Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 13. september 2006 17 tíðindi Hittast í Føroyum næsta ár Reykjavík: Seinnapartin í dag endar 21. ferðavinnu­ stevnan hjá londunum í Útnorðuri. Stevnan verður hildin á hvørjum ári, annaðhvørt ár í Íslandi og hini árini eiga føroyingar og grønlendingar tørn at skipa fyri. Um hesa tíðina komandi ár verður stevnan aftur í Føroyum. Vøksturin hevur verið sera stórur av teimum, sum vísa hesum ráðstevnum sín áhuga. Fyrraárið vóru 20 lond umboðaði sum keyparar við 147 fyritøkum, meðan talið í ár er hækkað heilt upp í 30 lond og 200 keyparar. Seljararnir eru umboðini úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Hetland, og eru teir somuleiðis 200 í tali. Hotellini verða umvæld Ferðavinna: Fólk innan ferðavinnuna hava lagt merki til, at øll tey stóru hotellini í Havn hava verið og eru undir nútíðargerð. Blaðið Stand By staðfestir, at Hotel Føroyar hevur nýgjørt part av hotellinum, m.a. matstovuna, fundarhølini og barrina, eins og nýggj uppihaldsrúm eru fingin til vega. Komandi ár kann hotellið bjóða fram tvær stórar suitur og omanfyri 30 nýumvæld kømur. Um tvey ár er ætlanin at Hotel Hafnia skal snøgga framsíðuna av bygninginum og skifta øll vindeyguni út. Hetta seinasta er ein partur av teirri renoveringini, sum byrjaði í fjør og sum framvegis verður gjørt. Flestu kømrini á Hotel Tórshavn eru vorðin renoverað, eins og útsíðan er snøggað munandi, eins og ein er í gongd við hetta sama á matstovunum. Blaðið vísir lesarum sínum á, at ein nú hevur fingið atgongd beint inn frá gøtuni og at ætlanin er at fara undir fortóvs-servering. sb. Íslendingar gera nógv burtur úr ferðavinnuni. Og tey síggja eisini úrslit av hesum arbeiði. Seinastu sjey árini eru fleiri ferðafólk komin til Íslands um veturin enn um summarið! Ferðavinna Snorri Brend Reykjavík: - At eitt stórt tal av nýggjum fyritøkum eru farin undir ferðavinnu í Íslandi, sæst eisini aftur í talinum av ferðafólkum. - Í mun til í fjør er talið av ferðafólkum her hækkað við eini 9 %, sigur Magnus Oddsson, stjóri í íslendsku ferðavinnuni. Eitt stórt arbeiði er gjørt fyri at marknaðarføra land­ ið sum ferðavinnuland. Og teir hava eisini nógv at vísa fram til tey vitjandi: Hugsað bert um Geysir, jøklarnar, áirnar, vøtnini, hita­keldurnar og mangt ann­að. Nógv bendir á, at júst hesi vørumerkini bera ávøkstur úti í heimi. Samstundis við hetta er neyðugt, at samferðslan til og frá Íslandi er tilbúgvin til hetta, bæði tá talan er um loftvegis flutning og tá talan er um tey, sum velja at sigla higar. Tað er í hesum sam­bandi at Føroyar gerast áhuga­ verdar, tí júst umvegis ferða­ sambandið við Norrönu ber til hjá fólki í Europa at koma til Íslands. 1 mió. um 10 ár Á Vestnorden Travel Mart vísti Magnus Oddsson á, at talið av ferðafólki til londini í Útnorðuri er í støðugum vøkstri. Í ár vænta tey eina hálva millión ferðafólk, og um 10 ár ein heila millión ferðafólk til Íslands, Før­ oyar, Grønland og Hetland! Bara í ár hevur vøksturin í Íslandi verið at sæð og merkt. Hetta hevur eisini fingið tey, ið takast við flog­ferðslu at satsa uppá Ísland: Seinni í ár byrjar British Airways at flúgva við reglu­ligum flúgvingum úr Manchester. Haraftrat eru ætlanir um at byrja flúgvingar úr Paris og Oslo til Íslands. Umframt flutningin av ferðafólkum við skipi, so roynir íslendska ferðavinnan somuleiðis at fáa øll hesi túsundtals ferðafólkini spjadd út yvir alt árið. - Og hetta hevur eisini eydnast til fulnar, sigur Magnus Oddsson, sum er stjóri í íslendsku ferða­ vinnuni. Soleiðis sum