Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 176 - 13. september 2006 ”Sum børn eru øll listafólk – trupulleikin er framvegis at vera tað sum vaksin”. Sitat: Plakat í Hoyvíkar skúla bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tað gongur hart fyri seg hjá Suzuki, ið hava teir lagt seg á odda sum mest selda bilmerki í landinum. Umframt at fleiri av modellum hava fingið avloysarar, ið eru sera væl móttiknir, er nú ein heilt nýggjur SX4 komin á marknaðin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Suzuki eru komnir á markn­aðin við einum heilt nýggjum bili, sum kemur afturat verandi modellum. Talan er um SX4, ið er ein 5-persóna bilur við sera liðiligari innrætting og góðum plássi – serliga í mun til støddina á bilinum. Designið er smart og í nýggjasta móta. Bilurin sær út, sum tað hann er, ein familju- og frítíðarbilur til nógv ymisk endamál. At bilurin eitur Suzuki SX4 hevur sína serligu for­kláring: S stendur fyri Sport, X stendur fyri bland­ing - at bilurin er ein blanding av ymiskum bil­sløgum (typum), og 4 stendur fyri teimum fýra árstíðunum. Navnið sigur í stuttum, hvat hetta er fyri ein bilur. Suzuki SX4 er ein bilur, ið er sera lættur at umgangast og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Innan er alt í nýggjasta stíli við t.d. alu-look panelum á instrumentborðinum og gardanboksini og radio og fløguspælara ið kunnu stillast á rattinum. Nakka­ pútur, sum kunnu stillast í hædd, eru við øll fimm sitiplássini. Bæði bilførarin og tey ferðandi í bilinum sita høgt við góðum útsýni allar vegir. At bilurin hevur stór síðuspegl ger hann eisini lættan at koyra og at bakka við. SX4 fæst við tveimum 1.5 og 1.6 litur bensinmotorum við ávikavist 99 og 107 hk. Meðan 1.5 útgávan verður drivin av forhjólunum fæst 1.6 útgávan eisini sum 4x4. Koyrieginleikarnir eru fult á hædd við tað, vit kunnu vænta av einum nútímans bili til evropeiska marknaðin, hann er stúttur og hevur gott vegfesti, eis­ ini við ferð í svingum. Av standardútgerð kunnu vit m.a. nevna ABS bremsur við EDB, 6 air­ bag, el-servostýring, el- síðu­rútar, el-síðuspegl við hita, trygdarpedalir, ESP ( 1.6 útgávan), pollenfiltur, air­condition (1.6 útgávan). Viðførisrúmið er 270 litrar, men við baksetrunum niðri verður rúmið heilar 1.045 litrar við stórari bak­ lúku. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors á Hálsi. Bíligasti SX4 kostar kr. 176.990. Nýggjur familju- og frítíðarbilur frá Suzuki Suzuki SX4 1.5i Motorurin 1,5 litur 4 syl. bensin 99 hk 0-100 km/t 11,0 sek Bensinnýtsla 14,7 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 205/60-16 Stødd og vekt Longd 414,0 cm Breidd 175,5 cm Hædd 160,5 cm Eginvekt 1.086 kg Viðførisrúm 270 / 1.045 litrar Prísur kr. 176.990,- Søluumboð Berg Motors Staravegur 1-3 FO-100 Tórshavn Tel. 313535 Suzuki SX4 er ein blanding av ymiskum bilsløgum við designi í nýggjasta móta. SX4 ið er ein 5-persóna bilur við sera liðiligari innrætting og góðum plássi – serliga í mun til støddina á bilinum Bilførarin og tey ferðandi í bilinum sita høgt við góðum útsýni allar vegir