mikudagur 13. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 13. september 2006
15
tíðindi
Í morgun sóu fólk
umborð á strand
faraskipinum, Rituni,
ein deyðan mann,
sum fleyt í sjónum á
Havnarvág
Deyðsfall
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var klokkan 08.43 í
morgun, at løgreglan í Havn
fekk boð um, at fólk umborð
á strandfaraskipinum, Rit
uni, sóu ein deyðan mann,
sum fleyt í sjónum útfyri
Tinganesi.
Løgreglan sigur, at mað
urin fleyt við reyðu boyuna,
sum liggur suður úr Tinga
nesi.
- Sum eg havi skilt,
fingu teir umborð á Rituni
sett fast á mannin, og tað
vóru fólk hjá Tórshavnar
Sløkkiliði, sum tóku hann
upp.
Løgreglan sigur, at mað
urin, sum er 56 ára gamalur
og er úr Havn, ikki hevur
verið eftirlýstur, nú hann
varð funnin deyður.
- Líksýn verður, og møgu
liga verður líkið kannað,
men alt bendir á, at maðurin
onkusvegna er dottin á
sjógv og er druknaður. Í
løtuni vita vit ikki meira at
siga um vanlukkuna, sigur
vakthavandi.
Mánamorgunin
læt danska forlagið
Onlibri ein bóka
handil upp á inter
netinum, har tú
ókeypis kanst taka
bøkur niður sum PDF
fílur.
Mentan
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Á heimasíðuni eru ymisk
ar yrkisbøkur at finna,
sum venda sær til vanliga
borgaran. Bøkurnar hava
heiti sum »Bilkøb for
alle«, »Guide til pensions
opsparing« og »Mad til
mange«.
Bøkurnar eru ókeypis fyri
brúkaran, hetta kann lata
seg gera, tí lýsingar inni á
heimasíðuni og í bókunum
fíggja forlagið.
Hugskotið til hetta for
lagið kom frá prentandi
forløgum, sum eru farin at
leggja bøkur út á netið sum
ljóðbøkur og PDF fílur.
Og frá teimum ókeypis
tíðindabløðunum, ið eru
vorðin sera væl umtókt í
Danmark.
– Vit halda, at ókeypis
bøkur á internetinum eru
framtíðin, sigur Andreas
Rasmussen, verkætlanar
leiðari.
Ókeypis bøkur eru fyrr
gjørdar til smáar málbólkar,
men Onlibri er fyrsta forlag
í heiminum, sum útgevur
ókeypis bøkur, ið venda
sær til almenningin.
– Orsøkin til, at vit hava
valt yrkisbøkur, er, at tær
egna seg sera væl í PDF
formati, tí møguleiki er at
søkja eftir einum ávísum
orði í fíluni.
Allar
bøkurnar
hjá
Onlibri eru skrivaðar til
forlagið, og høvundarnir
fáa løn, á sama hátt, sum
um bókin var útgivin á
einum prentandi forlagi.
Forlagið
ynskir
at
hava eitt gott samskifti
við lesararnar, sum hava
møguleika at fara inn á
heimasíðuna, og skriva
teldupost til forlagið, við
uppskotum um evni til
nýggjar bøkur.
– Vit leita eftir skikkaðum
rithøvundum, at skriva
bøkur til okkara. Vit royna
at finna rithøvundar úr
øllum landinum, og vit
kundu eisini hugsað okkum
at fingið nakrar úr Føroyum,
sigur Andreas Rasmussen.
Á síðuni kunnu øll taka
bøkurnar niður, uttan at
skráseta seg sum brúkara
frammanundan.
Beint
áðrenn bókin verður tikin
niður, verður spurt eftir
postnummari, her virkar
eisini at skriva føroysk post
nummur.
Danskararnir tóku væl
ímóti hesum nýggja forlag
num, tað fyrsta døgnið
vórðu 21.731 bøkur tiknar
niður.
Einki er
sum gott
kaffi...
Starvsfólk aftaná skúlatíð til Baresso Coffee
SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til
caféina. Gongur tú í skúla, hevur tú møguleika at søkja um arbeiði hjá okkum. Starvið
verður sett frá 18. oktober 2006.
