Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 176 - 13. september 2006 tíðindi Útbúgving Jan Müller jan@sosialurin.fo Eitt av heldur forvitnis­ ligu tiltøkunum á olju­ráð­ stevnuni í Norður­landa­ húsinum fór av bakkastokki seinnapartin í gjár. Tá fingu 5 føroyingar, sum hava lisið ella lesa jarðfrøði í útlandinum høvi til at greiða frá og hitta møguligar kom­ andi arbeiðsgevarar. Tey fimm fólkini greiddu frá sínum lesnaði og hvørjar sergreinar tey arbeiða við ella ætla sær at arbeiða við. Oljufólk lýddu á og fekst ein sera góður dia­ logur teirra millum. Frá Jarðfeingi, sum skipar fyri ráðstevnuni, frætta vit, at tað hevur týdning longu tíðliga at byggja brýr mill­ um lesandi føroyingar, sum ætla sær at virka innan olju­ vinnuna, og so teir mongu arbeiðsgevararnar, sum eru innan hesa vinnu. Chevron er eitt av mest virknu oljufeløgunum á Atlantsmótinum. Nýggi oddamaðurin fyri hetta økið fer at halda fram við tí miðvísa kanningararbeiðinum hjá felagnum. Sosialurin hevur tosað við hann. Nýggj oljuoddafólk Jan Müller jan@sosialurin.fo Hann er amerikanari og útbúgvin jarðfrøðingur. Hevur arbeitt hjá Chevron í Houston í mong ár, har hann hevur verið í verkætlanum á djúpum vatni í Indonesia. Var sjálvur í Indonesia seinast í 90-unum, men vendir nú bæði Indonesia og Houston bakið. Nú fekk hann so boð um, at hann skuldi flytast til aðrar uppgávur og annað øki. Og valið fall á West of Shetland økið, sum eisini fevnir um føroyska landgrunnin. – Tað er stór broyting at arbeiða í Houston við oljuleiting í Indonesia og so at koma til Føroya. Eg havi bert verið her í fýra tímar men kann siga, at hetta er eitt vakurt land, og mær dámar serstakliga væl ymsu litirnar á øllum húsunum sigur Donald P. Ragusa, sum er maðurin, ið komandi tíðina ella árini skal standa á odda fyri nógva leitivirkseminum hjá Chevron á Atlantsmótinum herí eisini Føroyum. Chev­ ron er eitt tað mest virkna oljufelagið um okkara leiðir og raðfestir felagið leitingina her sera høgt. – Vit royna alla tíðina at skilja alt hetta økið betri, soleiðis at vit kunnu forsvara tær íløgur vit skulu gera her í framtíðini sigur Ragusa, sum leggur aftrat, at nú felagið er so virkið kring allan heimin er meira neyðugt at gera eitt neyvt forarbeiði, soleiðis at man veit, hvørjir møguleikar eru fyri at finna kolvetni. Ragusa vil ikki gera viðmerkingar til møguligar komandi boring á føroyska landgrunninum. Hann við­gongur, at tað arbeiði, sum felagið ger hinumegin markið vil sjálvandi eisini hava týdning fyri framtíðar ætlaninar fyri teirra loyvi á føroyska landgrunninum. Her verður m.a. sipað til Rosebankfundið. Chevron er eisini við í einum øðrum fundi, nevnt Cambo. Har­ aftrat er felagið bæði fyri­ støðufelag og partnari í fleiri øðrum loyvum á bretska landgrunninum. – Eg havi bert verið leiðari fyri hetta økið í ein mánað, so fái ikki úttalað meg um smálutir enn. Men tað er greitt, at eg gleði meg at gerast partur av spennandi útviklinginum í hesum part­ inum av heiminum. Chevron stóð herfyri á odda fyri eini risastórari seis­ miskar verkætlan yvir fleiri partar av Atlantsmótinum. – Vit vitgera framvegis seis­mikkin, sum er skot­ in í økinum og út frá kom­andi tulkingum fara vit so saman við okkara partnarum at stinga út í kortið og taka avgerð um, hvat skal henda. Chevron fekk tillutað eitt loyvi í 2. føroysku útbjóðingini, sum liggur heilt út móti markinum. Nýggj fólk á odda hjá BP og Chevron Tað er sera vanligt, at oddafólkini hjá altjóða oljufeløgum verða flutt frá einum øki í heiminum til eitt annað. Føroyar eru einki undantak í so máta. Hetta fingu vit eisini prógv fyri á oljuráðstevnuni, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, har tveir at oddamonnunum hjá tveimum av heimsins størstu oljufeløgum í okkara parti av heiminum eru farnir aðrastaðnis at arbeiða, og í teirra stað eru komin nýggj fólk. Talan er um oljufeløgini BP og Chevron. Sosialurin fekk orð á nýggju oddamenninar hjá hesum báðum feløgum millum fyrilestrarnar í Norðurlandahúsinum í morgun. Teir eru Donald P. Ragusa hjá Chevron og Tim Goodwin hjá BP. Vit hava í dag samrøðu við Ragusa og fara í einum av komandi bløðunum at prenta sera áhugaverda samrøðu við Goodwin, sum m.a. sigur, at BP, uttan mun til úrslitið av Brugduboringini fer at at bora Williambrunnin næsta ár, og at eitt vánaligt úrslit á Brugduleiðini nýtist ikki at hava nakra avleiðing á Williambrunnin, sum verður boraður aðrastaðni á landgrunninum, har viðurskiftini eisini eru øðrvísi. FAKTA Frá oljuleiting í Indonesia til Føroya Jarðfrøðislesandi hittu oljuvinnuna Fimm føroyingar, sum hava lisið og lesa jarðfrøði hittu umboð fyri oljufólki í Norðurlandahúsið í gjár Mynd Jan Müller Donald P. Ragusa í Norðurlandahúsinum. Hann er nýggi oddamaðurin hjá Chevron fyri leitiøkið millum Føroyar og Hetland Mynd Jan Müller.