Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 13. september 2006 13 Joen Peter Ellingsgaard, vanliga nevndur Pedda í Garði, á Eiði, fer til gravar úr Eiðis kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Pedda, kunnu lata Eiðis kirkju eina gávu. Konto í peningastovnunum. Lítli Petur Pauli, sonur Marjun og Artur Johan­ sen, Strendur, andaðist á Landsjúkrahúsinum mána­dagin, 1 ára gamal. Farið verður frá kapell­ in­um á Landssjúkrahúsinum í kvøld kl. 19. Jarðar­ferðin verður úr Sjóvar kirkju fríggjadagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast lítla Petur Paula kunnu lata eina peningagávu til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Konto í Sparikassanum. Judith Henriksen úr Sandavági, ættað úr gomlu­ stovu í Sumba, andaðist á Ellisheiminum í Vágum týsdagin 12. septmeber, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður av Ellisheiminum leygardagin kl. 13 í Sanda­vágs kikjugarð. Kistan við Dánjal Jákup Johannesen á Nesi fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni hósdagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Dánjal, kunnu lata eina gávu til Missiónshúsið Tabor á Toftum. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin í morgin 14. september. Dýrd krossins. Eisini rópt krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing. Lítli Petur Pauli Johansen sonur Marjun og Artur Johansen á Strondum andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 11. september. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum mikukvøldið kl. 19.00. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju fríggjadagin kl. 14.00. Tíðindaskriv Herfyri lýsti Føroya Banki eftir nýggjum næmingum, og rættiligur gravgangur var eftir at sleppa at læra í bankanum. Fimtan nýggir næmingar eru nú farnir til verka. Lærutíðin er tvey ár, og næmingarnir skulu royna seg á flest øllum økjum í bank­anum og haraftrat standa royndir í fleiri læru­ greinum. Næmingarnir, sum nú eru byrjaðir í Føroya Banka, eru: Bjørt Splidt, Bárður Anthoniussen, Allan Enghamar, Elisabeth Jacobsen, Niclas K. Niclasen, Joan Danielsen, Rúni Rasmussen, Kaj Ennigarð, Anita Knudsen, Sjúrður Ellefsen, Heidi Mortensen, Anly S. Joensen, Allan Smede­mark, Rakul Borg og Kristian á Reynatrøð Fimtan nýggir næmingar í Føroya Banka Nú má eg skriva av kærleika til Guðs orð fyrst og fremst, síðan fyri okkara land. Í okk­ara tjóðsangi stendur í einari reglu: “Eg nígi tí nið­ur í bøn til tín Guð”, og tað má gerast og biðja eftir, at Hann bønhoyrir okkum og rekur hetta gudloysi av landinum. Tit ræðast ES, men Guð er meir at óttast enn ES, - eina søkkandi skútu, - nei, setið tykkum í tað himmalsku skútuna, sum aldri kann søkka. Set­ ið ikki tykkara álit á ES; okkara løgtingsmenn og tit, ið stýra, setið álit tykkara á Guð, - tað heldur! Hansara er gullið, hansara er jørðin og øll fylling hennara. ES kann einki gera. Tað hevur signing við sær at reka hatta har sum tað hoyrir heima. Um tey vilja so gjarna giftast, so farið og standið fyri tí harra, sum stendur aftanfyri slíkar andstygdir; farið inn í satanskirkjurnar og giftið tykkum, tí frá hon­ um er tað komið og honum tilhoyra slíkar andstygdir. Guð kemur aldri at væl­ signa slíkt, tí at skrivað stend­ ur í 1. Mós. 18, 22: “Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er and­ stygd”, og í 3. Mós. 20, 13: “Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir and­stygd; teir skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum”. Og so má sigast, at eg las í bløðunum, at talið av ungum homoseksuellum monnum í Danmark, sum verða raktir av AIDS, vekstur støðugt. Tí gav Guð teir upp í skamm­loysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni, og á sama hátt løgdu eisini mann­ fólkini av hin náttúrliga um­gang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mann­fólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var. (Rómverjabrævið 1, 26-27) Og so skrivi eg við størsta kærleika: Minnist til Sódomu og Gororru og syndaflóðina og vendið um, meðan tíð enn er! Tí at so elskaði Guð heim­ in, at hann gav Son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á Hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.. (Jóh. 3, 16) Vendið um, meðan tíð er Skopun molly e Højgaard viðmerkingar www.sosialurin.fo