Arbeiðsuppgávur: At gera reint og rudda har gestirnir sita • At tryggja at uppgávur
viðvíkjandi reingerð og annað, sum er neyðugt, verður gjørt • At gera kaffistovuna reina
eftir afturlatingartíð og annars gera klárt til dagin eftir • Tilgerð og borðreiðing av okkara
sermerktu kaffisløgum, køkum, tvíflísum og øðrum matvørum • Geva gestum góðar
upplivingar við einum smíli.
Vit vænta av tær : At tú ert ágrýtin • Tú dugir at halda kaffistovuna reina og nossliga, tí
hetta hevur stóran týdning fyri, at okkara gestir føla seg væl • Tú hevur eitt vinnandi smíl
og ert í góðum hýri, so onnur gleðast við tær • Tú dugir væl at samstarva • Tær dámar at
gleða onnur við tínum ágrýtni. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú
ringja til Anju á tel 210990.
SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN
Ókeypis
bøkur á
netinum
Fríggjakvøldið fara
Náttarravnarnir
úr Tórshavn at
hava ein fund í
fimleikahøllini
í skúlanum á
Glyvrum við ætlan
um at seta eitt lið
av Náttarravnum á
stovn í Eysturoynni.
Børn og ung
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Náttarravnar eru vaksin
fólk, oftast foreldur, sum
sjálvboðin ganga úti um
næturnar í vikuskiftunum,
so tey ungu skulu kenna
seg trygg, tá tey eru í
býnum.
- Tey ungu sakna okk
um í býarlívinum í Eyst
uroynni,
sigur
Ásvør
Højgaard,
formaður
í
Náttarravnunum í Tórs
havnar kommunu.
Tað eru foreldur úr
Runavík, sum hava vent
sær til Náttarravnarnar í
Havn, við einum ynski um
at fáa ein bólk av Náttar
ravnum upp á beinini í
Eysturoynni.
- Vit vóna at gera eitt nýtt
lið í Eysturoynni, so tey
kunnu vera úti, til dømis
tá dansur er á Kambsdali
ella í Mentunarhúsinum,
greiðir Ásvør Højgaard
frá.
- Men vit vóna eisini at
kunna samstarva soleiðis,
at tey kunnu koma til
Havnar at hjálpa okkum,
og soleiðis at nøkur av
okkum kunnu vera úti við
teimum í Eysturoynni.
Á fundinum verður for
maðurin úr donsku Náttar
ravnunum Erik Torsted
við. Hann fer at greiða
frá um virksemið hjá
Náttarravnunum og um
grundarlagið fyri, hví tey
ganga úti í býnum.
Løgreglan fer at greiða
frá um býarlívið og um,
hvussu
Náttarravnarnir
hava gjørt mun, tey fýra
árini tey hava verið í
Tórshavn.
Við á fundinum vera
eisini norðmaðurin Erik
Brekke, sum upprunaliga
stovnaði Náttarravnarnar
og ein donsk kvinna, ið
eitur Lene Risberg, fer at
greiða frá hvussu ecstasy
misbrúk hevur oyðilagt
hennara lív.
Náttarravnar
í Eysturoynna
Druknaður
á Havnarvág
Ungur maður doyði
á motorsúkklu
Ferðsluvanlukka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið hendi ein synd
arlig ferðsluvanlukka stutt
uttan fyri bygdarskeltið í
Fuglafirði. Vanlukkan kost
aði einum 26 ára gomlum
manni í Fuglafirði lívið.
Løgreglan í Havn held
ur, at maðurin, sum var
á veg á motorsúkklu til
Fuglafjarðar, av eini ella
aðrari orsøk kom út í grúsið
við síðuna av sjálvari veg
breytini og misti tamar
haldið á súkkluni.
Maðurin slongdist móti
bilverjuni og endaði niðri
í bønum.
Sjúkrabilur og kommunu
lækni komu á staðið, men
ungi maðurin doyði, áðrenn
hann kom á sjúkrahús.
Tað er sorg, nú ein ungur maður er deyður í ferðsluvanlukku
Mynd: Vilmund Jacobsen