Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 176 - 13. september 2006 ] Barbara Egilstrøð og Ronja M. Mikkelsen halda, at liðið hjá Kyndli í ár kann røkka enn longur enn fjórða plássið, tær fingu í fjør. Tær ásanna tó, at um hetta skal lata seg gera, skal liðið spæla upp til sítt besta hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Barbara Egilstrøð og Ronja M. Mikkelsen eru tveir av ungu leikarunum hjá Kyndli, sum veruliga fingu seg roynd­ ar síðsta kappingarár. “Kyndil fekk eitt fjórða pláss, og hetta var betri, enn tey flestu høvdu væntað,” siga tær báðar. “Nú er liðið betri samanspælt, og onkur leikari er komin afturat, so vón­irnar hjá Kyndli eru góðar í ár.” Hópurin er breiðkaður “Í fjør vóru vit eitt lið, sum kom frá botninum. Vit skuldu spælast saman, og árið gekk nógv betur enn væntað,” sigur Ronja. Barbara tekur undir við henni: “Okkara styrki er helst hon, at vit ikki hava ein ávísan profil, men nógvar góðar leikarar. Hetta ger, at allir leikararnir taka ábyrgd.” Tær siga víðari, at árið í ár tykist meir spennandi, tí at hópurin er breiðkaður. Tær hava millum aðrar fingið Jacqueline Durhuuus úr VÍF, sum leingi hevur verið millum størstu profilarnar í landinum, og Brynhild Klein, sum er byrjað aftur, og hetta gleðast tær um. “Tað er altíð gott at fáa fleiri leikarar. Kappingin er blivin harðari um plássini, og tað ger, at leikararnir geva seg fult út.” Vilja longur upp At enda siga tær báðar, at málið hjá Kyndli er at enda millum trý tey ovastu. “Í fjør blivu vit nummar fýra, og tað vóru vit væl nøgdar við. Nú mugu vit seta okkum nýggj mál. Málið er at betra um okkara úrslit frá síðsta kappingarári.” Tær ásanna tó, at hetta ikki verður nøk­ ur løtt uppgáva. “Fyri at hetta skal kunna lata seg gera, so mugu vit spæla upp til okkara besta í øllum dyst­unum,” sigur Ronja, og Barbara nikkar. – Nógvir góðir leikarar er styrkin á liðnum Jacqueline í Kyndli Jacqueline Durhuus hevur í nógv ár verið millum stuð­uls­ leikararnar hjá VÍF, men í ár hevur hon valt at spæla við Kyndli. “Eg búgvi í Havn og eigi eitt lítið barn. Tí er ringt at skula koyra til Vestmanna fleiri ferðir um vikuna. Eg valdi at fara til Kyndil, og eg eri sera spent upp á nýggju uppgávuna.” Jacqueline er ikki einasti nýggi leikarin hjá Kyndli. Bryn­ hild Klein, sum hevur spælt nógv í bestu deildini, er eisini byrjað aftur, og Jac­que­line vónar, at tær báðar kunnu hjálpa Kyndli at koma longur upp á stigatalvuna. Breiddin kann gerast ein trupulleiki Mest royndi spælarin hjá Kyndli er Jórun Ludvig. Hon hevur spælt í bestu før­oysku deildini í nógv ár, og hevur millum annað vunnið okkurt meistaraheiti. Hon sig­ur, at liðið hjá Kyndli er sera spennandi í ár, og at tær eru væl betri fyri enn í fjør. Spurd. hvat hon væntar av sínum liði komandi kapp­ing­arár. sigur hon: “Vit skulu í øllum førum í ovara bólk, og stuttligt hevði verið, um vit kláraðu at fáa medaljur. Breiddin kann tó gerast ein trupulleiki, tí um vit fáa tveir ella tríggjar skaðar, so sær ikki so væl út.” Kyndil hevur fingið nýggjan venjara, og hesin væntar nógv av sínum kvinnum. Hann hevur fingið onkran royndan spælara aftur at hópinum frá síðstu kapping, og tí er kravið einfalt. Kynd­ il skal longur upp á