støðan hevur verið tey seinastu sjey árini eru fleiri ferðafólk komin til Íslands í tí sum tey kalla vetrarhálvuni enn um summarið! Tað vil siga, at tey meta summarhálvuna sum teir tríggjar summ­ ar­mánaðirnar, og vetrar­ hálvuna teir írestandi níggju. Hotel á hvørjum ári Í Íslandi verður gjørt alt fyri at standa tilbúgvin til hetta økta talið av ferðafólkum. Hetta sæst eisini aftur í gøtumyndini í íslendska høvuðsstaðnum, har tað er vorðið alt meiri og meiri vanligt at síggja nýggj hotell ella nútíðargjørd hotell. Tað er helst so sum fólk innan ferðavinnuna taka til: Tað verður eitt nýtt hotell tikið í nýtslu um árið. Beint nú stendur til dømis Grand Hótel fyri eini stórari útbygging og umbygging. Her er ætlanin at taka nýggjan tilbygning í 14 hæddum í nýtslu í mars mánaði komandi ár við íalt 316 kømrum og øllum tí, sum hoyrir til eitt slíkt nútíðar hotell. Ráðstevnuhøll Reykjavík er sum kunnugt vertur við Travel Mart í ár. Tað verða teir um tvey og síðani aftur um fýra ár. Um fýra ár er ætlanin at tað skal verða undir heilt nýggjum umstøðum. Í hesum døgum verður nevniliga fyrireikað ein stórt ráðstevnuhøll, sum eis­ini skal nýtast sum kon­ sert­høll. Á tíðindafundi í samband við Travel Mart kunngjørdi Magnus Oddsson, at henda høllin verður karmur um ta 25. ferðavinnustevnuna í 2010. Lítið er at ivast í, at hetta verður ein bygningur í heimsflokki. Tí, sum Magnus sjálvur tók til: - Hetta verður eitt satt landamerki, sum tit bara kunnu gleða tykkum at síggja! – Nú kunnu tey ferðandi bara koma Einki er sum gott kaffi... Starvsfólk hjá Baresso Coffee SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til caféina. Øll yvir 18 ár hava møguleika at søkja um arbeiði, fulla tíð ella hálva tíð. Starvið verður sett frá 1. oktober 2006. Arbeiðsuppgávur: Tilgerð og borðreiðing av øllum Baresso Coffee special kaffi- og te- úrvali • Geva gestum góðar upplivingar við einum smíli, vísa søluhegni og ein hugburð, sum vinnur frama • Stuðla leiðara/varaleiðara og restini av arbeiðsliðnum • Javna reingerðing og upprudding av gestaøkinum og øllum øðrum økjum í kaffistovuni. Væntanir til tín sum starvsfólk: Tú arbeiðir við brennandi huga, førleika og einum jaligum hugburði fyri at røkka virðunum hjá Baresso • Gleðin við at gleða onnur og geva okkara gestum stórfingnar upplivingar er týðandi partur av tínum arbeiði • Tú dugir væl at samstarva og ert ein týðandi partur av arbeiðsliðnum. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á tel 210990. SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN – Óneyðugt at skammast um veðrið Ferðavinna: Umframt Føroyar eru Ísland, Grønland og Hetland við á ferðavinnustevnuni í Reykjavík í hesum døgum. Talið av ferðafólkum í Útnorðuri bara veksur og veksur, og fer eisini at gera tað í framtíðini. Hví, tað er so, hevur Arsæli Harðarsson frá Íslendska Ferðaráðnum sítt boð uppá: - Vit mugu ikki síggja burtur frá, at hetta økið er eitt horn, sum framvegis ikki er yvirrent av fólki, sum hava verið á øllum støðum. - Fyrr ferðaðust fólk móti sólini, men har kann ein ikki longur kenna seg ov tryggan, sigur hann við blaðið Stand By. Hann vísir á, at ferðafólk koma hendavegin, hóast veðrið má sær ráða. Men tað ger einki: - Tað er jú so veldugt, at vit her í Norðuratlantshavinum ikki nýtast at skammast um veðrið. Tað er ikki neyðugt at verja okkara vánaliga veður – og heldur ikki kostnaðin, sigur Arsæli. Tað er vorðið dýrari at ferðast til mong av teimum kendu ferðavinnustøðunum aðrastaðni, men her í Norðurhøvum er hinvegin ikki serliga dýrt. sb.