mikudagur 13. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 13. september 2006
21
Nissan Almera 1,6
Ein væl hildin Nissan Almera 1,6 til sølu vegna flyting.
Árg. des 1996, km. 168.000, sýnaður í des. 2005
Bilurin hevur 18'' alu-felgur við nýggjum dekkum. Nýggj
kavadekk á felgum fylgja við.
Prísur: kr. 45.000,-
Tel. 216014 eftir kl. 17.00
Stásiligt ellisakfar til sølu
Bentley S II, árg. 1960 við V8 motori og automatiskum
girum til sølu um hóskandi boð fæst.
Bilurin er væl útgjørdur og í sera góðum standi. Er
væl egnaður til brúðarkoyring og onnur hátíðarlig
endamál.
Áhugaði kunnu venda sær til
Tel. 210877 ella 332877
Síðan skipanin í
Danmark við at
klippa í koyrikortið
hjá bilførarum fyri
ymisk lógarbrot í
ferðsluni kom í gildi
í september í fjør, er
ferðin á vegunum
minkað, men
lógarbrotini eru
framvegis nógv
Ferðsla
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
60.000 klipp upp á 10
mánaðir – ella tað sum
svarar til umleið 197
klipp hvønn dag, eru
givin donskum bilførarum
í tíðarkeiðnum frá 1.
september 2005 til 30.
juni 2006.
Har afturat hava 109 bil
førarar koyrt so skjótt, at
teir máttu lata koyrikortið
inn og lata bilin standa, til
teir høvdu staðið nýggja
koyriroynd.
Tað eru sum oftast teir
ungu bilførararnir sum
mugu upp til nýggja koyri
roynd. Hetta kemur fyri ein
part av, at hjá teimum sum
einans hava havt koyrikort
í trý ár, skulu einans
tvey klipp í koyrikortið
fyri at bilførarin skal til
nýggja koyriroynd, skrivar
Jyllands-Posten.
Eins og nógva aðra
staðni hava ferðslu
myndugleikarnir
í Dover í Suður
onglandi loyst
ferðsluna í einum
gomlum tunli við
ljósregulering. Hetta
hevði verið ein góð
loysn til tunlarnar
á Borðoynni, sigur
Sámal Bláhamar,
ferðaleiðari
Ferðsla
Í mun til tunlarnar sum
verða gjørdir í dag, eru
gomlu
tunlarnir,
sum
vóru gjørdir fyri umleið
40 árum síðan, als ikki
tíðarhóskandi longur, sig
ur Sámal Bláhamar frá
ferðamannastovuni Tora
Tourist Traffic, sum hvørt
summar skipar fyri útferð
um fremmandum ferðafólk
um kring landið.
Hann nevnir sum dømi, at
um tveir 12 m langir bussar
fara útferð til Viðareiðis og
møta einum ella tveimun
stórum akførum inni í ein
um av tunlunum, er tað
ein sera torfør uppgáva hjá
bussførarunum at manne
rera. Tunlarnir er smalir og
myrkir, og við fleiri stórum
akførum verður nógvur
osi frá útstoytunum, tá er
skjótt at panikkur kemur í
ferðafólkini, tey kenna seg
innistongd og fáa klaustro
fobi. Har er jú als eingin
bjargingarútgerð og hvørki
ljós ella telefon.
Akkurát hvussu hesin
trupulleiki kann loysast, veit
hann ikki. Tað kundi t.d.
verið gjørt við eini kontakt
við einum knøtti at trýsta
á, tá bilførararnir koma til
tunnilsmunnan, eins og á
fótgangarateigunum ella at
eitt ferðsluljós skifti fyri
hvørjar 10 minuttir. So var
møtingartrupulleikin inni í
tunlunum loystur.
Nú Norðoyatunnilin er
komin, hava bilførararnir
betri stundir - eingin ferja
er at skunda sær til. Teir
minuttirnir
bilførarnir
missa við at bíða við ljós
reguleringina,
verða
í
stóran mun vunnir aftur, tá
eingin mótkoyrandi ferðsla
er í tunlunum, sigur Sámal
Bláhamar.
Ljósregulering kundi
loyst ferðslutrupulleika
60.000 klipp
í koyrikortið
Tunnil í Dover í Suðuronglandi.
Einsrættað ferðsla við
ljósregulering er í tunlinum,
soleiðis at tað skiftivís er grønt ella
ella reytt hvørjumegin tunnilin
bilar