyum (sum tað nýliga varð sagt í Sosialinum). Aftur her kundi løgrætturin sagt, at viðkomandi komm­ una ikki hevur víst á við­ komandi orsøkir at skilja ímillum børn við og uttan p-tal ella uppihaldsloyvi. Stjórnarskipanin sigur, at tað skal viðgerast líka. Løgrætturin kundi valt at javnsett børn við og uttan p-tal ella uppihaldsloyvi, tá ræður um barnagarðspláss. Dømini bæði vísa, at stjórnarskipan er best egnað at brúka í rættinum, tá ræður um at mýkja og tulka galdandi lóg og venju. Fatanirnar Tá ræður um at umsita galdandi lóg, fer tað at bera til hjá útlendingum og føroyingum, kvinnum og monnum, bygdarfólkum og havnarfólkum, sam­kynd­ um og hinkyndum og øll­ um øðrum, ið kunnu vera fyri mismuni, við stjórn­ arlógini í hond at krevja somu atgongd til at koyra bil, fáa pensjón, barna­ garðspláss, almenn størv og so framvegis, um ikki rímiligar og grundaðar orsøkir eru fyri at nokta teimum hetta. Próvbyrðan fer at liggja á tí almenna at vísa á, hví ítøkiligur munur er viðkomandi og rættvísur. Men, tá ræður um lógar­ ásetingar sum avmark­ing av hjúna­lagnum til kall og konu, høgrakoyring fram um vinstrakoyring, 67-ára pensjónsaldur ella onnur umhugsað og vilj­ að politisk val, er lítið hugsandi, at løgrætturin fer at trumfa tey fólkavaldu. Er spurningurin enntá lagdur fyri fólkið at taka støðu til á fólkaatkvøðu, minka sannlíkindini fyri tí enn meira. Hetta reisir eisini spurn­ ingin um, hvussu løgrættar­ dómarar skulu veljast. Stjórn­arskipanin leggur upp til, at tingið skal góðkenna teir. Tí er sera ósannlíkt, at dómarar verða valdir, sum við dómum vilja seta egnar lógir í gildi ímóti greiða politiska viljanum. Samanumtikið førir stjórn­ar­skipanin ikki til samkynt parlag. Tað verður framvegis spurningur um almenna kjakið – og at enda atkvøður, antin á tingi ella á fólkaatkvøðu. Hóast stjórnarskipan ikki trumfar og endar kjakið um ymsu lógir okkara, so er hon sera neyðug sum karmur um framhaldandi politiska orðaskiftið á øllum økjum. Viðhvørt tykist kjakið um skrásett parlag at vera í vanda fyri at koppa orðaskiftinum um stjórnarskipanina, men tað er í øllum førum at fegnast um, at fólkavaldu limirnir nú alment siga sína hugsan. Vit frøðingar eiga ikki stjórnarskipan Før­oya; fólkið í Føroyum eigur hana og ræður fyri innihaldi hennara. Stjórnarskipanin skal verða fundamentið Jóannes Hansen og Kári á Rógvi heita á føroyingar um at vera við at kjakast um føroyska stjórnarskipan. Samstundis gera teir greitt, at stjórnar­skipanin ikki krevur skrásett parlag limir í stjórnar­skipanar­nevndini Jóannes Hansen Kári á Rógvi