Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 176 - 13. september 2006 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Sjálvt um fleiri av stuðulsleikarunum hjá StÍF eru givnir, so ætlar nýggi venjarin at fáa eitt betri úrslit í ár, enn liðið megnaði í fjør. Málið er at enda millum trý tey ovastu. Tað skal gerast við eini ágangandi verju og einum skjótum álopi hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Flest øll hondbóltsáhugaði kennast við navnið Jacob Jóns­son. Íslendingurin kom til Føroyar fyri nøkrum árum síðani, og hann hevur verið millum bestu leikararnar í føroyskum hondbólti frá tí degi hann steig fótin í eina føroyska ítróttarhøll. Á vøllinum hevur hann um­boða Neistan, Kyndil og H71, men nú hevur hann valt at flyta seg av vøllinum á bonkin, har hann skal standa á odda fyri besta mansliði hjá StÍF. Vilja bøta um úrsliti frá í fjør StÍF endaði á einum fjórða plássi síðsta kappingarár, og hetta ætlar Jacob Jónsson at broyta: “Vit skulu bøta um úrsliti frá í fjør av. Nú skulu vit royna at enda millum trý tey ovasta liðini, tí tað skal altíð vera málið. Sjálvt um vit hava mist nógvar mans, so meti eg liðið vera nóg gott til tess.” Hann ásannar tó, at hetta ikki gerst ein løtt uppgáva. Hann sigur, at øll liðini eru sera jøvn í ár, og at hann væntar eina harða kapping við serliga Kyndil og KÍF. Royndir leikarar givnir StÍF hevur mist fleiri av størstu profilunum til hetta kapp­ingarárið. Brøðurnir Arthur og Alexandur Johan­ sen eru givnir, og Pauli G. Hansen fer neyvan at spæla. Jacob Jónsson heldur eisini, at hetta er ein keðilig støða fyri StÍF: “Tað er altíð keði­ ligt at missa so góðar leik­ arar, men vit mugu arbeiða víðari. Vit fáa kanska ein trupulleika við breiddini í byrjanini, tí spælararnir, vit hava mist, hava havt stóran týdning fyri liðið.” Hann sigur tó, at har eru aðrir leikarar komnir í staðin, og serliga íslendingurin Finn­ ur Hansson verður stórur styrkur fyri liðið. Ágangandi og skjótur hondbóltur er vegurin Skjótur álopshondbóltur og ágangandi verja hava altíð eyðkent besta manslið hjá strand­ingum. Hetta ætlar Jacob at halda fast við, tí hann heldur, at á hesum øk­inum eru fá lið so væl fyri sum StÍF: “Eg ætli mær ikki at gera nakrar stórar broyt­ ingar. Vit fara at halda fram við skjóta spælinum, og so ætla vit at hava eina sterka verju frammanfyri Marian í málinum.” Um hetta fer at ganga hjá strandingum, so væntar Jacob, at teir kunnu røkka heilt langt í komandi kapp­ ingarári. Málið er altíð at vinna, og í so máta er einki broytt. Men vit hava mist nógv fólk, og tí kann tað kanska gerast truplari hjá okkum, enn tað hevur verið okkurt annað árið hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hetta sigur Sveinur Just­in­ us­sen, sum er eitt av størstu tal­entunum í føroyskum hond­bólti. Sveinur er 23 ára gamal, men hevur longu í nógv ár verið ein av týdn­ ingarmestu leikarunum hjá StÍF. Hann væntar, at árið í ár kann gerast trupult, tí fleiri av berandi kreftunum ikki eru við longur. Nýggir spælarar standa tó klárir, og hesir skulu nokk klára uppgávuna. Stórur smeitur fyri strandingar Strandingar hava mist nógv fólk til komandi kappingarár, og hetta heldur Sveinur vera ein stóran miss fyri StÍF: “Vit hava mist Arthur, Alexandur og Paula, og hetta fer helst at síggjast aftur. Teir hava verið fastir fúsir á besta liðnum í nógv ár, so sjálvandi fara teir at mangla.” Hann væntar tó ikki, at strand­ingar fara at leggja árarnar inn av teirri grund: “Vit fara út fyri at vinna hvønn dyst. Vit hava fingið ein nýggjan venjara, sum hev­ur góðar og fjøllbroyttar venjingar. Harafturat er Finn­ ur Hansson komin úr Íslandi, og hann er stórur styrkur hjá liðnum.” Jøvn kapping At enda sigur Sveinur, at hann væntar eina sera javna kapp­ing. Hann heldur, at lið­ini eru javnari, enn tey kanska nakrantíð hava verið, men vónar, at StÍF megnar at toga seg upp millum trý tey fremstu, tí hann vil fegin betra um úrslitið frá síðsta kapp­ingarári: “Kappingin sær óvanliga spennandi út. Sum nú er, sær Kyndil kanska út til at hava sterkasta liði, meðan hini fimm liðini øll tykjast sera jøvn. Eg vóni, at vit náa millum trý tey fremstu liðini, men tað verður í harðari kapping við VÍF, Neistan og KÍF.” Nú eru tveir av størstu pro­ fil­unum givnir, men menn standa klárir at lyfta arvin. Síðstu árini hevur Sveinur, saman við bróðurinum Leivi, spælt seg inn í bakketuna hjá StÍF. Nú skulu teir báðir taka yvir eftir brøðurnar Arthur og Alexandur. Sveinur skal lyfta arvin StÍF skal halda fast um skjóta spælið Brøðurnir báðir gevast Einaferð vóru teir tríggir í tali á vøllinum. Nú er eing­in. Talan er sjálvandi um brøð­ ur­nar Arthur, Tummas og Alexandur Johansen, sum allir hava leikt við besta mans­liði hjá StÍF. Vit frætta av Skála, at Arth­­ur umsíðir hevur valt at leggja skógvarnar á hill­ ina, eftir at hann í eini 10- 15 ár hevur verið millum fremstu hondbóltsleikarar í landinum. Síðstu árini hevur hann ikki vant støð­ugt, og nú tykist avgerðin vera tikin. Eisini yngsti bróðurin, Al­ex­­andur, hevur valt at steðga. “Eg havi verið nógv plág­­aður av skaðum, og tí er ikki lætt hjá mær at venja alt árið. Eg spæli fótbólt, og tað havi eg valt at gera framyvir. Eg vil fegin vinna okkurt við fótbóltsliðnum hjá Skála, og eftirsum eg havi roynt at vunnið bæði FM og steypakapping í hond­­­bólti, so fari eg at geva alt í fótbóltinum nú.” Hetta er ein stórur missur fyri StÍF, men eisini fyri før­ oyskan hondbólt, sum nú missur tveir av størstu pro­ filunum síðstu árini. – Vit fara at halda fram við skjóta spælinum, og so ætla vit at hava eina sterka verju frammanfyri Marian í málinum Jacob Jónsson, venjari hjá StÍF Stovnað: 1942 Formaður: Andras Danielsen Venjari: Jacob Jónsson FM-heiti: 5 FAKTA - StÍF menn – Sjálvt um vit hava mist týðandi leikarar, so meti eg liðið vera nóg gott til at enda millum trý tey ovastu.