mikudagur 13. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 176 - 13. september 2006
útlond
SAMBAND
xxxxxx xxxxxxx
xxxxxx@sosialurin.fo
tlf 3418xx
– Vit kunnu ikki fyribyrgja flogránum, men vit gera okkara
besta
Daniel Gaultier, Airbus
Stutt sagt
Í seinastuni hava norskir
semingsmenn roynt at fáa
teir stríðandi partarnar í
Sri Lanka til samráðing
arborðið, og í gjár bleiv
kunngjørt, at stjórnin í Col
ombo og teir tamilsku upp
reistrarmenninir hava játtað
at senda umboð til Oslo at
tingast í næsta mánað.
Umframt norsku sem
ingsmenninar hava umboð
fyri ST, ES, USA og Japan
roynt at fáa partarnar til
samráðingarborðið. Ser
ligi ST-sendimaðurin í Sri
Lanka, Yasushi Akashi,
sigur við AP, at stjórnin og
uppreistrarmenninir hava
játtað at tingast uttan at
leggja nakrar treytir við.
Hann helt tó, at partarnir
eiga at vísa góðan vilja
við at leggja vápnini alt
fyri eitt.
Tað hevur verið ófriðar
ligt í Sri Lanka í seinastuni,
og eina tíð hevur vandi ver
ið fyri, at borgarakríggið
skuldi bresta áaftur.
Tingingar byrja aftur
Tá pakistanski forsetin,
Pervez Musharaf, var í
Bruxelles í gjár, fekk hann
eina áheitan frá fleiri ES-
tinglimum um at ógilda
deyðadómin ímóti bretska
ríkisborgaranum Mirza Tahir
Hussain, sum er dømdur til
deyða í Pakistan.
Tann 36 ára gamli Mirza
Tahir Hussain varð dømdur
til deyða fyri at hava myrt
ein hýruvognaførara fyri 18
árum síðani. Upprunaliga
skuldi hann takast av døgum
í juni, men eftir áheitan frá
bretsku myndugleikunum
er avrættingin útsett til í
oktober.
Tann islamska sharia-
lógin sigur, at drápsmenn
kunnu fáa grið, um avvarandi
hjá tí myrda góðtaka at geva
drápsmanninum grið aftur
fyri pengar, men higartil
hava tey avvarandi hjá hýru
vognsføraranum sýtt fyri
at brúka tann møguleikan
í lógini.
Mirza Tahir Hussain,
sum er ættaður í enska
býnum Leeds, bleiv tikin
í Rawalpindi í Pakistan í
1988 og ákærdur fyri morð.
Hann bleiv dømdur til
deyða, men seinni fríkendur
í hægstarætti. Men tann
úrskurðurin bleiv ógildaður
í einum islamskum dómstóli
tvey ár seinni.
Biðja um grið
Amerikonsku ríkmenninir
Bill Gates og George Soros
hava gjørt av at brúka fleiri
hundrað milliónir krónur
til ymisk menningartiltøk
í Afrika.
Saman við Rockefeller-
grunninum hevur Bill
Gates gjørt av at brúka
880 milliónir krónur til
at menna afrikanska land
búnaðin. Sjálvur rindar
Microsoft-stovnarin 380
milliónir krónur. Málið
við verkætlanini er at økja
úrtøkuna hjá teimum smáu
bøndrunum, og tað fer at
hjálpa fleiri milliónum afr
ikanarum burtur úr fátækra
dømi.
George Soros kunngjørdi
í gjár, at hann fer at brúka
300 milliónir krónur til
menningartiltøk í lond
unum sunnan fyri Sahara.
Hansara verkætlan umfatar
165.000 fólk í 33 bygdum í
10 londum. George Soros
sigur við AP, at verkætlan
hansara skal prógva, at tað
ber til at hjálpa afrikanarum
burtur úr fátækradømi.
George Soros er for
maður í The Open Society
Institute, sum ígjøgn
um árini hevur latið
menningarhjálp fyri næstan
30 milliardir krónur.