stigatalvuna, enn fjórða pláss­ið tær fingu í fjør Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo 33 ára gamli danin, Michael Abildgaard, er settur sum nýggjur venjari hjá besta kvinnuliði hjá Kyndli. Micha­ el Abildgaard var í fjør hjá grannunum úr Neistanum, har hann vandi okkurt av yngru liðunum, men tá hann fekk møguleikan at venja besta kvinnulið hjá Kyndli, var hann ikki í iva: “Eg hevði ætlað mær niður aftur til Danmarkar, eftir at eg hevði verið í Neistanum í tvey ár. So sendi Kyndil boð eftir mær, og eg føldi, at hetta var tað rætta at gera. Eg vendi tí nøsina aftur ímóti Føroyum og Kyndli.” Spennandi lið Tað er ikki ofta, at ein spælari ella venjari fer frá einum av havnafeløgunum til hitt, men tað er júst, hvat Michael Abildgaard hev­ur gjørt, so vit spurdu hann, hvussu hetta føldist. “Sjálvandi er tað eitt sindur løgið. Eg hitti nógv fitt fólk í Neistanum, og eg havi havt eitt gott samarbeiði við øll kring felagið. Tað var tó ikki eitt torført val, tí at nú fái eg møguleikan at venja eitt lið í bestu deildini, og tað kundi eg ikki siga nei til.” Hann sigur, at liðið hjá Kyndli hevur eina góða sam­an­seting av ungum, evra­ ríkum spælarum og góðum, royndum spælarum, og hetta gjørdi avgerðina hjá sær lættari. Nýggir leikarar breiðka um hópin Kyndil hevur styrkt sær um hópin til komandi kappingarár. Jacqueline Durhuus, sum hevur verið ein týdningarmikil leikari hjá VÍF í nøkur ár, og Brynhild Klein eru báðar farnar at spæla við besta liðnum hjá Kyndli, og hetta styrkir nógv um, heldur venjarin: “Jacqueline og Brynhild eru tveir góðir leikarar, og tað er einki at ivast í, at tær styrkja um hópin. Tær hava nógvar royndir, og tískil kunnu tær altíð taka ábyrgd, um tað stendur á hjá onkrum av teimum ungu.” Sjálvt um bæði Jacqueline og Brynhild bæði stykja og breiðka nógv um hópin, so ásannar venjarin tó, at hópurin er eitt sindur tunnur. Hann sigur, at um ein ella tveir skaðar koma, serliga hjá bakspælarum, so sær ikki ov væl út. Hann vónar tó, at sleppa undan hesum trupulleikanum, tí so kann árið gerast sera spennandi hjá Kyndli. Skulu longur upp eftir stigatalvuni Í fjør endaði Kyndil í ovara bólki, og tað vóru øll í felagnum sera væl nøgd við. Venjarin sigur eisini, at tað fyrst og fremst ræður um hjá Kyndli at enda í ovara bólki. Hann hevur tó eina vón um, at úrslitið kann gerast enn betri. “Vónin er, at vit enda á einum medaljuplássi. Vit skulu royna at betra okkara úrslit frá síðsta kappingarári, so einum triðja plássið mugu vit fara eftir.” Hann leggur afturat, at tað verður ringt at basa bæði Stjørnuni og Neistanum, tí tær hava sera góð lið, samstundis sum tær hava breiddina til at klára eitt heilt kappingarár. Hann vónar tó at fara fram um VB: “Tað verður ringt at klára Stjørnuna og Neistan, tí tey liðini eru sera góð, men um vit klára at dekka Daivu hjá VB, so er als ikki óhugsandi, at vit klára at koppa teimum, og tá er tankin um medaljupláss als ikki fjarur.” Spentur venjari væntar nógv av sínum liði Stovnað: 1956 Formaður: Jóannes Dalsgarð Venjari: Michael Abildgaard FM-heiti: 5 FAKTA - Kyndil kvinnur - Tað verður ringt at klára Stjørnuna og Neistan, men um vit klára at dekka Daivu hjá VB, so er ikki óhugsandi, at vit røkka medaljunum í ár