Ríkmenn hjálpa Afrika
Bill Gates letur 380 mió.
krónur til menningartiltøk
í Afrika
Andstøðuleiðararnir í Bangladesh fingu av at vita undir einari kravgongu í gjár. Ætlanin var at ganga kravgongu til skrivstovurnar
hjá forsætismálaráðnum við kravi um broytingar í vallógini, men áðrenn mannamúgvan kom so langt, legði løgreglan uppí. Sum
myndin vísir, fór løgreglan harðliga til verka, og nakrir av andstøðuleiðarunum vórðu slignir og bukaðir, skrivar Reuters.
Ein verkætlan hjá
BAE og Airbus fer at
gera, at tað verður
ikki so lætt at ræna
ferðamannaflogfør í
framtíðini
Arbeiðið at gera eitt tílíkt
flogfar byrjaðu longu beint
aftan á atsóknirnar at USA
tann 11. september í 2001,
og nú eru BAE Systems
og Airbus komin so mikið
áleiðis, at tær fyrstu roynd
irnar verða gjørdar um stutta
tíð, skriva bretsk bløð.
Tá flogfarið verður liðugt,
fer tað at bera til at stýra tí
við fjarstýring, og flogfarið
kann lenda, sjálvt um eingin
flogskipari er. Tað kann vera
hent, um yvirgangsmenn
taka ræðið umborð á einum
flogfari og beina fyri flog
skiparanum, soleiðis sum
flogrænararnir helst gjørdu
tann 11. september, áðrenn teir
rendu flogførini inn í World
Trade Center og Pentagon.
Í nýggja flogfarinum verða
nógvar fjaldar mikrofonir,
sum skulu fylgja við tí, sum
sagt verður, og myndatól
skulu akráseta alt, sum fer
fram inni í flogfarinum. Á
tann hátt fer tað ætlandi at
bera til at avdúka yvirgangs
menn, áðrenn teir ræna eitt
flogfar.
– Vit kunnu ikki lova, at
vit kunnu rudda vandan fyri
flográni burtur, tí tað ber
ikki til. Men vit halda tað
vera týdningarmikið at siga
almenninginum, at vit gera
alt, sum gerast kann, sigur
Daniel Gaultier, sum stendur
fyri verkætlanini.
Hann væntar, at tann
nýggja tøknin verður liðug
á sumri í 2008, og at øll
tann nýggja trygdarskipanin
verður klár at taka í nýtslu
í 2010.
Nýtt flogfar tryggjað
ímóti yvirgangi
Seinastu dagarnar
eru ellivu deyðar
tindaskøtur funnar
á avstralsku
eysturstrondini
Teir seinastu dagarnar hava
myndugleikarnir í Avstralia
fingið boð um, at fólk hava
funnið deyðar tindaskøtur
ymsastaðni fram við eystur
strondini. Fyrradagin vórðu
tvær halaleysar tindaskøtur
funnar við Deception Bay
norðan fyri Brisbane, og í
gjár vórðu níggju funnar við
Harvey Bay, skrivar blaðið
Sydney Morning Herald.
Tað serliga við teimum
deyðu tindaskøtunum er, at
onkur hevur skorið halan av
teimum. Tað hevur fingið
myndugleikarnar at halda,
at hetta kann hava samband
við tilburðin, tá tann kendi
náttúru- og sjónvarpsmaðurin
Steve Irwin doyði, eftir at
ein tindaskøta hevði stungið
hann í bringuna.
Vinfólk hjá Steve Irwin
ávara fólk ímóti at hevna seg
inn á tindaskøturnar.
– Tað er heilt burturvið,
og tað hevði Steve heldur
ikki viljað, sigur vinmaðurin
Michael Hornby.
Onnur halda, at menn
hava fangað skøturnar fyri at
skera tindarnar av teimum og
at selja teir sum minnislutir
seinni.
Hevna seg inn á skøturnar
Andstøðan bukað